Endamál

Føroyar í dag standa við eitt vegamót hvat hjúnabandinum viðvíkur. Skulu vit broyta hjúnabandið, so tað ikki longur bert er fyri mann og konu, ella skulu vit verja og varðveita hjúnabandið?

Ja til hjúnabandið ynskir at verja hjúnabandið í Føroyum. Hjúnabandið er gott fyri einstaklingar, fyri parløg, fyri børn og fyri samfeløg sum heild – tí skal tað varðveitast í tess siðbundna líki.

Ja til hjúnabandið ynskir at føra fram sakligar og skilagóðar grundgevingar fyri siðbundna hjúnabandinum. Vit ynskja ikki stríð ella orðadrátt við nakran. Vit vilja vísa virðing fyri hugsanunum hjá teimum, sum hava eina øðrvísi áskoðan. Hetta er eitt álvarsligt kjak, og tí vilja vit fara hóvliga fram.

Ja til hjúnabandið er settur saman av fólki, sum eru í breiðari semju um siðbundnu kristnu heimsmyndina. Vit trúgva, at virðini, sum hon umboðar, eru tey bestu fyri eitthvørt samfelag. Okkara endamál er ikki at prædika átrúnað. Vit vilja í størst møguligan mun seta fram grundgevingar, sum øll kunnu skilja, uttan mun til heimsmynd.

Vegna Ja til hjúnabandið,

Helgi Abrahamsen, Ann Dahl Hansen, Karl Johannesen, Arni Zachariassen

Advertisements

3 thoughts on “Endamál

  1. Eg haldi, at eg fari ikki skeivur tá eg sklji útsøgnina: Ja til hjúnabandið. Havi hildið, at tey sum taka undir við “ja til hjúnabandið” bert taka undir við, at tað bert skulu vera fólk av hvør sínum kyni, sum skulu hava loyvi at giftast, annaðhvørt borgarliga ella í kirkju. Havi hildið, at tann áskoðanin er út frá Bíbliunnar læru. Tí undrar tað meg ómetaliga nógv, at tit omanfyri nevndu skriva:
    “Okkara endamál er ikki at prædika átrúnað”. Havi hildið, at tykkara støða: byggir á Bíbliunnar læru. Um tað ikki verður víst á, at Bíblian klárt og tíðuliga talar móti, at tað er skeivt at tvey av sama kyni ganga í hjúnalag, so hevur, eftir míni meta, mótmælið móti, at tvey av sama kyni kunnu ganga saman í hjúnaband mist sína megi.

    1. Vit, sum eru ábyrgdarar av “Ja til hjúnabandið” eru øll persónliga trúgvandi og sum vit siga omanfyri, so taka vit øll undir við kristnu heimsmyndini. Men tað er ikki átrúnaðarlig argument, sum vit føra fram her. Har eru nógv haldgóð argument fyri siðbundnu fatanini av hjúnabandinum og ímóti sokallaðum samkyndum hjúnabandi, sum eru “verðslig” og øll kunnu seta seg inní, uttan mun til átrúnað. Tað eru hesi argument, sum vit fegin vilja hava fram.

  2. Havi lisið nógvar av tykkara greinum sera sera áhugaverdar so langt má eg siga at eg eri púra samdur. Harrin Jesus sum segði: ´Hava tit ikki lisið, at Skaparin av fyrstum gjørdi tey til mann og kvinnu og segði:…………….” Hann signi og varveiti tykkum..

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s