Talufrælsi – eisini tá vit tosa um hjúnabandslógina

“Ein og hvør hevur rætt til talufrælsi.” (Evropeiski mannarættindasáttmálin, § 10)

Mikumorgunin 7. januar 2015 stendur uttan iva eftir í minninum hjá flestu føroyingum. Henda morgun varð redaktiónin hjá franska satirublaðnum, Charlie Hebdo, fyri yvirgangsálopi. 12 fólk doyðu, og fleiri onnur vórðu særd. Al-Qaeda átók sær ábyrgdina av yvirgangsálopinum. Orsøkin til álopið var at finna í islamkritiska hugburðinum hjá satirublaðnum, sum nøkur ár frammanundan endurprentaði víðagitnu tekningarnar av Muhammed profeti, umframt at blaðið regluliga gav út sínar egnu tekningar av honum.

Næstu dagarnar vóru miðlarnir á tremur við tíðindum úr Fraklandi. Milliónir av fólkum – teirra millum føroyingar – tóku slagorðið Je suis Charlie (“Eg eri Charlie”) til sín, og harvið vístu tey virðing fyri og samkenslu við teimum, ið lótu lív fyri talufrælsið.

Heima í Føroyum ávirkaði sorgarleikurin nógv. KVF gjørdi nógv burturúr við bæði at senda eitt tíðindafólk til París og at gera eykasendingar um evnið. Í Degi & Viku segði ein nevndarlimur í Føroysk Miðlafólk, at “Myndugleikarnir mugu geva talu- og skrivifrælsinum so góðar umstøður, sum til ber. Verja og hjúkla um tað so væl, sum til ber. Og allastaðni royna ikki at avmarka tað,” tí, sum hann segði, “Hetta er eitt virði í okkara fólkaræði.”

Tey, sum eru ímóti at broyta hjúnabandslógina, verða ofta skýrd trongskygd, homofobisk og mannahatsk.

Hóast føroysku miðlarnir og mong onnur leggja so stóran dent á talu- og skrivifrælsið, so kann ein kortini seta spurnartekin við, um føroyingar í veruleikanum eru fyri talu- og skrivifrælsi í verki. Hóast støðan í Føroyum sjálvandi er nógv øðrvísi enn tað, sum hendi í París, so tykist tó mangan, at fólk ikki rúma meiningum hjá øðrum, og serliga tá ið trupul og kensluborin evni verða tikin fram. Besta dømið man vera, tá ið prátið fellur á okkurt, sum hevur við samkynd at gera og í hesum døgum serliga spurningin um at broyta hjúnabandslógina.

Inntil miðskeiðis í 90’unum vóru føroyingar mest sum samdir um, at sjálvandi skuldu samkynd ikki hava møguleika at giftast ella skrásetast í parlagi. Men í dag, gott 20 ár seinni, kann tað vera so mikið trupult at hava hesa meining, at fá tora at úttala seg alment. Ákoyringarnar frá í øllum førum nøkrum av teimum, sum eru fyri samkyndum lívsstíli, eru jú nógvar og mangan ljótar. Tey, sum eru ímóti at broyta hjúnabandslógina, verða ofta skýrd trongskygd, homofobisk og mannahatsk. Her má tó leggjast aftrat, at nøkur av hesum seinnu eisini kunnu brúka orð og setningar mótvegis samkyndum, sum høvdu verið betri ósøgd.

Hvat er hent? Hvussu ber tað til, at vit í dag á tí einu síðuni – næstan í tráð við tað, sum Voltaire segði: “Eg eri ósamdur við tær, men eg vil doyggja fyri tín rætt at siga tína meining” – leggja ógvuliga stóran dent á talu- og skrivifrælsið, meðan vit samstundis kalla tey, sum vit eru ósamd við, fyri bæði eitt og annað og harvið í grundini hótta tey til at tiga?

Hvar er talufrælsið í okkara fólkaræði? Hvar er virðingin fyri øðrvísi sjónarmiðum?

Fyri at taka eitt ítøkiligt dømi um støðuna í Føroyum nýtist einum bert at hugsa um alt kjakið og øsingina, sum stóðst av bønartiltakinum á Vaglinum 29. august. Hóast hjúnabandið bert var ein lítil partur av bønarskránni, so var tað hetta, sum festi eld í millum føroyingar. Onkur valdi enntá at gera eina samanbering millum hetta tiltak, sum er ein grundlógartryggjaður rættur, og fríggjadagsbønina hjá prestastýrinum í Iran. Júst hvussu hetta skuldi skiljast, er ikki heilt greitt, men kortini er tað ein snildur máti at fáa fólk at lata vera við at siga sína meining. Tí hvør ynskir at verða samanborin við muslimsku leiðararnar í Iran, sum bæði pína og avrætta tey, sum trúgva nakað annað enn teir?

Her verða vit noydd at spyrja: hvar er talufrælsið í okkara fólkaræði? Hvar er virðingin fyri øðrvísi sjónarmiðum? Hevði tað ikki verið betri, um Føroyar vóru rúmligari? Og at føroyingar, tá ósemja er um okkurt, viðgjørdu øðrvísi sjónarmið við virðing heldur enn við at niðurgera og køva tey? Og munnu vit øll ikki av hjarta vilja Føroyum tað besta, hóast vit eru ósamd um nøkur týðandi og kensluborin mál?

Svarið er nokk jú. Latið okkum tí geva talufrælsinum sítt rætta pláss í okkara samfelagskjaki, eisini tá vit tosa um hjúnabandslógina.

Um alt er hjúnaband, so er einki hjúnaband

Í Zimbabwe fara tey skjótt at gevast at brúka sítt egna gjaldoyra. Í seinasta lagi síðst í septembur skulu borgarar býta gomlu zimbabwesku dollararnar um við amerikanskar dollarar, sum er mest brúkta gjaldoyra í suðurafrikanska landinum. Zimbabweski dollarin hevur so at siga onki virði longur. Og orsøkin til tað er inflatión. Tá ið inflatiónin í Zimbabwe var hægst, í endanum á 2008, var hon uppi á 231.000.000%. Nú fært tú fimm amerikanskar dollarar fyri 175 kvadrilliónir (175,000,000,000,000,000) zimbabweskar.

Inflatiónin hendi, tí forsetin Robert Mugabe fór at prenta pengar sum svar uppá eina fíggjarliga kreppu. Men meira pengar eru, minni verdir eru teir. Og til endans er inflatiónin so høg, at teir einki virði hava.

Spurningurin um hjúnabandið – heilt ítøkiliga, hvat hjúnabandið er – er glóðheitur í vesturheiminum í dag. Ein meiriluti av vesturlendskum londum, teirra millum Danmark, Bretland og Amerika, hava broytt hjúnabandslógina, so at hjúnabandið ikki longur er ímillum kvinnu og mann einans, men eisini tveir limir av sama kyni. Rópt verður hart um javnrættindi umframt tað órættvísi og mismun, sum siðbundna hjúnabandsfatanin umboðar. Handan hesi rópini goymir seg ein nýggj fatan av hjúnabandinum, sum er øðrvísi og meira avmarkað enn tann siðbundna og gongur, tá samanum kemur, ímóti henni. Ein fatan, sum miðsavnar seg um sterku kenslurnar hjá einstøkum menniskjum. Tey, ið eru forelskað og fegin vilja giftast, tey eiga at sleppa at giftast. Tað er tað, sum hjúnabandið snýr seg um.

Verður pilkað við eitt gjaldoyra, so missir tað virði. Tað sama er galdandi fyri hjúnabandið.

Hetta gongur ímóti siðbundnu hjúnabandsfatanini, sum í øldir hevur bundið saman tvey, í eini heildarumfatandi eind av kroppi og huga, til eitt lívslangt og trúfast samlív, sum millum annað hevur nøring og uppaling av børnum neyðturviliga tengd at sær.

Verður pilkað við eitt gjaldoyra, so missir tað virði. Tað sama er galdandi fyri hjúnabandið. Pilka vit við hjúnabandið, er vandi fyri, at tað missir sítt virði. Inflatión kemur í stovnin. Og alt fer út at koyra.

Tú skalt ikki leita leingi eftir meira høpisleysu avleiðingunum av hesi hjúnainflatiónini. Forsprákarar skjóta nú upp hjúnaband ímillum menniskju og tólmenni, millum menniskju og kelidjór, menniskju og telduspælspersónar, menniskju og Eiffel torn. Fólk skulu eisini sleppa at giftast við fleiri enn einum persóni, við sær sjálvum, ella familjulimum. Og hví skal hjúnabandið vara alt lívið? Tíðaravmarkað royndarhjúnabond er kanska nakað fyri tey ótolnu.

Heimspekingurin Edward Feser, sum sipar til øll hesi eksotisku hjúnabondini, vísir á, at tað eru ikki tey, sum ganga inn fyri siðbundna hjúnabandinum, sum skulu harmast um hesa løgnu gongdina. Tað eru hinvegin tey, sum eru fyri “hjúnajavnaði”, sum í veruleikanum hava nakað at harmast um. Hjúnainflatión, sigur Feser,

“lækkar fullkomiliga virði, sum hjúnaspjaldrið hevur, og máðar tí alt støðið undan endamálinum við rørsluni fyri “hjúnajavnaði”, sum var at gera samkynd parløg virðilig við at seta hjúnaspjaldrið á tey.”

Og um inflatión soleiðis kemur í hjúnabandið, hvat er so vunnið?

Feser heldur á fram:

“Tað at víðka nýtsluna av orðinum “hjúnaband”, so tað eisini dekkar ymisk eksotisk parløg, ger ikki hesi parløgini meira virðilig, júst á sama hátt sum tað at geva øllum børnunum í [skúlanum] próvtalið 12 ikki økir um vitanina ella styrkir førleikarnar hjá næmingunum. Í sambandi við tað fyrra eins væl og tað seinna so fara summi fólk óivað at hugsa: “Sum tað er fitt! Eg gleðist teirra vegna!” Men fá fara í álvara at halda, at eksotisku parløgini hava nær námind somu virðiligheit, sum siðbundna hjúnaidealið hevur, líka lítið sum tey veruliga halda, at øll børnini í [skúlanum] nú duga yvir miðal.

So eins og næmingurin við 12-talinum, sum knappliga uppdagar, at hansara avrik komu av støðumetsinflatión, fara forsprákarar fyri “hjúnajavnaði” kanska skjótt at undra seg og spyrja, um teirra sigur ikki var ein innantómur av slagnum.”

Um vit sleppa siðbundnu fatanini av hjúnabandinum og byrja at pilka við hana, hvat forðar so fyri, at hjúnabandið ikki blívur til annað enn eina kontraktlóggávu við einum fínari navni? Og um inflatión soleiðis kemur í hjúnabandið, hvat er so vunnið? Tí um alt er hjúnaband, so er einki hjúnaband.

Javnrættindi til fleirgiftu?

Í greinini “Øll hava rætt til hjúnaband” varð víst á, at ósemjan um hjúnabandslógina í veruleikanum ikki snýr seg um rættvísi og javnrættindi, men um, hvat hjúnabandið er fyri nakað.

Tað er ikki einans í nýggjari tíð, at ósemja hevur verið um, hvat hjúnabandið er, og hvønn tað skal vera galdandi fyri. Í 1860’unum gjørdi amerikanska kongressin lógir, sum gjørdu tað ólógligt at vera giftur við fleiri í senn. Orsøkin til hetta var, at í Utah-økinum vóru mong, sum praktiseraðu fleirgiftu, soleiðis at menn giftust við fleiri kvinnum – í samsvari við táverandi mormonska trúgv. Mormonar stríddust ímóti lógunum og grundaðu sína støðu á átrúnaðarligt frælsi. Og tá ið teirra søk varð løgd fyri hægstarætt í 1878, váttaði hægstirættur: tað skuldi ikki vera loyvt at vera giftur við fleiri í senn. Hjúnabandið skuldi vera ímillum eina kvinnu og ein mann. Í dóminum varð m.a. grundgivið við, at hjúnabandið millum mann og kvinnu er týdningarmesti liðurin í samfelagnum, og at samfelagið í stóran mun er grundað á hjúnabandið.

Um hjúnalag skal fevna um tvey av sama kyni, við javnrættindum sum orsøk, er so nøkur orsøk at siga, at tað ikki eisini skal vera galdandi fyri trý ella fleiri, sum saman eisini ynskja somu rættindi?

Í juni í ár avgjørdu fimm av nýggju limum í hægstarætti, at eingin statur í USA kann forða tveimum av sama kyni at giftast. Ein kundi so spurt, um hesi fimm eisini skuldu staðfest, at fleirgifta skal vera loyvd sum fullgyldugt hjúnaband. Tí hetta var ikki einans eitt ynski í 19. øld. Í dag eru eisini fleiri, sum ynskja fleirgiftu; har tað antin er ein persónur, sum er giftur við fleiri í senn, ella trý ella fleiri í einum felags hjúnabandi. Nógv dømi eru um hesi. Eitt dømi er tríggjar kvinnur í Massachussetts, sum – tó at tær ikki hava loyvi at giftast – høvdu brúdleypsdag, liva saman sum giftar, og hava fingið ein løgfrøðing at luta arvin javnt. Hóast tær ikki eru lógliga giftar, siga tær, at tær síggja seg sum giftar.

Um spurningurin um hjúnaband einans snýr seg um javnrættindi og  rættvísi, er so nøkur orsøk til at nokta hesum sama rætt? Um hjúnalag skal fevna um tvey av sama kyni, við javnrættindum sum orsøk, er so nøkur orsøk at siga, at tað ikki eisini skal vera galdandi fyri trý ella fleiri, sum saman eisini ynskja somu rættindi? Broyta vit hjúnabandið eina ferð, so kunnu vit saktans gera tað fleiri ferðir.

Nógvar góðar orsøkir eru fyri at varðveita hjúnabandið sum verandi millum mann og kvinnu. Siðbundna hjúnabandið er ikki vorið siðbundið av ongum. Heldur ikki er tað tilevnað av onkrum átrúnaðarligum valdsharrum. Eins og hægstirættur í USA viðurkendi í 1878, er hjúnabandið ein grundsteinur í samfelagnum. Við hjúnabandinum sum grundarlagi gevur kjarnufamiljan børnum bestu korini at mennast og vaksa upp í. Og tí eru myndugleikarnir áhugaðir í hjúnabandinum. Tað ber til at draga einstakar kanningar fram, sum vísa á sera ymisk úrslit. Men sum heild prógva samfelagsvísindi seinastu mongu árini júst hetta.

Ynskir man at umbroyta hjúnabandið, tí man kallar tað javnrættindi, so er eingin orsøk at avmarka tað til tvey, sum ynskja sær javnrættindi.

Fara vit at broyta grundarlagið undir hjúnabandinum til ein spurning um javnsett rættindi til at vera saman, bara tí at man ynskir tað, so er eitt stórt fet tikið ímóti at gera hjúnabandið týdningarleyst. Hetta sæst í londum, ið longu hava framt hesa grundleggjandi broyting. Tá er hjúnabandið ikki annað enn ein kontraktlóggáva við einum fínari navni. Og ynskir man at umbroyta hjúnabandið, tí man kallar tað javnrættindi, so er eingin orsøk at avmarka tað til tvey, sum ynskja sær javnrættindi. Um javnrættindi er lyklaorðið, so kann tað líka so væl gevast trimum ella fleiri, sum ynskja sær hesa kontraktlóggávuna, av tí at tey elska hvørt annað.

Og tá er lítið eftir.

(Les ein samandrátt av Reynolds vs. United States 1878 her.)

Hví eru myndugleikarnir áhugaðir í hjúnabandinum?

Børn hava tað betri, um tey vaksa upp við einum pápa.

Tað heldur Barack Obama eftir øllum at døma. Sum amerikanski forsetin sjálvur greiðir frá í virðisløntu bókini, Dream From My Father, so er tað trupult at vaksa upp uttan ein pápa. Og tað ger lívið truplari. Avbjóðingarnar gerast fleiri og størri. Pápadagin, 15. juni í 2008, segði Obama forseti soleiðis í eini røðu:

Vit kenna hagtølini: Børn, sum vaksa upp uttan ein pápa eru fimm ferðir so sannlík at liva í fátækradømi og at gera brotsgerðir, níggju ferður so sannlík at gevast í skúlanum, og tjúgu ferðir so sannlík at enda í geglinum. Sannlíkindini eru størri fyri, at tey fara at hava atferðartrupulleikar ella at rýma heimanífrá, ella sjálv at gerast foreldur í tannárunum. Og grundarlagið undir okkara nærsamfelagi gerst veikari av tí sama.

Barack Obama er sjálvur prógv fyri, at eingin lagna er ritað í stein. Tey eru nógv, sum hóast álvarsamar avbjóðingar, klára seg framúr væl. Og tað er alt rós vert. Men tað hevði verið betri um pápin var har.

Tí tað er best fyri børn at vaksa upp í einum heimi, har bæði teirra biologisku foreldur liva í einum góðum hjúnabandi.

Tí tað er best fyri børn at vaksa upp í einum heimi, har bæði teirra biologisku foreldur liva í einum góðum hjúnabandi.

Child Trends, ið er ein amerikanskur stovnur, sum granskar í barnavælferð, tók samanum soleiðis:

Tað er ikki bara tað, at tvey foreldur eru til staðar … men tað, at tvey biologisk foreldur eru til staðar, tykist stuðla menningini hjá børnum. …

Gransking vísir greitt, at familjuformur hevur týdning fyri børn, og at tann familjuformurin, sum hjálpir børnum mest, er familjan, har tvey biologisk foreldur liva í einum hjúnabandi uttan stórvegis stríð. Børn í familjum, har bert annað av foreldrunum er til staðar, børn, sum verða fødd ógiftari mammu, og børn í stjúkfamiljum ella familjum, har foreldrini liva saman ógift, eru í størri vanda at fáa vánalig úrslit. … Tað er tí vert, fyri barnsins skyld, at stuðla sterkum, haldgóðum hjúnabondum ímillum biologisk foreldur. (s. 1 og 6)

Breið semja er um hetta í samfelagsvísindaligari gransking: tað, sum er best fyri børn, er, tá teirra biologisku foreldur liva saman í einum góðum hjúnarbandi.

Sunn børn gerast sunn vaksin, og sunn vaksin skapa sunn samfeløg.

Og tað er tí, at myndugleikarnir eru áhugaðir í hjúnabandinum. Tað er ikki tí, at teir hava nakran serligan áhuga í romantikki ella forelskilsi. Teir eru áhugaðir í børnum. Ella, teir eru áhugaðir í, at nýggir borgarar í samfelagnum fáa tey allarbestu korini at vaksa upp í. At úrslitið av framleiðsluni av nýggjum borgarum, fyri at brúka eina mekaniska mynd, verður tað besta, sum til ber. Sunn børn gerast sunn vaksin, og sunn vaksin skapa sunn samfeløg.

Í ljósinum av hesum er tað ikki eitt gott hugskot at broyta hjúnabandslógina. Tí tá gerast biologisk foreldur og náttúrligi, kynsligi komplimentariteturin, ið tey umboða, bert ein valmøguleiki av fleiri. Nøring er av náttúru ómøgulig hjá einum samkyndum pari, og tí fer eitthvørt barn, sum veksur upp hjá einum samkyndum pari, altíð at sakna annað (eins og í eftirgjørdum gitnaði) ella bæði (í sambandi við ættleiðing) av sínum biologisku foreldrum. Og tvær kvinnur ella tveir menn kunnu ikki bjóða einum barni tað sama, sum ein kvinna og ein maður kunnu.

Tískil eiga myndugleikarnir at stuðla tí familjuforminum, sum gevur børnum best kor. Hesin er siðbundna hjúnabandið.

Tað stendur einum og hvørjum føroyingi frítt at skipa síni familjuviðurskifti soleiðis, sum hon ella hann hevur hug til. Tað frælsið, innanfyri rímilig og lóglig mørk, eiga myndugleikarnir at tryggja. Børn kunnu klára seg væl, hóast truplar umstøður. Og øll foreldur gera sítt besta, uttan mun til hvønn familjuform, tey skipa seg í. Men granskingin lýgur ikki: Ikki allir familjuformar geva eins góð úrslit. Tískil eiga myndugleikarnir at stuðla tí familjuforminum, sum veitir børnum best kor. Hesin er siðbundna hjúnabandið.

Øll hava rætt til hjúnaband

Hetta snýr seg heilt einfalt um javnrættindi! Tað vilja tey vera við, sum ynskja at  broyta hjúnabandslógina soleiðis, at tað verður loyvt at giftast við einum av sama kyni. Politikkarar, áhugabólkar og vanligir borgarar, ið taka undir við hesi broyting, hava regluliga spurningin um javnrættindi frammi í teirra argumentatión.

Tí hvør kann vera ímóti javnrættindum? At øll verða líka viðfarin? Javnrættindi eru ein sjálvsøgd grundsúla í einum og hvørjum demokratiskum og siviliseraðum samfelagi.

Men hetta tosið um tað, sum á enskum verður kallað “marriage equality”, er misvísandi. Tað er ikki soleiðis, at tey, sum fegin vilja varðveita hjúnaband soleiðis, sum tað er, eru ímóti javnrættindum. Og uppskotið at broyta hjúnabandslógina, so tvey av sama kyni kunnu giftast hvørjum øðrum, snýr seg ikki um javnrættindi.

Tí í dag hava øll vaksin og myndug fólk í Føroyum júst sama rætt at giftast. Øll hava rætt at giftast, so leingi tey giftast við einum persóni av hinum kyninum.

Øll hava rætt at giftast, so leingi tey giftast við einum persóni av hinum kyninum.

Setur tú teg í samband við myndugleikarnar við endamálinum at blíva giftur, verður tú ongantíð spurdur, hvør tín kynsliga orientering er. Tú verður ikki so mikið sum spurdur, um tú ert forelskað/ur! Tað einasta, myndugleikarnir eru áhugaðir í, er, hvørt hjúnabandið, tú søkir um, livir upp til treytirnar, ið lógin setur. Og hjúnabandið er, sambært føroyskari lóggávu (og so at siga allari lóggávu og øllum siði allastaðni inntil fyri eini 10-15 árum síðani), ímillum kvinnur og menn.

Sum nú er, hava øll, uttan mun til húðalit, átrúnað, politiska sannføring og kynsliga orientering, júst somu rættindi at giftast. Tað skal bara vera við einum persóni av hinum kyninum.

Og koma vit einaferð har til, at vit broyta hjúnabandslógina í Føroyum soleiðis, at tað verður loyvt at giftast við einum av sama kyni, so fara øll, uttan mun til húðalit og alt, eisini kynsliga orientering, eisini at hava fullan rætt at giftast við einum av sama kyni. Ein hinskyndur kundi tá gott gift seg við einum hinskyndum. Ella samkyndum. Hví ikki? Myndugleikarnir hava jú, sum sagt, ongan áhuga í kynsligu orienteringini hjá sínum borgarum.

Kjakið um at broyta hjúnabandslógina er sostatt ikki eitt kjak um javnrættindi. Øll stuðla javnrættindum. Og øll hava javnrættindi á hesum økinum. Tey, sum vilja broyta hjúnabandslógina, vilja broyta hjúnabandið. Tey vilja í veruleikanum seta eitt nýtt slag av hjúnabandi á stovn og sleppa sær av við tað gamla. Hjúnabandið, sum ikki einans er ímillum mann og kvinnu, men eisini ímillum mann og mann, og kvinnu og kvinnu, er ikki eitt javnari hjúnaband. Tað er eitt annað hjúnaband. Eitt nýtt hjúnaband.

Tað snýr seg ikki um javnrættindi. Tað snýr seg um at broyta hjúnabandið.

Hvørt hetta nýggja hjúnabandið er eitt gott hugskot ella ikki, eru eyðsæð ymiskar meiningar um. Men tað er týdningarmikið, at øll gera sær greitt, at tað er hetta, ið tað snýr seg um.

Tað snýr seg ikki um javnrættindi. Tað snýr seg um at broyta hjúnabandið.