Hjúnabandslógin ger mun á – ein broytt hjúnabandslóg fer at diskriminera

Meginreglan, at øll skulu vera viðfarin á sama hátt, sigur, at líkar støður skulu verða viðgjørdar eins. Meginreglan sigur tí eisini, at tað er í lagi, at ólíkar støður ikki verða viðgjørdar eins. Tað hevði hvørki verið rímiligt ella skilagott at viðgjørt ólíkar støður eins. Tað hevði jú verið í stríð við góðan almannapolitikk og hevði ivaleyst skapt órættvísi í fleiri førum.

Av tí at hjúnabandið í stóran mun snýr seg um børn og uppaling, gevur tað góða meining, at hjúnabandið verður viðgjørt á serstakan hátt í mun til onnur parløg. Men so skjótt, sum hetta er sagt, byrja summi fólk at ákæra onnur fyri diskriminatión. Tí er tað upp á sítt pláss at siga eitt sindur meira um henda “trumf”, sum so ofta verður blakaður á borðið í kjakinum um hjúnabandslógina.

Onkuntíð halda vit tó, at tað er í lagi at gera mun á – eisini ymiskum parløgum og hjúnum.

Tá fólk klaga um diskriminatión, meina tey neyvan, at vit ongantíð skulu gera mun á nøkrum. Í staðin klaga tey, tí tey halda, at okkurt órættvíst verður framt. Tað er jú órættvíst at viðgera líkar støður á ólíkan hátt. T.d. er tað órættvíst at nokta einum væl skikkaðum umsøkjara starv orsakað av hansara ættarslagi ella kyni, um hvørki av hesum báðum eru viðkomandi fyri starvið.

Onkuntíð halda vit tó, at tað er í lagi at gera mun á – eisini ymiskum parløgum og hjúnum. Øll høvdu nokk hildið, at eini 80 ára gomul hjún ikki høvdu verið eitt gott boð upp á eitt ættleiðingarpar. Ongin hevði sagt, at hesi áttu at havt sama møguleika at ættleitt sum eini 30 ára gomul hjún, sum eisini ynsktu at ættleiða. Orsøkin er greið og góð. Aldurin er viðkomandi í hesi støðuni: eini 30 ára gomul hjún eru nóg ung til at ættleiða, meðan 80 ára gomlu hjúnini ikki eru tað. Munurin rættvísger, at hesi bæði hjúnini ikki fáa sama møguleika at ættleiða. Neyvan er tað nakar, sum heldur hetta vera diskriminatión. Í staðin vilja øll nokk siga, at hetta er rættvíst.

Tá vit tosa um hjúnabandið, gevur hjúnabandslógin øllum borgarum sama rætt at giftast við einum av hinum kyninum. Hetta er ikki at diskriminera samkynd, men at gera mun á parløgum, tí har er ein grundleggjandi munur. Parlagið millum mann og kvinnu er øðrvísi, enn parlagið millum tvey av sama kyni. Ein av grundleggjandi mununum snýr seg um børn: eitt parlag millum tvey av sama kyni kann ikki skapa børn. Og tað kann heldur ikki geva einum barni bæði mammu og pápa. Í besta føri annað av hesum. Í einum parlagi ímillum tvey av hvør sínum kyni er nøring hinvegin ein møguleiki. Og barnið fær bæði mammu og pápa.

Parlagið millum mann og kvinnu er øðrvísi, enn parlagið millum tvey av sama kyni.

Tí er tað ikki ikki diskriminerandi, at hjúnabandið millum mann og konu fær øðrvísi viðferð í lógini enn eitt samkynt parlag. Sum við ættleiðingardøminum oman fyri er munurin greiður. Tí er tað rættvíst, at hesi ymisku parløg fáa ymiska viðferð í lógini. Alt annað hevði verið órættvíst, og tað hevði serliga gingið út yvir børnini.

Tey, sum siga, at samkynd pør og hinskynd hjún eiga at vera líka fyri lógini, hava tí fleiri trupulleikar. Fyrst mugu tey próvføra fyri, at nøring og barnauppaling einki hava við hjúnabandið at gera – at tað ikki er nakar fyrimunur fyri børn, at foreldur teirra eru gift.  Eisini mugu forsprákararnir vísa á, at eitt barn ikki hevur nakran grundleggjandi rætt til at verða uppalt av síni mammu og sínum pápa, hóast greinarnar 7 og 9 í barnarættindasáttmálanum hjá ST púra greitt siga, at børn hava rætt til júst hetta, har tað er gjørligt.

Hetta merkir, at ikki fyrr enn forsprákarar fyri eini broyttari hjúnabandslóg hava prógvað, at ongin viðkomandi munur er ímillum hinskynd hjún og samkynd parløg, kunnu teir av sonnum gera krav upp á líka viðferð yvir fyri lógini. Og í hesi próvførslu má serligur dentur leggjast á at lýsa viðurskiftini út frá barnsins sjónarhorni.

Um tað ikki eydnast forsprákarum at grundgeva fyri hesum, so verður úrslitið, at børnini í samkyndum húsarhaldum í mongum førum verða diskriminerað. Tey, ið eru úrslit av gitnaðarinntrivum, fara í útgangsstøðinum at hava mist í øllum førum eitt av sínum biologisku foreldrum. Hetta, hóast tey hava rætt til bæði. Altso fara tey ikki at vera líka fyri lógini í mun til børn, sum fara at vaksa upp hjá báðum sínum biologisku foreldrum. Nýggju familjulógirnar skapa støður, har hesi børn vera fyri mismuni. Hetta er í stríð við barnarættindasáttmálan grein 2, ið snýr seg um líkarætt fyri øll børn. Var tað ikki ein felagsskapur, sum tosaði um javnrættindi fyri allar borgarar? Í staðin fyri at tosa um rættindini hjá børnum til síni biologisku foreldur, tosar hesin felagsskapur um rættindi hjá vaksnum at fáa børn – kosta, hvat tað kosta vil.

Í staðin fyri at tosa um rættindini hjá børnum til síni biologisku foreldur, tosar hesin felagsskapur um rættindi hjá vaksnum at fáa børn – kosta, hvat tað kosta vil.

Her kemur javnrættindaspurningurin sostatt í klemmu. Ein broytt hjúnabandslóg fer tí ikki at loysa diskriminatiónstrupulleikan, sum LGBT tosar so nógv um. Trupulleikin verður bert fluttur. Hann verður fluttur yvir á okkara minstu og veikastu samfelagsborgarar, sum onga rødd hava – í øllum førum ikki tey fyrstu mongu árini.

Samanumtikið merkir hetta, at núverandi hjúnabandslóg ikki diskriminerar. Hon ger mun á – og tað av røttum. Men verður hjúnabandslógin broytt fyri at loysa sokallaða diskriminatiónstrupulleikan, so fer hon júst at diskriminera – ikki tey vaksnu, men børnini. Ikki fyrr enn tá kunnu vit altso tosa um veruliga diskriminatión. Tað er órættvísi.

 

Advertisements