Samrøða við Lyle Shelton

Sum kunnugt kemur Lyle Shelton til Føroya í vikuskiftinum. Í sambandi við vitjanina tosaði Arni Zachariassen við miðlamannin og dagliga leiðaran hjá Australian Christian Lobby. Komið varð inn á bakgrundina hjá Lyle, virksemið hjá honum í Avstralia og okkurt av tí, sum føroyskir áhoyrarar kunnu vænta at hoyra hann føra fram sunnudagin, tá hann fer at halda fyrilestur um “Hvat ‘javnrættindi’ kosta samfelagnum” í Skúlanum við Løgmannabreyt kl. 15.30.

 

Nei, Lyle Shelton ætlar sær ikki at skiljast frá konu síni

Stutt eftir, at tað í tíðindaskrivið í gjár varð kunngjørt, at australski Lyle Shelton kemur til Føroya at stuðla siðbundna hjúnabandinum, legði portal.fo ein stubba út, sum varð kallaður, “Vil skiljast frá konuni um hjúnabandslógin verður broytt”.

Greinin bygdi á eina misskiljing av eini eitt sindur provokerandi, men viðkomandi viðmerking, sum Lyle Shelton hevði havt á munni í australsku miðlunum. Tað var Nick Jensen – ið eins og Shelton hevur samband við Australian Christian Lobby – sum hevði sagt, at verður hjúnabandslógin í landinum broytt og gjørd kynsneutral, so fóru hann og konan at umhugsa at lata seg skilja. Spurdur, um hann tók undir við hesum, segði Shelton, at tað gjørdi hann.

“Tá ið kallkyn og kvennkyn, maður og kona, verða tikin burtur, so hevur tað sjálvandi ávirkan á hjúnabandssáttmálan, sum fleiri av okkum vórðu gift undir. Tað er eitt sindur sum at spæla fótbólt við australskum reglum og hálvan veg í dystinum at broyta tær til útlendskar,” segði Shelton tá við news.com.au.

Tá ið Arni Zachariassen frá Ja til hjúnabandið tosaði við Lyle Shelton í morgun, tók hann aftur í somu mynd.

“Tá ið eg giftist afturi í 1993, var hjúnabandið ímillum ein mann og eina konu,” greiddi hann frá. “Nú eru spælireglurnar broyttar. Og tað, vit royndu at siga ígjøgnum miðlarnar, var, at um tú broytir spælireglurnar, so broytir tú mítt hjúnaband.”

“Merkir mín hjúnabandsváttan tað sama, sum hon gjørdi í 1993? Tað er greitt, at tað ger hon ikki.”

Men ætla Lyle og kona hansara, Wendy, veruliga at skiljast? Nei, er svarið.

“Kona mín vil tíbetur ikki, at vit skiljast, heldur ikki orsakað av hesum. So eg má siga, at mítt hjúnaband er í góðum hondum.”

Endamálið var at fáa fólk at hugsa. Til hetta endamál varð tikið til eitt sindur av provokatión og skemti. Men spurningurin um at broyta hjúnabandið er álvarsamur.

“Tað, sum vit vildu vísa fólki, var, at uttan mun til propagandaið frá hinari síðuni, har tey ferð eftir ferð siga, at tað ikki fer at ávirka parlagið hjá nøkrum øðrum, tað hevur ongar avleiðingar, ikki fyri børn og ikki fyri talufrælsið – so er tað alt skeivt. Tað hevur djúptøknar avleiðingar, tá ið tú broytir tað, sum hjúnaband merkir,” sigur Shelton at enda.

“Um hjúnabandið ikki er ímillum ein mann og eina konu, hvat er so virðið í míni hjúnabandsváttan? Hetta eru viðurskifti, vit mugu hugsa leingi og væl um.”

Lyle Shelton og konan fara altso ikki at skiljast, um nakar ivast. Er hetta ikki nóg greitt, so verður góður møguleiki at spyrja Lyle Shelton um tað ella eitthvørt annað ivamál, sum hevur við hjúnabandið og tess avbjóðingar í dag at gera. Hann fer at halda almennan fyrilestur um evnið, “Hvat ‘javnrættindi’ kosta samfelagnum” í Skúlanum við Løgmannabreyt sunnudagin 13. desember kl. 15.30.

Í morgin kemur øll samrøðan við Lyle Shelton út á hesi síðuni.

Til Føroya at kjakast um hjúnabandslógina

Komandi vikuskifti fær Ja til hjúnabandið vitjan av Lyle Shelton, ið er dagligur leiðari fyri Australian Christian Lobby. Lyle Shelton ferðast nógv kring heimin í sambandi við kjakið um hjúnabandslógina. Í heyst var hann í USA, og í hesum døgum er hann á rundferð í Vesturevropa. Fríggjadagin setir hann so kós ímóti Føroyum, og hann steðgar her til mánadagin.

 

“Hvat ‘javnrættindi’ kosta samfelagnum” í Havn sunnudagin

Á ferðini í Føroyum fer Lyle Shelton at luttaka á bæði almennum og óalmennum tiltøkum. Høvuðstiltakið verður sunnudagin 13. desember kl. 15.30, tá Lyle Shelton heldur fyrilestur í Skúlanum við Løgmannabreyt. Heitið á fyrilestrinum er “Hvat ‘javnrættindi’ kosta samfelagnum”.

Undir fyrstu løgtingsviðgerð av uppskotinum um at broyta hjúnabandslógina vildu uppskotsstillarar og onnur vera við, at tað ikki fær nakrar neiligar avleiðingar fyri samfelagið, um hjúnabandslógin verður broytt. Hesum er Lyle Shelton ikki samdur í. Hann sigur, at tað er heilt týðiligt, at í londum, har hjúnabandslógin er vorðin broytt, hevur tað havt nógvar neiligar avleiðingar við sær innan fleiri týðandi og álvarssom samfelagsøki.

 

Møguleiki fyri spurningum og kjaki

Eftir fyrilesturin verður høvi at seta Lyle Shelton spurningar. Arbeitt hevur eisini verið við at fáa kjak í lag millum Lyle Shelton og umboð fyri tey, ið vilja broyta hjúnabandslógina. Um tað eydnast, verður tað eisini partur av tiltakinum.

 

Atgongumerki

Atgongumerki til fyrilesturin kunnu keypast í forsølu á www.tilmelding.fo (trýst her). Vanligt atgongumerki kostar 85 kr., meðan lesandi og skúlanæmingar rinda 50 kr.

Við dyrnar kosta atgongumerki ávikavist 100 og 60 kr.