Broytt hjúnaband merkir broytt seksualundirvísing

Verður hjúnabandslógin broytt, so at tvey av sama kyni eisini verða umfatað av henni, fer ein sjálvfylgja at vera, at skúlaverkið verður ávirkað. Seksualundirvísingin má broytast, so hon endurspeglar nýggja veruleikan. Hetta segði Lyle Shelton, tá ið hann svaraði spurningum aftan á fyrilesturin hann helt í Hoyvík í desember síðsta ár.

“Vit hava longu sæð í amerikanska statinum Massachusetts, at tey hava útgivið bøkur til barnaskúlar,” segði hann. “Ein bók eitur King and King (‘Kongur og Kongur’). Hetta er ein ævintýrsøga um tveir menn, sum giftast og mussast, og hetta tilfarið verður nýtt. Børn verða soleiðis indoktrinerað við samkyndari ideologi, meðan tey eru heilt lítil. Eg vildið hildið, at flestu foreldur hava eina meining um, hvørt teirra børn skulu læra hetta í barnaskúlanum ella ikki.”

Í Avstralia er tað statsstuðlaði felagsskapurin Safe Schools Coalition Australia (SSCA), sum virkar fyri hesi somu ideologi á higartil næstan 500 skúlum. M.a. læra gentur, ið kenna seg sum dreingir, at binda síni bróst inn fyri at forða bróstmenningini. Og dreingir, ið kenna seg sum gentur, læra at fjala síni kynsgøgn.

“Hetta hendir longu nú, áðrenn vit hava broytt hjúnabandslógina. Tað, sum gongur fyri seg, er skakandi. Vit í Australian Christian Lobby hava kannað hetta nærri, og á heimasíðuni hjá SSCA hava vit funnið meira av hesum tilfari, ið verður nýtt á skúlum. Vit hava víst politikkarum tilfarið. Øll eru skakað. Vit hava gjørt ummæli í miðlunum, men vit eru ikki komin so langt, at ein størri partur av fólkinum talar at. Vónandi verður tað næsta ár, og vit fara at halda á við okkara átaki, tí at tað, sum tey læra tey ungu, er beinleiðis ónt.”

Tað er ein sannroynd, at mong ung fara gjøgnum tíðarskeið, har tey eru ørkymlað um sín kynsliga samleika. Mong vaksa seg frá tí, og millum teirra, ið halda seg vera transpersónar, siga heili 80%, at hesar kenslur hvørva við árunum.

“Hagtøl vísa, at um tú letur børnini fáa frið, koma tey flestu ígjøgnum hetta ørkymlandi tíðarskeið í øllum góðum. Men at læra børn um hetta nýggja kynsástøðið, tá tey eru so ung, er ógvuliga ørkymlandi fyri tey,” ávarar Lyle Shelton.

Hóast tað er nóg trupult í sær sjálvum at vera ørkymlaður, so kann virksemið hjá SSCA hava enn verri fylgjur við sær.

“Um hetta førir til langtíðar avleiðingar fyri likamið, t.d. bróstskaða ella ófruktbæri, hvør skal so ábyrgjast fyri tað?,” spyr Lyle Shelton framhaldandi um skaðiligu ráðini, SSCA gevur ungum í Australia. “Vit hildu hetta vera so mikið álvarsamt, at vit bóðu ein løgfrøðing um at geva okkum løgfrøðiliga ráðgeving. Hann segði, at myndugleikarnir kunnu ábyrgjast, um eitt barn fær skaða av at taka ímóti ráðunum, ið eru at finna í hesum tilfarinum, sum verður nýtt á skúlum í dag.”

Lyle Shelton leggur dent á, at seksualundirvísing er eitt ógvuliga álvarsamt mál í hesi dagsskrá, tí tað kann fáa so álvarsligar avleiðingar fyri børnini – serliga fyri transpersónar.

“Hetta tilfarið verður eisini ført inn á okkara skúlar nú, og tað ger okkum stúrin. Tilfarið leggur ikki upp til kynsskifti, tá børnini eru so smá, men tað leggur upp til hitt, sum eg nevndi. Seinni fer onkur tí kanska at skifta kyn, og tað hevur avleiðingar.”

“Hetta er eitt kynsástøði,” tekur Lyle Shelton samanum. “Ongin kann broyta sína lívfrøðiligu støðu. Um tú ert føddur sum kallkyn, hevur tú mannlig kromosom. Man kann gera royndir við tíni beinagrind 100 ár eftir, at tú ert deyður, og staðfesta, at tú vart ein maður, uttan mun til hvussu nógvar viðgerðir, tú hevur havt, ella hvussu nógv hormon, tú hevur tikið fyri at gerast ein kvinna. Eg haldi ikki, at nógv fólk vita hetta. Men hetta kynsástøðið hevur fingið alsamt betri rúm í okkara vanligu mentan og er nú komið inn í undirvísingarætlanir á okkara skúlum.”

Politikkarar og felagsskapir hava funnist at átakinum hjá SSCA fyri at fremja eina “víðgongda seksuella eksperimentatión.” Átakið, sum varð sett í verk undir undanfarnu stjórn, hevur síðstu mánaðirnar ført til, at núverandi forsætisráðharrin, Malcolm Turnbull, er komin undir trýst, og hann hevur tí biðið um eina frágreiðing um átakið.

Lyle Shelton um “Hvat ‘javnrættindi’ kosta”

Hin 13. desembur, 2015, helt australski Lyle Shelton fyrilestur í Skúlanum við Løgmannabreyt. Ja til hjúnabandið skipaði fyri og evnið var, “Hvat ‘javnrættindi’ kosta”. Her er upptøkan av fyrilestrinum.

Aftaná fyrilesturin, setti Arni Zachariassen honum spurningar, sum vóru innkomnir. Hygg her.

Samrøða við Lyle Shelton

Sum kunnugt kemur Lyle Shelton til Føroya í vikuskiftinum. Í sambandi við vitjanina tosaði Arni Zachariassen við miðlamannin og dagliga leiðaran hjá Australian Christian Lobby. Komið varð inn á bakgrundina hjá Lyle, virksemið hjá honum í Avstralia og okkurt av tí, sum føroyskir áhoyrarar kunnu vænta at hoyra hann føra fram sunnudagin, tá hann fer at halda fyrilestur um “Hvat ‘javnrættindi’ kosta samfelagnum” í Skúlanum við Løgmannabreyt kl. 15.30.

 

Nei, Lyle Shelton ætlar sær ikki at skiljast frá konu síni

Stutt eftir, at tað í tíðindaskrivið í gjár varð kunngjørt, at australski Lyle Shelton kemur til Føroya at stuðla siðbundna hjúnabandinum, legði portal.fo ein stubba út, sum varð kallaður, “Vil skiljast frá konuni um hjúnabandslógin verður broytt”.

Greinin bygdi á eina misskiljing av eini eitt sindur provokerandi, men viðkomandi viðmerking, sum Lyle Shelton hevði havt á munni í australsku miðlunum. Tað var Nick Jensen – ið eins og Shelton hevur samband við Australian Christian Lobby – sum hevði sagt, at verður hjúnabandslógin í landinum broytt og gjørd kynsneutral, so fóru hann og konan at umhugsa at lata seg skilja. Spurdur, um hann tók undir við hesum, segði Shelton, at tað gjørdi hann.

“Tá ið kallkyn og kvennkyn, maður og kona, verða tikin burtur, so hevur tað sjálvandi ávirkan á hjúnabandssáttmálan, sum fleiri av okkum vórðu gift undir. Tað er eitt sindur sum at spæla fótbólt við australskum reglum og hálvan veg í dystinum at broyta tær til útlendskar,” segði Shelton tá við news.com.au.

Tá ið Arni Zachariassen frá Ja til hjúnabandið tosaði við Lyle Shelton í morgun, tók hann aftur í somu mynd.

“Tá ið eg giftist afturi í 1993, var hjúnabandið ímillum ein mann og eina konu,” greiddi hann frá. “Nú eru spælireglurnar broyttar. Og tað, vit royndu at siga ígjøgnum miðlarnar, var, at um tú broytir spælireglurnar, so broytir tú mítt hjúnaband.”

“Merkir mín hjúnabandsváttan tað sama, sum hon gjørdi í 1993? Tað er greitt, at tað ger hon ikki.”

Men ætla Lyle og kona hansara, Wendy, veruliga at skiljast? Nei, er svarið.

“Kona mín vil tíbetur ikki, at vit skiljast, heldur ikki orsakað av hesum. So eg má siga, at mítt hjúnaband er í góðum hondum.”

Endamálið var at fáa fólk at hugsa. Til hetta endamál varð tikið til eitt sindur av provokatión og skemti. Men spurningurin um at broyta hjúnabandið er álvarsamur.

“Tað, sum vit vildu vísa fólki, var, at uttan mun til propagandaið frá hinari síðuni, har tey ferð eftir ferð siga, at tað ikki fer at ávirka parlagið hjá nøkrum øðrum, tað hevur ongar avleiðingar, ikki fyri børn og ikki fyri talufrælsið – so er tað alt skeivt. Tað hevur djúptøknar avleiðingar, tá ið tú broytir tað, sum hjúnaband merkir,” sigur Shelton at enda.

“Um hjúnabandið ikki er ímillum ein mann og eina konu, hvat er so virðið í míni hjúnabandsváttan? Hetta eru viðurskifti, vit mugu hugsa leingi og væl um.”

Lyle Shelton og konan fara altso ikki at skiljast, um nakar ivast. Er hetta ikki nóg greitt, so verður góður møguleiki at spyrja Lyle Shelton um tað ella eitthvørt annað ivamál, sum hevur við hjúnabandið og tess avbjóðingar í dag at gera. Hann fer at halda almennan fyrilestur um evnið, “Hvat ‘javnrættindi’ kosta samfelagnum” í Skúlanum við Løgmannabreyt sunnudagin 13. desember kl. 15.30.

Í morgin kemur øll samrøðan við Lyle Shelton út á hesi síðuni.

Til Føroya at kjakast um hjúnabandslógina

Komandi vikuskifti fær Ja til hjúnabandið vitjan av Lyle Shelton, ið er dagligur leiðari fyri Australian Christian Lobby. Lyle Shelton ferðast nógv kring heimin í sambandi við kjakið um hjúnabandslógina. Í heyst var hann í USA, og í hesum døgum er hann á rundferð í Vesturevropa. Fríggjadagin setir hann so kós ímóti Føroyum, og hann steðgar her til mánadagin.

 

“Hvat ‘javnrættindi’ kosta samfelagnum” í Havn sunnudagin

Á ferðini í Føroyum fer Lyle Shelton at luttaka á bæði almennum og óalmennum tiltøkum. Høvuðstiltakið verður sunnudagin 13. desember kl. 15.30, tá Lyle Shelton heldur fyrilestur í Skúlanum við Løgmannabreyt. Heitið á fyrilestrinum er “Hvat ‘javnrættindi’ kosta samfelagnum”.

Undir fyrstu løgtingsviðgerð av uppskotinum um at broyta hjúnabandslógina vildu uppskotsstillarar og onnur vera við, at tað ikki fær nakrar neiligar avleiðingar fyri samfelagið, um hjúnabandslógin verður broytt. Hesum er Lyle Shelton ikki samdur í. Hann sigur, at tað er heilt týðiligt, at í londum, har hjúnabandslógin er vorðin broytt, hevur tað havt nógvar neiligar avleiðingar við sær innan fleiri týðandi og álvarssom samfelagsøki.

 

Møguleiki fyri spurningum og kjaki

Eftir fyrilesturin verður høvi at seta Lyle Shelton spurningar. Arbeitt hevur eisini verið við at fáa kjak í lag millum Lyle Shelton og umboð fyri tey, ið vilja broyta hjúnabandslógina. Um tað eydnast, verður tað eisini partur av tiltakinum.

 

Atgongumerki

Atgongumerki til fyrilesturin kunnu keypast í forsølu á www.tilmelding.fo (trýst her). Vanligt atgongumerki kostar 85 kr., meðan lesandi og skúlanæmingar rinda 50 kr.

Við dyrnar kosta atgongumerki ávikavist 100 og 60 kr.