Hjúnabandslógin hevur verið eitt serliga heitt evni í Føroyum í seinastuni. Í kjakinum hava forsprákarar fyri broyting javnan nýtt orðið “homofobar” um tey, sum hava siđbundnu áskođanina á hjúnabandið. Hetta hava vit sæð á Facebook, á ymiskum heimasíðum og enntá í bæði útvarps- og sjónvarpssendingum hjá KVF. Tað tykist vera heilt í lagi at tosa soleiðis um onnur. Men hvat er hetta fyri retorikkur, sum so týðiliga vísir manglandi virðing fyri øðrvísi meiningum?
Dr. Gary Colwell, ið er professari emeritus í heimspeki á universiteti í Kanada, skrivaði fyri nøkrum árum síðani eina kritiska grein í Journal of Applied Philosophy við heitinum Turning the Tables with “Homophobia”. Colwell hevði hugt eftir akademiskum greinum, ið snúðu seg um homofobi, men ongastaðni var nøkur greið lýsing av, hvat homofobi var fyri nakað. Og heldur ikki var nøkur grundgeving fyri, hví øll tey, sum ikki tóku undir við samkyndari lívsførslu, ikki kundu vera annað enn homofobar.
Hesin framferðarháttur er ein retoriskur taktikkur, sum hevur megnað at forðað etiska kjakinum um samkynda lívsførslu.
Hesin framferðarháttur er ein retoriskur taktikkur, sum hevur megnað at forðað etiska kjakinum um samkynda lívsførslu. Ógvusliga ákæran, “Tú ert homofob!”, hevur skelkað so mong menniskju – eisini heimspekingar – at sjálvt undirvísarar á universitetum skelva við tankan um at vera stemplaðir sum homofobar. Úrslitið er, at onki veruligt orðaskifti hevur verið um samkynda lívsførslu og rættindi. Í universitetsheiminum er tað vorðið tagt burtur. Alt bendir á, at hetta sera týdningarmikla og ógvuliga umstrídda evnið verður avgjørt við skemdarorðum og trýsti, av bæði kensluligum og sosialum slag – og ikki við sakligum og nøktandi orðaskifti. Og tað er álvarsamt – ikki minst í einum fólkaræði.
Colwell vísir á, at ákæran, “øll, sum ikki taka undir við samkyndari lívsførslu, eru homofobar”, er bæði ólogisk og skeiv. Grundgevingin fyri ákæruni er soleiðis uppbygd:
1. Allur kritikkur mótvegis samkyndari lívsførslu er homofobiskur.
2. At vera homofobiskur er sjúkligt.
3. Øll tey, sum kritisera samkynda lívsførslu, eru sjúklig, ella
3.1 Tað, sum kritikkararnir eru, er sjúkligt, ella
3.2 Tað, sum kritikkararnir líða undir (eini fobi), er sjúkligt.
Henda grundgeving hevur góðan bygnað, men spurningurin er, um hon logiskt hongur saman. Er fyrsta fortreytin sonn? Um vit skulu kunna meta um tað, so mugu vit vita, hvat “homofobi” er fyri nakað. Fyri tað fyrsta eru fólk, sum líða undir eini fobi, sjúkliga upptikin av henni. Fyri tað næsta ger ein fobi fólk so óttafull, at tey nærum gerast lamin og ikki megna at reagera á skilagóðan hátt. Í grundini bera fobisk fólk ótta fyri nøkrum, sum tey í veruleikanum ikki eiga at bera ótta fyri.
Hóast veruligir homofobar uttan iva finnast, so skuldi tað longu verið greitt, at fyrsta fortreyt er ósonn. Hetta líkist meiri eini ákæru, sum flest fólk áttu at hildið verið tápuliga. At tey ikki gera tað, er ein greið áminning um, hvussu sterka ávirkan hetta nógv misnýtta orðið hevur á fólk.
Ákæran byggir í grundini á tríggjar villur, ið hava verið nýttar sum verjumekanismur við góðum úrslitum.
Ákæran byggir í grundini á tríggjar villur, ið hava verið nýttar sum verjumekanismur við góðum úrslitum. Fyrsta villan er tað, sum Colwell nevnir “Turning the Tables”. Hetta er ein undanførsluteknikkur. Tá onkur t.d. finnist at samkyndari lívsførslu, verður kritikkurin ikki svaraður. Í staðin verður lopið á kritikkaran við ákæruni, “Tú ert homofob!” Við hesum retoriska snildi roynir tann, sum verjir samkynda lívsførslu, at flyta fokus frá lívsførsluni, sum verður kritiserað, og yvir á tann, sum kritiserar. Farið verður eftir manninum, ikki bóltinum. Og við at kalla kritikkaran “homofob” verður roynt at vísa øðrum, hvussu langt úti hann er, av tí at hann hugsar soleiðis um samkynda lívsførslu. Við hesum teknikki gera aktivistar tað ógjørligt at kritisera samkynda lívsførslu, tí allir kritikkarar verða stemplaðir sum sjúkligir – og teir mugu enntá fáa hjálp til at hugsa rætt um hesi viðurskifti.
Við hesum teknikki gera aktivistar tað ógjørligt at kritisera samkynda lívsførslu, tí allir kritikkarar verða stemplaðir sum sjúkligir.
Næsta villan snýr seg um ullintu nýtsluna av orðinum“homofobi”, tí orðið verður nýtt við einum alt ov breiðum týdningi. Tað rúmar jú ikki bert sálarliga fyribrigdinum, fobi, sum tað verður lýst omanfyri. Orðið verður eisini nýtt um vanligt varsemi og enntá allar hugsanir, sum fólk kunnu hava mótvegis samkyndari lívsførslu. Tað, sum annars hevði fingið loyvið til at staðið sum væl grundaður kritikkur, verður fangað í nótini hjá hesi elastisku fatan av homofobi. Henda fatan vil haraftrat vera við, at alt, sum hon fangar, hevur sín uppruna í sjúkliga sinninum hjá kritikkaranum.
Undir øllum hesum liggur tann triðja villan, sum er at taka svarið sum givið, áðrenn kritikkurin kemur. Forsprákarar fyri samkyndari lívsførslu tykjast vera so sannførdir, at teir “vita” frammanundan, at allur kritikkur er skeivur uttan undantak. Kritikkurin má tí hava sín uppruna í skeiva hugsanarháttinum ella sjúkliga sinninum hjá kritikkaranum. Og av tí at man “veit”, at rótin til trupulleikan er at finna í sinnisstøðuni hjá kritikkaranum, so velur man at leypa á hana við at kalla kritikkaran “homofob”. Við hesi “vitan” kunnu øll øðrvísi sjónarmið tí fangast av hesi víðkaðu fatan av “homofobi” og tveitast aftur eftir kritikkaranum við eini kenslu av rættvísari vreiði. Kritiskur hugsanarháttur verður sostatt harðliga steðgaður, áðrenn hann megnar at koma í gongd.
Spurningur má setast við, um føroysku forsprákararnir nýta retorikkin tilvitað, ella um teir ókritiskt hava tikið hann til sín.
Av tí at hetta neiliga fyribrigdið er komið úr útlondum, má spurningur setast við, um føroysku forsprákararnir nýta retorikkin tilvitað, ella um teir ókritiskt hava tikið hann til sín. Vónandi eru føroyingar tó samdir um, at í kjakinum um hjúnabandslógina komandi tíðina mugu forsprákarar fyri broyting gevast við at nýta henda ólogiska og skeiva retorikk. Ein øðrvísi meining er jú als ikki tað sama sum homofobi. Og í einum fólkaræði, har talu- og skrivifrælsi er eitt av grundvirðunum, má tað vera loyvt at hava kritiskar spurningar um eitthvørt. Bert við kritiskari viðgerð fáa vit haldgóðar loysnir – ikki minst viðvíkjandi hjúnabandslógini. Tí eitt er vist: hjúnabandslógin er ikki nakað einfalt mál, hóast forsprákarar royna at siga okkum tað.