Hjúnabandið er ikki í vanda – samfelagið er

Tá ið ein genta og ein drongur møtast og forelska seg í hvør øðrum, vilja tey fegin vera saman. Og tey vilja eisini fegin vera saman. Og tá spyrst ofta eitt barn – ella fleiri – burturúr. Hjúnabandið er tað, vit kalla karmin, sum samfeløg kring knøttin í øldir oman á øldir hava sett rundanum henda veruleika. Hjúnabandið er sostatt bygt á ein grundleggjandi sannleika um menniskju.

So leingi tvey menniskju elska hvørt annað og nørast, fer tørvur at vera á hjúnabandinum. Tað er av hesi orsøk, at menniskju í so at siga øllum samfeløgum so leingi, sum søgan minnist, hava skipað seg í hjúnabond.

Sum Ryan T. Anderson orðar tað í bók síni, “Truth Overruled: The Future of Marriage and Religious Freedom”:

“Hjúnabandið er grundað á menniskjaliga sannleikan, at menn og kvinnur komplimentera hvønn annan, lívfrøðiligu sannroyndina at til nøring krevst ein maður og ein kvinna, og sosiala veruleikan at børn hava uppiborið eina mammu og ein pápa.” (loc 468)

So leingi tvey menniskju elska hvørt annað og nørast, fer tørvur at vera á hjúnabandinum.

Ella sum John Roberts, dómari í amerikanska hægstarætti, segði í sínum mótmælisskrivi til lógina, ið gjørdi samkynd hjúnabond lóglig í Amerika:

“Henda universella allýsing, at hjúnabandið er ein sameining av einum manni og einari kvinnu, er ikki søgulig tilvild. Hjúnabandið varð ikki sett á stovn orsakað av eini politiskari rørslu, uppdaging, sjúku, kríggi, átrúnaðarligari læru, ella nakrari aðrari virkandi megi í heimssøguni – og avgjørt ikki orsakað av eini fornsøguligari avgerð at útihýsa samkyndum monnum og kvinnum. Hjúnabandið tók seg upp náttúrliga orsakað av einum tørvi: at tryggja, at børn verða borin eini mammu og einum pápa, sum hava bundið seg til at ala tey upp í støðuføstu umstøðunum, sum eitt lívslangt parlag borgar fyri.”

Tað er tí týdningarmikið at hava í huga, at tá ið vit tosa um statin og um lógir, so er hjúnabandið ikki nakað, sum staturin skapar – tað er nakað, sum hann viðurkennir. Tørvurin á hjúnabandinum fer altíð at vera har, og grundarlagið ella sannleikin, sum hjúnabandið er bygt á, fer altíð at vera har. Hjúnabandið er tí ikki nakað, sum samfeløg finna uppá. Tað er nakað, sum samfeløg finna útav. Hjúnabandið fer altíð at vera har. Spurningurin er bara, um samfelagið í tess almenna embæti sum lóggevandi statur viðurkennir hjúnabandið og viðurkennir tað rætt.

Hjúnabandið er har fyri at sameina kallkyn og kvennkyn sum mann og konu, so og tí tey gerast pápi og mamma. Men vit búgva í einum samfelag, sum meir og meir vil gera upp við hjúnabandið. Hjúnabandið skal broytast, so tað ikki longur er líka umfatandi, sum tað plagdi at vera. So tað ikki longur tænir øllum endamálinum, tað plagdi at tæna. Nú skal hjúnabandið einans snúgva seg um kenslurnar hjá vaksnum fólkum. Kyn – og harvið kynsligi komplimentariteturin ímillum mann og kvinnu – er ikki longur viðkomandi. Tørvirnir og rættindini hjá børnum verða sostatt ikki longur tikin við. Hetta sokallaða hjúnabandið, sum alsamt fleiri av okkara grannalondum hava lógarfest, er tí ikki eitt veruligt hjúnaband. Tað er eitt avmarkað hjúnaband. Í besta føri eitt hálvt hjúnaband. Samfelagið kann kalla hetta “hjúnaband”, men tað er ikki veruligt hjúnaband. Tí hetta sokallaða hjúnabandið er ikki grundað á sama sannleika, sum veruliga hjúnabandið er grundað á. Tað tænir ikki sama endamáli, sum veruliga og sanna hjúnabandið tænir.

Vit búgva í einum samfelag, sum meir og meir vil gera upp við hjúnabandið.

Við at broyta hjúnabandslógina eins og mong vesturlendsk lond hava gjørt seinnu árini, er týdningurin av orðinum “hjúnaband” heilt einfalt broyttur og skiftur út. Tá ið stovnurin, sum alment verður kallaður “hjúnaband”, ikki longur grundleggjandi snýr seg um nøring og uppaling av børnum, so er “hjúnaband” ikki longur hjúnaband. “Hjúnabandið” er tá vorðið okkurt annað. (Hetta er tað, meint verður við, tá ið tað á enskum verður tosað um “the redefinition of marriage”.)

Men veruliga hjúnabandið hvørvur kortini ikki. Tí tørvurin á tí er enn har. Sannleikin, tað er bygt á, er enn har. Fólk gerast enn forelskað. Tey fáa enn børn. Og teirra parløg og teirra avkom hava enn tørv á tryggum og støðuføstum kørmum. Um samfelagið hevur gjørt av, at orðið “hjúnaband” ikki longur kann nýtast um hesar karmar, ja, so er tað óheppið. Men tað hevur í roynd og veru onga ávirkan á veruliga hjúnabandið – ella tað, sum fyrr varð rópt hjúnaband.

Tað er tí ongin orsøk at óttast fyri hjúnabandinum sjálvum. Tað fer ongan veg, so leingi menniskju enn eru menniskju. Men viðvíkjandi samfelagnum er spurningurin ein heilt annar. Hvussu verður støðan í einum samfelagi, tá ið tað ikki longur vil veita monnum og kvinnum og teirra náttúrliga avkomi bestu karmar fyri trivnaði? Hvussu verður støðan í einum samfelagi, har normurin broytist soleiðis, at tað verður minni og minni sjálvsagt, at familjur skipa seg innan fyri hjúnabandsins karmar?

Vísindini hjálpa okkum at byrja at svara hesum spurninginum:

  • Tað eru størri sannlíkindi fyri fátækradømi uttan fyri hjúnaband, bæði fyri vaksin og børn. Børnini, bæði hjá mammum, sum eru fráskildar, og mammum, sum áttu tey uttan fyri hjúnaband, uppliva trongari fíggjarlig kor enn tey, sum vaksa upp í giftum familjum. (Hetta síggja vit eisini í Føroyum, har størsti parturin av teimum børnum, sum eru í fátækraváða, eru í heimum við støkum uppihaldara.)
  • Tey børn, hvørs foreldur skiljast ella ongantíð giftast, klára seg ofta verri í skúlanum og eru í størri vanda fyri ikki at fullføra sína skúlagongd, bæði í fólkaskúla og á miðnámi, eins væl og undir hægri lesnaði.
  • Somu børn hava verri útlit fyri at fáa góð størv, tá ið tey gerast eldri.
  • Børn, sum vaksa upp uttan fyri hjúnaband, hava verri heilsuútlit. Tey eru í størri vanda fyri at roykja, at vera meira bundin at rúsevnum, at stríðast við sálarsjúku og at gera (og royna at gera) sjálvmorð. Tey eru enntá í størri vanda fyri at koma út fyri ferðsluvanlukkum.
  • Vaksin fólk, sum eru ógift, hava somuleiðis verri heilsuútlit. Tey eru í størri vanda fyri at misnýta rúsevni. Uttan mun til hvørja sjúku talan er um, so er støðan best hjá teimum, sum eru gift. Og longri hjúnabandið varir, størri er heilsugóða ávirkanin, tað hevur. (Einasti heilsuvandin, sum er knýttur at hjúnabandi, er, at fólk hava lyndi at gerast feitari, eftir at tey eru vorðin gift.)
  • Gift fólk, serliga giftir menn, liva longri enn støk fólk.
  • Dreingir, sum vaksa upp uttan fyri hjúnaband, eru í størri vanda fyri at gerast kriminellir.
  • Ógift fólk eru í størri vanda fyri bæði at fremja og uppliva harðskap. Sannlíkindini fyri harðskapi í heiminum eru minni fyri giftar kvinnur enn fyri kvinnur, sum liva ógiftar við sínum maka.
  •  Børn eru í størri vanda fyri kynsligari misnýtslu og harðskapi.

Hvussu verður støðan í einum samfelagi, tá ið tað ikki longur vil veita monnum og kvinnum og teirra náttúrliga avkomi bestu karmar fyri trivnaði?

Hetta er alt gransking, sum tikið verður samanum í bókini, “Why Marriage Matters” hjá W. Bradford Wilcox og øðrum granskarum. Í niðurstøðuni í bókini siga teir soleiðis:

“Hjúnabandið er meira enn eitt privat kensluligt parlag. Tað er eisini gott fyri samfelagið. Við hesum verður ikki sagt, at øll kunnu ella skulu giftast. Ella at eitthvørt barn, sum veksur upp uttan fyri hjúnaband, er skaðað av tí sama. Hjúnabandið er ikki undurheilivágur, sum fer at loysa allar okkara samfelagsligu trupulleikar.

Men hjúnabandið hevur týdning. Børn í vanligum giftum familjum, sum halda saman, eru meira sannlík at trívast enn børn í vanligum støkum og stjúkfamiljum og familjum, har parið samlivir. Nærsamfeløg, har góð hjúnabond eru vanlig, hava betri útlit við sær fyri børn, kvinnur og menn samanborið við nærsamfeløg, ið eru merkt av nógvum hjúnaskilnaðum, barnsburðum uttan fyri hjúnaband, samlivandi pørum og hjúnabondum við stríði og harðskapi. Haraftrat síggja vit, at fyrimunirnir, sum ein sterk hjúnabandsmentan hevur við sær, gera seg galdandi uttan mun til húðalit, etniskan uppruna og stætt.

Ja, hyggja vit almentheilsuliga eftir ávirkanini, sum hjúnabandið hevur á samfelagsligu vælferðina, so síggja vit, at henda ávirkanin er rættiliga stór.” (loc 466)

Eitt samfelag kann velja at viðurkenna hjúnabandið. Og tað kann velja ikki at viðurkenna tað. Hjúnabandið fer ongan veg, tí tað er rótfest í ósvitaligum, menniskjaligum sannleika. Men samfeløg mynda og venja menniskju upp í, hvussu tey skipa síni lív. Menniskju eru sosialar verur. Velur eitt samfelag ikki at viðurkenna hjúnabandið og verja tað og gera tað til ein part av, hvussu samfelagið verður skipað bæði alment og privat, so hevur tað stórar, skaðiligar avleiðingar.