Verður hjúnabandslógin broytt, so at tvey av sama kyni eisini verða umfatað av henni, fer ein sjálvfylgja at vera, at skúlaverkið verður ávirkað. Seksualundirvísingin má broytast, so hon endurspeglar nýggja veruleikan. Hetta segði Lyle Shelton, tá ið hann svaraði spurningum aftan á fyrilesturin hann helt í Hoyvík í desember síðsta ár.
“Vit hava longu sæð í amerikanska statinum Massachusetts, at tey hava útgivið bøkur til barnaskúlar,” segði hann. “Ein bók eitur King and King (‘Kongur og Kongur’). Hetta er ein ævintýrsøga um tveir menn, sum giftast og mussast, og hetta tilfarið verður nýtt. Børn verða soleiðis indoktrinerað við samkyndari ideologi, meðan tey eru heilt lítil. Eg vildið hildið, at flestu foreldur hava eina meining um, hvørt teirra børn skulu læra hetta í barnaskúlanum ella ikki.”
Í Avstralia er tað statsstuðlaði felagsskapurin Safe Schools Coalition Australia (SSCA), sum virkar fyri hesi somu ideologi á higartil næstan 500 skúlum. M.a. læra gentur, ið kenna seg sum dreingir, at binda síni bróst inn fyri at forða bróstmenningini. Og dreingir, ið kenna seg sum gentur, læra at fjala síni kynsgøgn.
“Hetta hendir longu nú, áðrenn vit hava broytt hjúnabandslógina. Tað, sum gongur fyri seg, er skakandi. Vit í Australian Christian Lobby hava kannað hetta nærri, og á heimasíðuni hjá SSCA hava vit funnið meira av hesum tilfari, ið verður nýtt á skúlum. Vit hava víst politikkarum tilfarið. Øll eru skakað. Vit hava gjørt ummæli í miðlunum, men vit eru ikki komin so langt, at ein størri partur av fólkinum talar at. Vónandi verður tað næsta ár, og vit fara at halda á við okkara átaki, tí at tað, sum tey læra tey ungu, er beinleiðis ónt.”
Tað er ein sannroynd, at mong ung fara gjøgnum tíðarskeið, har tey eru ørkymlað um sín kynsliga samleika. Mong vaksa seg frá tí, og millum teirra, ið halda seg vera transpersónar, siga heili 80%, at hesar kenslur hvørva við árunum.
“Hagtøl vísa, at um tú letur børnini fáa frið, koma tey flestu ígjøgnum hetta ørkymlandi tíðarskeið í øllum góðum. Men at læra børn um hetta nýggja kynsástøðið, tá tey eru so ung, er ógvuliga ørkymlandi fyri tey,” ávarar Lyle Shelton.
Hóast tað er nóg trupult í sær sjálvum at vera ørkymlaður, so kann virksemið hjá SSCA hava enn verri fylgjur við sær.
“Um hetta førir til langtíðar avleiðingar fyri likamið, t.d. bróstskaða ella ófruktbæri, hvør skal so ábyrgjast fyri tað?,” spyr Lyle Shelton framhaldandi um skaðiligu ráðini, SSCA gevur ungum í Australia. “Vit hildu hetta vera so mikið álvarsamt, at vit bóðu ein løgfrøðing um at geva okkum løgfrøðiliga ráðgeving. Hann segði, at myndugleikarnir kunnu ábyrgjast, um eitt barn fær skaða av at taka ímóti ráðunum, ið eru at finna í hesum tilfarinum, sum verður nýtt á skúlum í dag.”
Lyle Shelton leggur dent á, at seksualundirvísing er eitt ógvuliga álvarsamt mál í hesi dagsskrá, tí tað kann fáa so álvarsligar avleiðingar fyri børnini – serliga fyri transpersónar.
“Hetta tilfarið verður eisini ført inn á okkara skúlar nú, og tað ger okkum stúrin. Tilfarið leggur ikki upp til kynsskifti, tá børnini eru so smá, men tað leggur upp til hitt, sum eg nevndi. Seinni fer onkur tí kanska at skifta kyn, og tað hevur avleiðingar.”
“Hetta er eitt kynsástøði,” tekur Lyle Shelton samanum. “Ongin kann broyta sína lívfrøðiligu støðu. Um tú ert føddur sum kallkyn, hevur tú mannlig kromosom. Man kann gera royndir við tíni beinagrind 100 ár eftir, at tú ert deyður, og staðfesta, at tú vart ein maður, uttan mun til hvussu nógvar viðgerðir, tú hevur havt, ella hvussu nógv hormon, tú hevur tikið fyri at gerast ein kvinna. Eg haldi ikki, at nógv fólk vita hetta. Men hetta kynsástøðið hevur fingið alsamt betri rúm í okkara vanligu mentan og er nú komið inn í undirvísingarætlanir á okkara skúlum.”
Politikkarar og felagsskapir hava funnist at átakinum hjá SSCA fyri at fremja eina “víðgongda seksuella eksperimentatión.” Átakið, sum varð sett í verk undir undanfarnu stjórn, hevur síðstu mánaðirnar ført til, at núverandi forsætisráðharrin, Malcolm Turnbull, er komin undir trýst, og hann hevur tí biðið um eina frágreiðing um átakið.