Javnrættindi til fleirgiftu?

Í greinini “Øll hava rætt til hjúnaband” varð víst á, at ósemjan um hjúnabandslógina í veruleikanum ikki snýr seg um rættvísi og javnrættindi, men um, hvat hjúnabandið er fyri nakað.

Tað er ikki einans í nýggjari tíð, at ósemja hevur verið um, hvat hjúnabandið er, og hvønn tað skal vera galdandi fyri. Í 1860’unum gjørdi amerikanska kongressin lógir, sum gjørdu tað ólógligt at vera giftur við fleiri í senn. Orsøkin til hetta var, at í Utah-økinum vóru mong, sum praktiseraðu fleirgiftu, soleiðis at menn giftust við fleiri kvinnum – í samsvari við táverandi mormonska trúgv. Mormonar stríddust ímóti lógunum og grundaðu sína støðu á átrúnaðarligt frælsi. Og tá ið teirra søk varð løgd fyri hægstarætt í 1878, váttaði hægstirættur: tað skuldi ikki vera loyvt at vera giftur við fleiri í senn. Hjúnabandið skuldi vera ímillum eina kvinnu og ein mann. Í dóminum varð m.a. grundgivið við, at hjúnabandið millum mann og kvinnu er týdningarmesti liðurin í samfelagnum, og at samfelagið í stóran mun er grundað á hjúnabandið.

Um hjúnalag skal fevna um tvey av sama kyni, við javnrættindum sum orsøk, er so nøkur orsøk at siga, at tað ikki eisini skal vera galdandi fyri trý ella fleiri, sum saman eisini ynskja somu rættindi?

Í juni í ár avgjørdu fimm av nýggju limum í hægstarætti, at eingin statur í USA kann forða tveimum av sama kyni at giftast. Ein kundi so spurt, um hesi fimm eisini skuldu staðfest, at fleirgifta skal vera loyvd sum fullgyldugt hjúnaband. Tí hetta var ikki einans eitt ynski í 19. øld. Í dag eru eisini fleiri, sum ynskja fleirgiftu; har tað antin er ein persónur, sum er giftur við fleiri í senn, ella trý ella fleiri í einum felags hjúnabandi. Nógv dømi eru um hesi. Eitt dømi er tríggjar kvinnur í Massachussetts, sum – tó at tær ikki hava loyvi at giftast – høvdu brúdleypsdag, liva saman sum giftar, og hava fingið ein løgfrøðing at luta arvin javnt. Hóast tær ikki eru lógliga giftar, siga tær, at tær síggja seg sum giftar.

Um spurningurin um hjúnaband einans snýr seg um javnrættindi og  rættvísi, er so nøkur orsøk til at nokta hesum sama rætt? Um hjúnalag skal fevna um tvey av sama kyni, við javnrættindum sum orsøk, er so nøkur orsøk at siga, at tað ikki eisini skal vera galdandi fyri trý ella fleiri, sum saman eisini ynskja somu rættindi? Broyta vit hjúnabandið eina ferð, so kunnu vit saktans gera tað fleiri ferðir.

Nógvar góðar orsøkir eru fyri at varðveita hjúnabandið sum verandi millum mann og kvinnu. Siðbundna hjúnabandið er ikki vorið siðbundið av ongum. Heldur ikki er tað tilevnað av onkrum átrúnaðarligum valdsharrum. Eins og hægstirættur í USA viðurkendi í 1878, er hjúnabandið ein grundsteinur í samfelagnum. Við hjúnabandinum sum grundarlagi gevur kjarnufamiljan børnum bestu korini at mennast og vaksa upp í. Og tí eru myndugleikarnir áhugaðir í hjúnabandinum. Tað ber til at draga einstakar kanningar fram, sum vísa á sera ymisk úrslit. Men sum heild prógva samfelagsvísindi seinastu mongu árini júst hetta.

Ynskir man at umbroyta hjúnabandið, tí man kallar tað javnrættindi, so er eingin orsøk at avmarka tað til tvey, sum ynskja sær javnrættindi.

Fara vit at broyta grundarlagið undir hjúnabandinum til ein spurning um javnsett rættindi til at vera saman, bara tí at man ynskir tað, so er eitt stórt fet tikið ímóti at gera hjúnabandið týdningarleyst. Hetta sæst í londum, ið longu hava framt hesa grundleggjandi broyting. Tá er hjúnabandið ikki annað enn ein kontraktlóggáva við einum fínari navni. Og ynskir man at umbroyta hjúnabandið, tí man kallar tað javnrættindi, so er eingin orsøk at avmarka tað til tvey, sum ynskja sær javnrættindi. Um javnrættindi er lyklaorðið, so kann tað líka so væl gevast trimum ella fleiri, sum ynskja sær hesa kontraktlóggávuna, av tí at tey elska hvørt annað.

Og tá er lítið eftir.

(Les ein samandrátt av Reynolds vs. United States 1878 her.)