Meirilutin í Trivnaðarnevndini fær ikki vart kirkjuna

Leitar tú eftir uppfinningarsomum undanførslum, so skalt tú bara lesa tað, sum meirilutin í Trivnaðarnevndini skrivar í sínum áliti um hjúnabandslógina.

Líka síðani uppskotsstillararnir tóku lógaruppskot nr. 21/2015 um ikki at loyva fólkakirkjuni at víga hjún av sama kyni aftur, hevur stóra ivamálið verið, hvat nú fer at henda við kirkjuni. Nógv eru tey, sum meta § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini vera ein avgerandi prinsipiellan trupulleika. Har stendur:

Ægtefæller kan få et ægteskab, som er indgået ved borgerlig vielse, kirkeligt velsignet af en præst i folkekirken.

Argumentið er einfalt: Verður hjúnabandslógin broytt soleiðis, sum uppskotsstillararnir vilja, so verða hjún av sama kyni “ægtefæller” í júst sama mun sum hjún av hvør sínum kyni. Við tí at vera “ægtefælle”, at vera hjún, fylgir rætturin at verða signaður í kirkjuni. So leingi hjúnini eru borgarliga vígd, so hava tey henda rætt. Við hesum er signing av samkyndum komin beint inn í fólkakirkjuna.

Stuðulin, sum uppskotið hevur millum manna, er í stóran mun treytaður av eintýdda muninum, sum hevur verið gjørdur ímillum “borgarligt” og “kirkjuligt”.

Fleiri politikkarar – seinast allur Sambandsflokkurin – hava givið til kennar, at teir ikki ætla sær at lóggeva hjúnaband ímillum tvey av sama kyni inn í kirkjuna. Stuðulin, sum uppskotið hevur millum manna, er eisini í stóran mun treytaður av eintýdda muninum, sum hevur verið gjørdur ímillum “borgarligt” og “kirkjuligt”. Sjálvt LGBT Føroyar hava verið úti og vissað føroyingar um, at tey ikki ætla sær inn í kirkjuna. Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyar, viðgekk tó í sjónvarpskjaki í fjør, at hetta var ein strategisk avgerð frá teirra síðu. Hetta sigur nógv, men fyrst og fremst sigur tað nakað um, júst hvussu greiður viljin hjá Føroya fólki er.

Tað var júst av hesi orsøk, at uppskotsstillararnir upprunaliga gjørdu lógaruppskot nr. 21/2015. Uppskotið varð tó tikið aftur orsakað av prinsipiellum mótmæli frá leiðsluni í fólkakirkjuni. Ikki kann sigast, at nakar av uppskotsstillarunum síðani hevur megnað at sett orð á, hví trupulleikin, ið teir mettu vera so mikið álvarsaman, at sjálv kirkjulógin skuldi broytast, nú er burtur.

Hetta hevur heldur ikki eydnast meirilutanum í Trivnaðarnevndini.

Havt verður á lofti, at § 14 stk. 2 ikki lóggevur inn í føroysku fólkakirkjuna, tí fólkakirkjan er yvirtikið málsøki og er tí føroysk, meðan hjúnabandslógin enn er donsk. Ongi greið og nágreinilig argument verða nevnd fyri at stuðla hesum pástandi.

Í partinum av álitinum, sum meirilutin skrivar, verður roynt at sissa tey, sum bera ótta fyri kirkjuligu avleiðingunum av at broyta hjúnabandslógina. Havt verður á lofti, at § 14 stk. 2 ikki lóggevur inn í føroysku fólkakirkjuna, tí fólkakirkjan er yvirtikið málsøki og er tí føroysk, meðan hjúnabandslógin enn er donsk. Ongi greið og nágreinilig argument verða nevnd fyri at stuðla hesum pástandi. Tað verður ikki víst til nakað annað lógarmál, sum á líknandi hátt er ávirkað av tjóðskaparligari sundurbýting. Ei heldur verður víst til løgfrøðiligu ráðgevingina, sum Trivnaðarnevndin hevur fingið, fyri at grundgeva fyri hesum múrinum ímillum yvirtikin og ikki-yvirtikin málsøki. Man gloymir enntá at nevna, at Mentamálaráðið í sínum uppriti vísir á, at tann parturin av kirkjurættinum, ið viðvíkur signing av borgarliga giftum, og ritualið til hesa signing, ikki eru yvirtikin, og sostatt enn eru undir donskum málsræði. Harumframt viðgongur meirilutin, at løgfrøðiliga ráðgevingin hjá Løgtinginum “ikki er sannførd um, at § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini undir donskum løgræði ikki framvegis røkkur inn í innaru viðurskifti kirkjunnar, hóast kirkjan er yvirtikin”. Men henda ráðgeving verður ikki tikin til eftirtektar, eftir øllum at døma tí at kirkjumál liggja – sambært Trivnaðarnevndini – uttan fyri serfrøðina hjá ráðgevingini hjá Løgtinginum. Tað er Mentamálaráðið, sum “umsitur og harvið tulkar kirkjulóggávuna.” Her gloymir meirilutin at nevna, at Mentamálaráðið sjálvt mældi til antin at strika § 14, stk. 2 ella at broyta hana. Í uppritinum verður millum annað sagt,

“Hevði § 14, stk. 2 verið strokin, hevði tað … verið upp til fólkakirkjuna, hvørt hon valdi at hava ritual til at signa borgarliga gift pør.”

Trupulleikin er tó, at sambært stjóranum í Løgtinginum, so ber tað als ikki til at pilka § 14, stk. 2 burturúr nú.

Manglandi ritualið er tí, í sjálvum sær, eingin forðing fyri, at samkynd kunnu verða signað.

Mentamálaráðið er sostatt ósamt við meirilutan: verður § 14, stk. 2 ikki strokin, er tað ikki upp til kirkjuna sjálva, hvørt hon velur at hava ritual at signa borgarliga gift pør. Tað vil siga, at § 14, stk. 2 lóggevur beinleiðis inn í kirkjuna.

Eisini hevur verið ført fram, at kirkjan ikki kann signa samkynd hjún, tí at hon ikki hevur nakað ritual til endamálið. Tað er rætt, at kirkjan ikki hevur eitt slíkt ritual. Men sambært § 2, stk. 1 í Løgtingslóg nr. 42 frá 26 mai 2008 um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni kann bispur geva loyvi til at nýta onnur ritual enn tey góðkendu. Manglandi ritualið er tí, í sjálvum sær, eingin forðing fyri, at samkynd kunnu verða signað. Og spyrst eitt rættarmál burtur úr hesum, er ikki óhugsandi, at bispur verður noyddur at gera og góðkenna eitt ritual sum skjótast.

Meirilutin tykist ikki sjálvur at vera serliga vísur í síni søk, at danska § 14, stk. 2 onga ávirkan hevur á føroysku fólkakirkjuna, tí roynt verður at vissa Løgtingið um, at heilt fá borgarliga gift hjún hava gjørt brúk av teirra rætti til kirkjuliga vígslu. Hetta er eitt løgið argument, tí tað tykist beinleiðis at mótsiga tí, sum meirilutin júst hevur sagt um, at danskar paragraffir ikki eru galdandi í yvirtiknum stovnum. Um § 14, stk. 2 ikki er galdandi í fólkakirkjuni, hví og hvussu vórðu so hesa fáu borgarliga giftu signað? Samstundis tykist enn ein óvissa at vera at hóma hjá meirilutanum: um nú pástandurin ikki heldur, so kann meirilutin sissa Løgtingið og vísa á, at tað er serstakliga sjáldan, at nakar vil hava sítt borgarliga hjúnaband signað. Til hetta er at siga, at tað skulu bara eini borgarliga gift hjún av sama kyni, sum krevja sín lógarfesta rætt til kirkjuliga signing, til fyri at bróta prinsipiella markið ímillum kirkju og stat.

Hví skal paragraffin, sum jú er púra vandaleys, strikast hóast alt?

Sama óvissa er til seinast at hóma, tá ið meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir til – hóast alt hóvastákið bara nøkur fá reglubrot longur uppi – at § 14, stk. 2 verður strikað. Hví skal paragraffin, sum jú er púra vandaleys, strikast hóast alt? Jú, so at eingin ivi er. Hvørs ivin er, kann lesarin sjálvur gita.

Eitt tað týdningarmesta, sum minnilutin í Trivnaðarnevndini vísir á í samband við alla tilgongdina í hesum máli, er, hvussu illa frágingið arbeiðið hevur verið. Tilgongdin hevur, í teirra orðum, verið “ómetaliga ófullfíggjað”. Minnilutin vísir víðari á ivan, sum Løgtingsskrivstovan hevur um, hvørt ríkislógartilmælið yvirhøvur fer at verða góðtikið av avvarðandi donsku myndugleikunum, hóast tað kanska at enda verður samtykt av Løgtinginum. Hetta tí “allar mannagongdir í sambandi við ríkislógarmál, sum vanliga er ein drúgv tilgongd millum landsstýrið og donsku stjórnina, eru settar til síðis”.

Sama “ómetaliga ófullfíggjaða” háttalag tykist tíverri at eyðkenna argumentini hjá meirilutanum í Trivnaðarnevndini. Farið verður ikki hóvliga fram. Í staðin tykjast argument at verða tikin úr leysari luft, alt vegna eina desperata roynd at bjarga hesi skútu, ið hevði stungið eina broytta hjúnabandslóg út í kortið, men sum nú er so gjøgnumgatað við holum, at hon bert liggur tyngri og tyngri í sjónum.

Mynd: Simon Varwell/flickr. Viðgjørd.

Framløga til hoyring í Trivnaðarnevndini

Hin 19. januar 2016 vórðu umboð fyri Ja til hjúnabandið boðin í Trivnaðarnevndina í Løgtinginum, har uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, so at tvey av sama kyni kunnu giftast, varð viðgjørt. Hetta er tað, vit løgdu fram. Ávísir smálutir eru broyttir fyri at verja samleikan hjá fólki.

Góðan morgun!

Eg eiti Arni Zachariassen, og hetta er Helgi Abrahamsen, og vit umboða felagsskapin Ja til hjúnabandið.

Eg vil fyrst av øllum hjartaliga takka tykkum fyri hendan møguleikan. Tað er ein heiður at tosa við tykkum, okkara fólkavaldu, um hendan týdningarmikla spurningin. Tað eru vit í felagsskapinum ógvuliga takksom fyri.

Ja til hjúnabandið er ein lítil felagsskapur, sum varð stovnaður í august mánaði síðsta ár. Okkara endamál er at verja hjúnabandið og verja familjuna ímóti hugskotum, trýstum, kanska man kann siga álopum, sum vit meta hótta hendan virðismikla stovnin. Vit hava til endamáls at luttaka í almenna kjakinum og føra argument fram, ið stuðla hjúnabandinum og familjuni, og vit sikta eftir at gera tað á ein skynsaman og virðiligan hátt.

Vit hava eina heimasíðu og eina síðu á Facebook, har vit rímiliga javnan leggja greinar og annað tilfar út og samskifta við fólk. Vit hava eisini skipað fyri onkrum tiltaki og onkrari vitjan úr útlondum. Og so tosa vit við trivnaðarnevndir, tá ið høvið býðst.

Tað, sum eg vil tosa um í morgun er, hví vit meta, at uppskotið, sum er lagt fram fyri tingið um at broyta hjúnabandslógina, so at fólk av sama kyni kunnu giftast við hvørjum øðrum, ikki er eitt gott hugskot. Hetta er Trivnaðarnevndin, og eg má viðganga, at eg varð eitt sindur kløkkur, tá ið eg las uppskotið upprunaliga og sá, hvussu lítið pláss varð brúkt upp á at lýsa, hvørjar avleiðingarnar, ið lógarbroytingin varð mett at hava við sær. Kanska veit eg ikki nóg nógv um politikk og um lógarsmíð, men man skuldi trúð, at praktisku avleiðingarnar av einum lógaruppskoti vóru tað týdningarmesta, man tók atlit til. Og at tá ið man gjørdi lógir, so kannaði man sum fólkavaldur, hvat fólkið sigur um júst tann spurningin. Men tað er sjálvandi gleðiligt, at vit kunnu koma saman nú á henda hátt og tosa um tað.

Hjúnabandið er grundað á menniskjaliga veruleikan ella sannleikan, at vit náttúrliga eru orienterað ímóti at koma saman at nørast og vaksa í tali.

Fyri at svara spurninginum, so vil eg fyrst av øllum siga, at vit halda hjúnabandið vera ein hin týdningarmesta og mest grundleggjandi stovnin í einum samfelag. Hjúnabandið er tann juridiski og sivil-etiski stovnurin, sum eksisterar í okkara lógum, men eisini í okkara høvdi, okkara kollektivu tilvitsku, og okkara dagligu og søguligu praksis. Hesin stovnur setur ein bindandi karm rundanum familjulívið. Hjúnabandið er, við øðrum orðum, ein náttúrligur stovnur. Tí er tað, at mentanir og samfeløg kring allan heimin hava funnið upp á hjúnabandið ferð eftir ferð upp ígjøgnum søguna. Ella, um man skal vera tekniskt korrektur, so vildi eg sagt, at samfeløg ikki finna upp á hjúnabandið, men finna út av tí. Samfeløg skapa ikki hjúnabandið – samfeløg viðurkenna hjúnabandið. Orsøkin er, at hjúnabandið er grundað á menniskjaliga veruleikan ella sannleikan, at vit náttúrliga eru orienterað ímóti at koma saman at nørast og vaksa í tali, sum tað stendur skrivað. Man kann við øðrum orðum siga, at hjúnabandið er ein heildarumfatandi eind. Tað umfatar kærleikan ímillum mann og konu og tað samlív, ið tvey, sum elskað hvørt annað, náttúrliga vilja ganga inní saman og hava í felag. Tað umfatar eisini tað lív, sum – um alt riggar soleiðis, sum tað skal – náttúrliga spyrst burtur úr hesum kærleika og hesum samlívi. Samstundis umfatar tað eisini kærleikan, ið er ímillum foreldur og børn, og børn og foreldur. Soleiðis umboðar og grundfestir hjúnabandið tryggar og haldgóðar karmar rundanum grundleggjandi samfelagseindina, sum familjan er. Í hjúnabandinum verða kallkyn og kvennkyn sameind, maður og kona sameind, pápi og móðir sameind, alt við tí yvirskipaða endamáli at tryggja allarbestu korini yvirhøvur til tað lív, sum henda sameining náttúrliga skapar. Hjúnabandið halgar tískil í ein týdningarmiklan mun kærleiksfulla sambandið og tilknýtið ímillum foreldur og børn.

Eg eri nóg heppin at hava upplivað eitt gott familjulív sum barn. Eg vaks upp í einum tryggum, stabilum og góðum heimi, har límið, sum helt øllum saman, var kærleikin ímillum mammu og pápa mín. Ein kærleiki, sum varð úttryktur, viðurkendur og hátíðarhildin í formella hjúnabandslyftinum, sum tey høvdu givið hvørjum øðrum, og sum tey hildu seg til í viðgangi og mótgangi. Tey eru tann størsti íblásturin hjá mær, tá eg nú royni at vera besti maðurin, sum eg kann vera fyri mína konu, og í ein týdningarmiklan mun soleiðis at vera besti pápin, sum eg kann vera fyri okkara børn.

Í hjúnabandinum verða kallkyn og kvennkyn sameind, maður og kona sameind, pápi og móðir sameind, alt við tí yvirskipaða endamáli at tryggja allarbestu korini yvirhøvur til tað lív, sum henda sameining náttúrliga skapar.

Hinvegin, so kenni eg eisini skuggasíðuna av hesum. Í mínum dagliga lívi og arbeiði komi eg bæði í samband við og inná menniskju, sum hava tað torført. Ein felagsnevnari fyri ein meiriluta av teimum er ein torførur barndómur. Og okkara familjukor – tær umstøður, sum vit uppliva sum børn – hava ótrúliga stóran týdning. Ikki øll eru so heppin at sleppa at uppliva góð barnaár. Ring familjukor hava við sær eitt niðursett mótstøðuføri yvir fyri lívsins avbjóðingum og kann í summum førum skapa eina so mikið svára pínu í sálini, at menniskju hava torført við at yvirliva. Tað vil ikki siga, at øll, sum hava góð familjukor, klára seg væl, og at øll, sum hava minni góð familjukor, klára seg illa. Men tað er soleiðis, at okkara upplivingar og okkara umstøður í uppvøkstrinum hava stóran týdning fyri, hvussu vit klára okkum, og hvussu vit handfara lívið.

Tað, sum vit í Ja til hjúnabandið óttast fyri, tá ið tað snýr seg um uppskotið um at loyva tveimum av sama kyni at giftast, er, at hetta ger upp við kynsliga komplimentaritetin, sum higartil hevur verið ein definerandi og sjálvsagdur partur av hjúnabandinum. Hetta at kvinnur og menn eru ymisk, men koma saman og gerast eitt og gerast meir í hjúnabandinum. Hesin kynsligi komplimentaritetur liggur, sjálvandi, sum grundarlag fyri allari nøring. Tað skal ein maður og ein kvinna til at fáa eitt barn. Ikki tykkum at siga, so er eingin annar máti enn hesin. Sjálvt um vit tosa hátøkniliga um eftirgjørdan gitnað og alt møguligt, so er enn talan um eina ávísa kyknu frá eini kvinnu og eina ávísa kyknu frá einum manni. Taka vit kynsliga komplimentaritetin úr alment galdandi definitiónini av hjúnabandinum, so hava vit reint logiskt einki grundarlag longur fyri at siga, at hjúnabandið í ein neyðturviligan mun snýr seg um nøring og um barnauppaling. Tað vil siga, at hjúnabandið ikki longur fer at snúgva seg um familjuna. Tað fer ikki longur at snúgva seg um at veita børnum trygg, støðuføst og góð kor. Tað fer at snúgva seg um – og bert at snúgva seg um – ynskini, áhugamálini og romantisku kenslurnar hjá vaksnum fólkum. Meðan hjúnabandið søguliga talað hevur sameint hesi ynskini, áhugamálini og romantisku kenslurnar hjá vaksnum saman við tørvirnar og rættindini hjá børnum, so setur hendan broytta definitiónin tey vaksnu upp ímóti børnum. Nú skulu vaksin og teirra kenslur takast fram um børnini. Úrslitið er, at tørvirnir og rættindini hjá børnum verða burturgloymd. Tað er hetta, sum reint logiskt hendir, tá ið kynsligi komplimentariteturin – og harvið nøring og barnauppaling – verður tikin burtur úr hjúnabandsdefinitiónini.

Taka vit kynsliga komplimentaritetin úr alment galdandi definitiónini av hjúnabandinum, so hava vit reint logiskt einki grundarlag longur fyri at siga, at hjúnabandið í ein neyðturviligan mun snýr seg um nøring og um barnauppaling.

Hetta hava vit eisini sæð í almenna kjakinum, sum hevur verið rundanum uppskotið at broyta hjúnabandslógina. So at siga eingin av teimum, sum hevur talað fyri at broyta hjúnabandslógina, hevur tosað nakað serligt um børnini.

Hetta er tað, vit í Ja til hjúnabandið óttast. Vit óttast tær avleiðingar, sum kunnu standast burturúr tí. Og vit halda okkum samstundis kunna síggja summar av teimum avleiðingunum longu nú. Seinastu 40-50 árini er hjúnabandið minkað í tign og virðing í vesturlendskum londum, og tað hevur havt ringar fylgjur við sær. Fleiri og fleiri børn verða fødd uttan fyri hjúnaband – í nógvum førum fødd einligum mammum – og uppliva tí minni av tí tryggleika og støðufesti, sum hjúnabandið kann skapa. Fleiri og fleiri hjúnabond verða syndrað, tí at hjúnaskilnaður gerst meira og meira vanligur og góðtikin – og hetta setur djúp spor í tey børn, sum ofta liggja ímillum. Í dag er breið semja, um at kynsligur aktivitetur ikki einans hoyrir heima í hjúnabandinum, eins og hildið varð fyrr, og tí er tað vorðið gerandiskostur, at gentur gerast við barn í tannárunum – ofta uttan fyri parlag yvirhøvur – umframt at útbreiðslan av meira og minni vandamiklum kynssjúkum er økt nógv. Mett verður, at 40-50 milliónir fosturtøkur verða framdar árliga kring knøttin, og gransking vísir, at kvinnur fáa fostur tikin í avgerandi mun orsakað av vantandi fíggjarligum tryggleika – einum tryggleika, sum hjúnabandið kann hava við sær. Samstundis er fátækradømi – serstakliga fyri kvinnur og børn – vaksið í takt við, at fólk velja hjúnabandið frá. At vaksa upp uttan fyri eitt kærleiksfult hjúnaband ímillum síni biologisku foreldur er sambært serfrøðingum korrelerað við verri kropsliga og sálarliga heilsu, verri úrslit í skúlanum og á arbeiðsmarknaðinum, kriminalitet og rúsevnismisnýtslu.

Tað eru sjálvandi ikki tey, sum vilja giftast við sama kyni, sum hava gingið á odda fyri hesi gongd. Hetta hava vit hinskyndu megnað at gjørt sjálv. Men vandin við at broyta hjúnabandslógina, so at tvey av sama kyni kunnu giftast – og harvið útihýsa børnunum og familjuni frá hjúnabandinum – er, at tignin og virðingin fyri hjúnabandinum minkar enn meir. Og soleiðis verður ein hjúnabandsfatan, sum raðfestir ynski og kenslur hjá vaksnum fram um tørvir og rættindi hjá børnum, ritað í stein, og gerst hon partur av okkara lógarverki.

Fyri at taka samanum, so er tað í áhugamálunum hjá okkum øllum, men fyrst og fremst okkara børnum, sum eru okkara framtíð, at hjúnabandið verður vart og varðveitt. Vit meta, at tað at broyta hjúnabandið, so tvey av sama kyni kunnu giftast, og soleiðis logiskt talað útihýsa nøring og barnauppaling, umboðar eitt afturstig, eitt stig skeiva vegin fyri okkara samfelag. Og tí vilja vit heita á Trivnaðarnevndina og á Føroya Løgting annars at atkvøða ímóti hesum uppskotinum.

Takk fyri!