Kendur LGBT-aktivistur broytt meining um “køkurokið” í Norðurírlandi

Í 2014 komu eigararnir av Ashers Baking Company í Norðurírlandi í trupulleikar. Ein samkyndur maður, Gareth Lee, bað bakaríið um at gera honum eina køku. Køkan skuldi pyntast við tekstinum “Support Gay Marriage” umframt búmerkinum hjá javnrættindabólkinum Queer Space. Men eigararnir, eini ung kristin hjún, vildu av samvitskuávum ikki ganga ynskinum á møti.[1]

Avgerðin hjá hjúnunum Daniel og Amy McArthur var ov nógv fyri LGBT-aktivistar. Hetta var onki annað enn diskriminatión ímóti samkyndum. Diskriminatión, sum var grundað á átrúnaðarligar homofobiskar fordómar. Hjúnini McArthur lótu sína átrúnaðuarligu sannføring um hjúnaband fáa ávirkan á teirra arbeiði og noktaðu at gera eina køku. Um boðskapurin hevði stuðlað upp undir hinskynt hjúnaband og verið til frama fyri onkran kristiligan felagsskap, hevði Ashers Bakery uttan iva gjørt køkuna. Tí kundi henda avgerð ikki vera annað enn diskriminatión ímóti samkyndum.

Gareth Lee vildi ikki lata hetta um seg ganga, og við hjálp frá Equality Commission of Northern Ireland stevndi hann eigarunum. Málið kom fyri rættin í mai síðsta ár, og hjúnini McArthur vórðu funnin sek í at diskriminera og dømd at gjalda Gareth Lee 5.000 kr.

Eg ynski veruliga at verja tey samkyndu, men eg ynski eisini at verja samvitsku-, talu- og trúarfrælsið.

Flestu LGBT-aktivistar mundu taka fult undir við Gareth Lee og úrskurðinum í málinum. Ein teirra var nú 64 ára gamli bretin Peter Tatchell, ið hevur verið ógvuliga virkin í stríðnum fyri rættindum hjá samkyndum, m.a. í felagsskapinum Outrage! heilt síðani stovnina í 1990.

Peter Tatchell er grundleggjandi ósamdur við eigarunum av Ashers í spurninginum um samkynd parløg og hjúnaband. Hann metir ikki, at teirra átrúnaðarligu grundgevingar eru nøktandi. Hóast hetta hevur hann broytt meining, síðani dómur varð feldur í málinum fyri smáum níggju mánaðum síðani. Peter Tatchell heldur, at tað var skeivt av rættinum at revsa bakaríið fyri ikki at gera køkuna, og at tað var skeivt av honum at taka undir við dóminum. Peter Tatchell sigur soleiðis: “Eg ynski veruliga at verja tey samkyndu, men eg ynski eisini at verja samvitsku-, talu- og trúarfrælsið.”

Víðari sigur Peter Tatchell, at “fyrispurningurin um køkuna ikki varð noktaður, av tí at Gareth Lee var samkyndur. Trupulleikin var boðskapurin, sum Gareth Lee ynskti sær á køkuna. Tað er onki prógv fyri, at hansara kynsliga sannføring var nakar trupulleiki.” Hóast hetta segði dómarin, at um ein noktar at skriva ein boðskap, ið er til frama fyri samkynt hjúnaband, á eina køku, so diskriminerar ein óbeinleiðis kynsliga sannføring.

Fyrispurningurin um køkuna varð ikki noktaður, av tí at Gareth Lee var samkyndur. Trupulleikin var boðskapurin, sum hann ynskti sær á køkuna. Tað er onki prógv fyri, at hansara kynsliga sannføring var nakar trupulleiki.

Men Peter Tatchell vísir á, at antidiskrimatiónslógirnar í Norðurírlandi ongantíð høvdu til endamáls at tvinga fólk at virka fyri politiskum hugsanum, sum tey ikki tóku undir við. Men dómarin staðfesti, at tænastuveitarar skulu veita einahvørja tænastu, ið hevur ein “lógligan” boðskap. Tatchell sigur síðani:

“Hetta reisir fleiri spurningar: skulu muslimskir prentarar tvingast til at prenta tekningar av Muhammed? Ella skulu jødiskir prentarar prenta ein boðskap, ið avnoktar Holocaust? Ella skulu samkyndir bakarar tvingast til at gera køkur, sum hava homofobiskan boðskap? Um dómurin móti Ashers sleppur at standa, kundi tað t.d. givið víðgongdum kreftum á høgravonginum møguleika at kravt, at bakarí og aðrir tænastuveitarar skuldu veitt tænastur, ið stuðlaðu herferðini ímóti innflytarum og muslimum. Ein slíkur dómur ger tað ómøguligt hjá fyritøkum at nokta at pynta køkur ella prenta uppsløg, ið hava ein trongskygdan boðskap.”

Skulu muslimskir prentarar tvingast til at prenta tekningar av Muhammed? Ella skulu jødiskir prentarar prenta ein boðskap, ið avnoktar Holocaust? Ella skulu samkyndir bakarar tvingast til at gera køkur, sum hava homofobiskan boðskap?

At enda skrivar Peter Tatchell, at “í mínum eygum skerjir ein frælsið, um ein krevur, at fyritøkur skulu stuðla hugsanum, sum stríða ímóti samvitskuni hjá teimum, ið skulu veita tænastuna. Tað skal vera ólógligt at diskriminera menniskju, men ikki hugsanir.”

Hetta er í tráð við tað, sum Daniel McArthur hevur hildið fast við alla tíðina. Hann sigur, at málið als ikki hevur nakað við kynsligu sannføringina hjá kundanum at gera, men at trupulleikin er boðskapurin, sum er í stríð við átrúnaðarligu sannføringina hjá bakaranum. Áður hevur Ashers fingið aðrar bíleggingar, sum tey eisini hava víst frá sær. Tá hevur trupulleikin verið illavorðin málburður ella nakni – men tá blivu tey kortini ikki stevnd.[2]

Ikki óvæntað eru tað onnur enn Peter Tatchell, sum taka frástøðu frá úrskurðinum hjá dómstólinum. Bæði í Norðurírlandi og øllum Bretlandi stuðla mong McArthur-familjuni. Síðsta ár vísti ein meiningakanning, at 65% av bretum halda hetta sakarmálið vera ov nógv av tí góða.[3] Ein meiningakanning í Norðurírlandi vísti, at 71% ikki tóku undir við sakarmálinum. Í somu kanning hildu 90%, at lógir um javnrættindi ikki skulu nýtast til at tvinga fólk at siga nakað, sum tey eru ímóti.[4]

Ein skerjir frælsið, um ein krevur, at fyritøkur skulu stuðla hugsanum, sum stríða ímóti samvitskuni hjá teimum, ið skulu veita tænastuna. Tað skal vera ólógligt at diskriminera menniskju, men ikki hugsanir.

Málið um Ashers Baking Company er eitt týðiligt dømi um tann ruðuleika, sum ofta stingur seg upp í kjalarvørrinum á hesum LGBT-ráki. Um hjúnabandslógin verður broytt ella ein antidiskriminatiónslóg verður samtykt (sum í Norðurírlandi), er talan jú um skerjingar av so grundleggjandi borgararættindum sum samvitsku- og talifrælsinum. Hetta hendir í okkara grannalondum. Summir borgarar fáa avmarkað frælsi, tá aðrir fáa størri frælsi. At siga, at “ongin fer illa, av at annar fer væl”, er tí beinleiðis villleiðandi. Og tá lógaruppskotið um at broyta hjúnabandslógina, ið er lagt fyri Løgtingið, sigur, at ein slík broyting ikki fær nakrar neiligar avleiðingar sosialt, er tað ein beinleiðis háðan móti øllum teimum, sum eru komin í stórar trupulleikar av júst hesi broyting í okkara grannalondum. Í uppskotinum verður onki sagt um, hvussu hetta fer at ávirka t.d. borgarstjórar, skúlaundirvísing, lærarar, næmingar, foreldur at næmingum, møgulig ættleiðingarforeldur, hølisútleigarar, bakarar, myndafólk, barnarættindi, tey ymisku frælsini o.s.fr. Listin er langur – og uttan svar.

Tað er neyðugt at steðga á og hugsa seg væl um, tí hetta lógaruppskot er als ikki nakar einfaldur avgreiðsluspurningur, hóast forsprákarar vilja vera við tað. Tvørturímóti. At so er, prógvar framhaldið í omanfyrinevnda sakarmáli. Hjúnini McArthur kærdu dómin, og málið skuldi aftur fyri rættin 3. februar í ár. Men í síðstu løtu bað norðurírski ríkisákærin um, at málið bleiv útsett orsakað av, at tað bæði var fløkt og týdningarmikið. Hjúnini McArthur mugu nú bíða inntil 9. mai, áðrenn rætturin fer at viðgera málið av nýggjum.[5]

 

[1] Tað mesta av hesi grein byggir á eitt lesarabræv hjá Peter Tatchell, ið kann finnast her: http://www.theguardian.com/commentisfree/2016/feb/01/gay-cake-row-i-changed-my-mind-ashers-bakery-freedom-of-conscience-religion.

[2] http://www.newsletter.co.uk/news/northern-ireland-news/poll-shows-overwhelming-support-for-gay-cake-row-bakery-1-6648303.

[3] http://www.newsletter.co.uk/news/northern-ireland-news/poll-shows-overwhelming-support-for-gay-cake-row-bakery-1-6648303.

[4] http://www.newsletter.co.uk/news/northern-ireland-news/poll-shows-overwhelming-support-for-gay-cake-row-bakery-1-6648303.

[5] http://www.christian.org.uk/news/dramatic-ashers-adjournment-confirms-importance-of-case/.

Revsað fyri sína áskoðan á hjúnabandið

Tey, sum virka fyri at broyta hjúnabandslógina, tosa um manglandi javnrættindi í samfelagnum. Boðskapurin er, at núverandi hjúnabandslóg er órættvís, og at ein broyting fer at gera Føroyar til eitt rúmligari, frælsari og rættvísari samfelag. Tað ljóðar so gott og hugaligt. Men tíverri er tað ikki hetta, sum vit frætta úr øðrum londum, har hjúnabandið er vorðið kynsneutralt. Í hesum londum uppliva borgarar, sum hava eina øðrvísi áskoðan á hjúnabandið, tað beint øvugta.

Dømini eru mong:

  • David Burrows, Ongland: limurin í bretska parlamentinum fekk deyðshóttanir, eftir at hann hevði sagt, at tað var óneyðugt at broyta hjúnabandslógina. Skrásett parløg góvu jú longu samkyndum pørum javnrættindi.[1]
  • Equality and Human Rights Commission, Ongland: sambært eini frágreiðing hjá English Equality and Human Rights Commission kom eitt barn grátandi til hús, tí tað hevði fingið skeld frá læraranum fyri at hava sagt, at hjúnabandið var millum ein mann og eina kvinnu.[2]
  • Sarah Mbuyi, Ongland: hon arbeiddi á einum barnagarði í London. Ein starvsfelagi spurdi, um hon tók undir við samkyndum hjúnabandi. Eftir at hava svarað, varð hon søgd úr starvi.[3]
  • Rómverskt-katólskir ættleiðingarfelagsskapir, Ongland: allir hesir felagsskapir eru vorðnir tvingaðir til at lata aftur ella at víkja frá sínum trúargrundarlagi orsakað av, at felagsskapirnir einans vilja lata hinskynd hjún ættleiða.[4]
  • Dr. John Sentamu, Ongland: erkabiskupurin í York fekk hatursteldupostar – eisini rasistiskar – eftir at hann talaði ímóti ætlanini hjá bretsku stjórnini um at broyta hjúnabandslógina. North Yorkshire Police kannaði málið sum hatursbrotsverk.[5]
  • Mario Conti, Skotland: Patrick Harvie – limur fyri Green Party í skotska tinginum – meldaði erkabiskupin í Glasgow til løgregluna, eftir at hann hevði talað fyri siðbundna hjúnabandinum í eini prædiku.[6]
  • Daintree Paper, Írland: eigarin av hesum lítla handli í Dublin mátti snara lykilin um, eftir at LGBT-aktivistar høvdu ført eina herferð ímóti honum. Orsøkin var, at hann ikki vildi sýna køkupynt (tveir brúðgómar) fram í handlinum.[7]
  • Ashers Baking Company, Norðurírland: McArthur familjan, sum eigur fyritøkuna, endaði í rættinum í Norðurírlandi, tí at tey ikki vildu gera eina køku við tekstinum “Support Gay Marriage”.[8]
  • Jean-Michel Colo, Frakland: hesin borgarstjórin, sum hevði verið í almennum starvi í meira enn 30 ár, varð saksøktur av tveimum monnum, eftir at hann noktaði at gifta teir.[9]
  • Elaine Huguenin, New Mexico, USA: henda kvinna varð noydd at rinda næstan 7.000 dollarar, eftir at hon ikki vildi filma hátíðarløtuna, tá tvey samkynd søgdu ja til hvønn annan. Dómstólurin segði, at prísurin fyri at vera samfelagsborgari var, at Elaine mátti síggja burtur frá síni hjúnabandsáskoðan.[10]

Keldan til hesi dømi er ein faldari, sum Coalition for Marriage hevur gjørt. Les tey írestandi 20 dømini í faldaranum her.

Møguliga blíva føroyingar kløkkir av at lesa um hetta og hava ilt við at trúgva, at slíkt kann henda í kjalarvørrinum á eini broyting av hjúnabandslógini. Men soleiðis er gongdin í teimum londum, sum vit samanbera okkum við. Munnu hesi viðurskifti ikki eisini blíva ein natúrlig fylgja av eini broyttari hjúnabandslóg í Føroyum? Er hetta tað rúmliga, frælsa og rættvísa samfelagið, sum forsprákarar fyri eini broyttari hjúnabandslóg síggja fyri sær?
[1] http://www.telegraph.co.uk/comment/letters/9748521/The-Government-has-no-mandate-to-redefine-the-meaning-of-marriage.html og http://www.telegraph.co.uk/news/religion/9845185/Tory-MP-gets-death-threats-over-gay-marriage-opposition.html.

[2] http://www.equalityhumanrights.com/sites/default/files/publication_pdf/RoB%20Call%20for%20Evidence%20Report.pdf , síða 81.

[3] http://www.theguardian.com/law/2015/jun/07/christian-nursery-worker-sacked-over-anti-gay-views-wins-tribunal-case.

[4] http://www.telegraph.co.uk/news/religion/7952526/Last-Catholic-adoption-agency-faces-closure-after-Charity-Commission-ruling.html.

[5] http://www.dailymail.co.uk/news/article-2097305/Archbishop-John-Sentamu-receives-racist-emails-saying-ministers-allow-sex-marriage.html.

[6] http://www.heraldscotland.com/news/12442280.Call_to_probe_archbishop_apos_s_views_on_gays_MSP__COMPLAINT/. 

[7] http://www.thejournal.ie/daintree-same-sex-1107532-Sep2013/.

[8] http://www.belfasttelegraph.co.uk/news/northern-ireland/ashers-bakery-lose-gay-cake-case-we-will-not-be-closing-down-we-have-not-done-anything-wrong-says-boss-31233797.html.

[9] http://www.bbc.com/news/world-europe-23063248.

[10] http://www.adfmedia.org/News/PRDetail/5537.

Ávaring úr Kanada: samkynt hjúnaband skerjir talu- og samvitskufrælsið

Í kjakinum um hjúnabandslógina hevur verið tosað nógv um, hvat ein ávísur samfelagsbólkur fer at fáa, um hjúnabandslógin verður broytt. Aktivistar, miðlar, politikkarar og onnur hava syrgt fyri, at hvørt mansbarn í Føroyum hevur fingið hetta við. Men lítið og onki hevur verið at hoyrt um, hvørjar avleiðingar ein broytt hjúnabandslóg fær fyri aðrar samfelagsbólkar.

[Tað] hevur verið tosað nógv um, hvat ein ávísur samfelagsbólkur fer at fáa, um hjúnabandslógin verður broytt… Men lítið og onki hevur verið at hoyrt um, hvørjar avleiðingar ein broytt hjúnabandslóg fær fyri aðrar samfelagsbólkar.

Og tó. Seinastu mánaðirnar hava einstakir politikkarar dittað sær at sett kritiskar spurningar, eftir at teir hava hugt út um landoddarnar fyri at vita, hvat hendir í teimum londum, sum hava broytt hjúnabandslógina. Kritisku spurningarnir hava kortini ikki fingið nakra jaliga móttøku. Ógrundaður ótti, siga summi. Onnur hava hug at flenna eftir hesum politikkarum, sum veruliga halda, at um samkynd sleppa at giftast, fær tað álvarsligar avleiðingar fyri okkara samfelag. Uppaftur onnur fara so langt sum at siga, at tað er tann beri óndskapur at seta slíkar kritiskar spurningar.

Tey “óttaleysu” áttu tó møguliga at verið eitt sindur meiri varin við sínum avgjørdu viðmerkingum og niðurstøðum. Fyri tað fyrsta hava Føroyar sum samfelag ongar royndir við samkyndum parløgum, ið eru skipað við lóg. Og fyri tað næsta sær tað ikki út til, at allir borgarar í teimum londum, sum vit samanbera okkum við (ein orðing, ið vit javnan hoyra í hesum døgum), sleppa so snikkaleysir, tá hjúnabandslógin er vorðin broytt. Eitt týðiligt dømi um hetta er Kanada.

Í 2005 gjørdist Kanada fjórða landið í heiminum, sum broytti hjúnabandslógina. At síggja til var einasta broytingin, at samkynd parløg vórðu viðurkend sum hjún. Men tað skuldi vísa seg, at broytingin fór at fáa umfatandi ávirkan á bæði lógir og mentan, tí ein nýggj fatan gjørdist galdandi í samfelagnum: samkynd parløg samsvara fult og heilt við siðbundna hjúnabandið, og tí má samkynt hjúnaband metast javnt við siðbundna hjúnabandið bæði í lóg og samfelagi annars. Hetta skuldi verið sjálvsagt.

At síggja til var einasta broytingin, at samkynd parløg vórðu viðurkend sum hjún. Men tað skuldi vísa seg, at broytingin fór at fáa umfatandi ávirkan á bæði lógir og mentan…

Ein natúrlig fylgja av hesum er at halda, at tey, sum ikki taka undir við nýggju fatanini, bert grunda sína áskoðan á trongskygni og illvild móti samkyndum. Tað er ongin annar møguleiki. Tí verða allar útsagnir, sum eru í stríð við samkynt hjúnaband, bólkaðar sum hatur móti einum minnilutabólki. Og einhvør skynsom frágreiðing – t.d. at man metir siðbundna hjúnabandið vera best fyri børnini, tí at hesin stovnur varðveitir teirra biologiska samband við mammu, pápa, systkin, ommur og abbar – verður víst aftur sum óerlig og villleiðandi undanførsla.[1]

Tá ein er sannførdur um, at mótstøða mótvegis samkyndum hjúnabandi ikki er annað enn trongskygni og hatur, gerst tað trupult at góðtaka, at henda mótstøða ikki verður køvd. Í Kanada endaði tað tí við, at treytirnar fyri at taka lut í samfelagnum broyttust skjótt.

Tey fyrstu at kenna sviðan av nýggju lógunum vóru tey, sum skuldu taka sær av borgarligum vígslum. Fleiri kanadiskir landspartar noktaðu at geva embætisfólkum samvitskufrælsi, soleiðis at tey kundu sleppa undan at gifta samkynd. Í staðin varð sett sum krav, at hesi, sum ikki kundu taka undir við nýggju fatanini, søgdu seg úr starvi.[2] Samstundis fingu trúarfelagsskapir, t.d. Knights of Columbus, bót fyri at nokta at leiga høli út til veitslu í sambandi við giftarmál.[3]

Hetta vóru bert fá dømi (fleiri eru ávegis í komandi greinum). Kortini siga tey meira um møguligar sosialar avleiðingar, enn uppskotið, sum okkara politikkarar viðgera í løtuni, sigur okkum. Í uppskotinum verður bert ein sosial avleiðing nevnd, og hon er sjálvandi jalig. At uppskotið ikki nevnir fleiri avleiðingar má vera grundað á antin (1) manglandi vitan, (2) manglandi virðing fyri teimum, sum fáa trupulleikar av broytingini, (3) manglandi ærligheit ella (4) eina blanding av øllum trimum.

Allir hesir møguleikar eru ein hóttan ímóti okkara fólkaræði og bróta niður okkara álit á politisku skipanina. Men serliga eru 2-4 vandamiklir, tí teir eru tilvitaðir. Vónandi er tað tí manglandi vitan, sum er orsøkin til, at uppskotið ikki inniheldur nakra lýsing av øllum teimum sosialu trupulleikunum, sum ein broytt hjúnabandslóg kann føra við sær. Manglandi vitan er jú ein ærlig søk, og tá nýggj vitan kemur fram, má málið viðgerast samsvarandi.

Óteljandi dømi eru um sosialar avleiðingar. Vit skulu bert eygleiða, hvat er hent í teimum londum, sum hava gjørt kyn óviðkomandi fyri hjúnabandið.

Óteljandi dømi eru um sosialar avleiðingar. Vit skulu bert eygleiða, hvat er hent í teimum londum, sum hava gjørt kyn óviðkomandi fyri hjúnabandið. Tá kunnu vit gera eina rímiliga grundaða forsøgn um, hvørjar avleiðingar fara at merkja føroyska samfelagið, um Løgtingið atkvøður fyri at broyta ta grundleggjandi institutiónina, sum hjúnabandið er. Skerjing av talu- og samvitskufrælsinum er ein sannlík framtíðarstøða. Tá er lítið vunnið, og grundleggjandi partar av fólkaræðinum eru ofraðir. Spyr bara kanadiskar borgarar, sum ikki taka undir við samkyndum hjúnabandi.

 

[1] Sí t.d. viðmerkingarnar hjá LaForme, dómara, í Halpern v. Canada (AG), 2002 CanLII 49633 (On SC), paras. 242-43.

[2] Sí t.d. Saskatchewan: Marriage Commissioners Appointed Under the Marriage Act (Re), 2011 SKCA 3.

[3] Smith and Chymyshyn v. Knights of Columbus and others, 2005 BCHRT 544.

Lyle Shelton um “Hvat ‘javnrættindi’ kosta”

Hin 13. desembur, 2015, helt australski Lyle Shelton fyrilestur í Skúlanum við Løgmannabreyt. Ja til hjúnabandið skipaði fyri og evnið var, “Hvat ‘javnrættindi’ kosta”. Her er upptøkan av fyrilestrinum.

Aftaná fyrilesturin, setti Arni Zachariassen honum spurningar, sum vóru innkomnir. Hygg her.

Samrøða við Lyle Shelton

Sum kunnugt kemur Lyle Shelton til Føroya í vikuskiftinum. Í sambandi við vitjanina tosaði Arni Zachariassen við miðlamannin og dagliga leiðaran hjá Australian Christian Lobby. Komið varð inn á bakgrundina hjá Lyle, virksemið hjá honum í Avstralia og okkurt av tí, sum føroyskir áhoyrarar kunnu vænta at hoyra hann føra fram sunnudagin, tá hann fer at halda fyrilestur um “Hvat ‘javnrættindi’ kosta samfelagnum” í Skúlanum við Løgmannabreyt kl. 15.30.

 

Vaks upp hjá samkyndum: “Eingin í LGBT-rørsluni vil hoyra frá slíkum sum mær”

Í Avstralia, eins og í so at siga øllum vesturheiminum, er stórt kjak um hjúnabandið og spurningin, hvørt samkynd pør eisini av røttum eiga at sleppa at giftast. Í dag er tað einans siðbundna hjúnabandið, sum er lógligt í Avstralia. Tað er ikki lógligt at giftast við einum av sama kyni. Men kjakið fyri og ímóti er, ikki óvæntað, glóðheitt.

Ein av felagsskapunum, sum sigur ja til siðbundna hjúnabandið, er Australian Christian Lobby. ACL virkar fyri kristnum virðum í avstralska samfelagnum. Men tá ið felagsskapurin herfyri skipaði fyri einum tiltaki um siðbundna hjúnabandið, var tað ein ikki-kristin rødd, sum skaraði framúr.

20. august í ár hevði ACL bjóðað Ryan T. Anderson til Melbourne at halda fyrilestur um evnið, “Hvat ‘javnrættur’ kostar” (“The Cost of ‘Equality’”). Anderson er PhD í politiskari heimspeki og hevur skarað framúr seinastu árini í síni verju av siðbundna hjúnabandinum bæði í fyrilestrum, kjaki, bókum og í miðlum annars. Í sínum fyrilestri gjørdi Anderson tó nakað óvæntað. Hann bjóðaði eini ungari kvinnu, Millie Fontana, upp at greiða frá síni lívssøgu.

Millie Fontana vaks upp hjá tveimum mammum. Hon er eitt sokallað donorbarn. Onnur mamma hennara hevði fingið sáð frá einum manni, sum eftir sína “tænastu” ikki hevði nakað við dóttur sína at gera.

“Tá ið eg vaks upp, ynskti eg mær ein pápa,” greiðir Fontana frá. “Eg kendi innan í mær, at eg saknaði ein pápa, áðrenn eg yvirhøvur dugdi at seta orð á, hvat ein pápi var. Eg visti, at eg elskaði bæði míni foreldur, men eg dugdi ikki at seta fingur á, hvat tað var, eg saknaði innan í mær sjálvari. Tá ið eg byrjaði í skúla, eygleiddi eg kærleiksfulla sambandið, sum onnur børn høvdu við teirra pápar, og eg skilti, at eg manglaði nakað heilt serstakt.”

“Tá ið eg byrjaði í skúla, eygleiddi eg kærleiksfulla sambandið, sum onnur børn høvdu við teirra pápar, og eg skilti, at eg manglaði nakað heilt serstakt.”

Rótloysið, sum Fontana kendi innaní, elvdi til djúpar spurningar umframt atferðartrupulleikar.

“Sum barn hugdi eg í spegilin, og eg hugsaði við mær sjálvari: ‘Hvaðani fekk eg hesi grønu eyguni? Hvaðani fekk eg hesi persónseyðkennini, hesar gávurnar, sum hvørki av mínum foreldrum heima hevði?’ Svarið til tað er heilt einfalt, ‘Frá pápa mínum.’”

Men hetta svarið fekk hon ikki frá mammum sínum.

“Tað varð logið fyri mær ígjøgnum skúlaárini. Mær varð sagt, at eg ongan pápa hevði, ella at tey kanska ikki vistu, hvør hann var. Orsakað av hesum var tað ógvuliga torført fyri meg at finna ein støðufastan samleika. Og av tí sama ávirkaði tað mítt støðufesti nógv bæði kensluliga og atferðarliga.”

Ikki fyrr enn Millie Fontana var 11 ára gomul, slapp hon umsíðir at møta pápa sínum. Hon sigur, at hetta kanska var fyrstu ferð, at hon kendi støðufesti sum barn. Hon greiðir frá:

“Fyri fyrstu ferð nakrantíð sá eg, hvør eg var. Eg hugdi inn í eygu hansara og hugsaði, ‘Hatta er parturin av mær, sum manglaði.’ Ikki tí at eg hevði dagdroymt um at havt ein pápa, men tí eg kundi seta eitt andlit á tann, eg var. Tí eg kundi hyggja eftir einum, sum hevði eins stóra ábyrgd fyri, at eg var til. Eg kundi viðurkenna mín samleika grundað á hendan mannin. Hevði eg ikki havt møtt pápa mínum, stóð eg ikki her við tykkum í dag. Tí tað hevði ovurhondsstórar kensluligar fylgjur fyri meg, at eg ikki hevði hann í mínum lívi, sjálvt um eg var so ung, og tað skaddi mína menning.”

Tá ið Fontana lítur aftur á uppvøksturin, sær hon tað sum eina valdsgerð ímóti sær, at mammur hennara ikki vildu siga henni allan sannleikan um, hvør hon var, men bert valdu at siga tað, sum hóvaði teimum.

“Tá ið [mammur mínar] valdu einans at góðtaka og fortelja mær um ávísar partar av mínum samleika, tóku tær nakað frá mær. Meðan onnur børn kundu hyggja í spegilin og sameina ymisku lutirnar og siga, ‘Eg elski pápa mín og eg elski mammu mína,’ kundi eg ikki tað. Hvønn rætt høvdu míni foreldur til at velja ímillum, hvørjir partar av mær kundu góðtakast og avdúkast fyri mær?”

Tá ið mammur mínar valdu einans at góðtaka og fortelja mær um ávísar partar av mínum samleika, tóku tær nakað frá mær.

Millie Fontana er ikki kristin. Hon hevur ongan átrúnað yvirhøvur. Men hon berjist saman við kristnum, tí sambært henni eru tað einans tey kristnu, sum tosa um børn sum hana.

“Eg standi her fyri tykkum sum ein, ið er uppald gudleyst og uttan átrúnaðarligt tilknýti. Eg standi saman við teimum kristnu, tí higartil í hesum kjakinum eru tað einans tey kristnu, sum gera vart við tað, sum børn eru úti fyri. Higartil eru tað einans tey kristnu, sum hava roynt at sett ljóskastaran á søgur sum mína. Eingin í LGBT-rørsluni vil hoyra frá slíkum sum mær. Higartil hevur man bara hoyrt ‘Kærleiki er kærleiki!’ Vit eru ikki til.”

Samkynt hjúnaband og tað, at samkyndum verður givin rætturin at nørast á eftirgjørdan hátt, setur tørvin hjá børnum til síðis til frama fyri ynskini hjá vaksnum. Hetta ger Fontana greitt, tá ið hon sigur frá eini samtalu, hon hevði við aðra mammu sína.

“Mamma mín spurdi meg fyri nøkrum vikum síðani og segði: ‘Millie, hvat nú um eg og unnusta mín kundu giftast? Hvat nú um vit høvdu hatta støðufasta heimaumhvørvið, sum øll onnur hava?’ Eg svaraði sera einfalt við mínum egna spurningi. ‘Hvussu høvdu sálarfrøðingar kunnað hjálpt mær við mínum grundleggjandi trupulleika – at eg ongan pápa hevði – um tað var eitt slag av diskriminering at viðurkenna faðirloysi? Hvussu kundi nakar lækni viðgjørt meg, um hann fór at verða hóttur við stevning fyri tað?’ Mín spurningur varð møttur við tøgn.”

At enda mælir Millie Fontana til varsemi í sambandi við broytingar í hjúnabandslógini. Tørvur er á at lýsa málið út í æsir, og tí kann eingin rødd útihýsast í orðaskiftinum.

Eg standi saman við teimum kristnu, tí higartil í hesum kjakinum eru tað einans tey kristnu, sum gera vart við tað, sum børn eru úti fyri.

“Um hetta orðaskiftið ikki eisini rúmar øllum teimum, sum eru ald upp mammuleyst ella pápaleyst, og ikki steðgar við at leggja skomm á børn í mínari støðu fyri at stíga fram, kunnu vit ikki trýsta [samkynt] hjúnaband ígjøgnum. Tí menning hendir stigvíst. Og eg fari ikki at standa her og góðtaka eina munnkurv frá fólki, sum vilja siga mær, hvørjar av mínum kenslum kunnu góðtakast. Ella at eg eri ein ringur persónur, tí eg vildi hava ein pápa. Ella at eg ikki elski mammur mínar nóg nógv, tí eg vildi hava ein pápa.”

“Tað er nakað lort, og eg fari ikki at stuðla tí,” segði Fontana at enda.

Tá fór samankomna fjøldin í Cathedral Hall í Melbourne upp á føtur at klappa fyri djørvu ungu kvinnuni.

Hygg eftir øllum fyrilestrinum hjá Ryan T. Anderson her:

Samkyndur: Hjúnabandslógin diskriminerar ikki

Paddy Manning, ið hevur verið samkyndur alt tað, hann minnist, var ein av forsprákarunum á “Nei-síðuni”, tá fólkaatkvøða var um hjúnabandslógina í Írlandi í vár. Manning vaks upp í einum Írlandi, sum var serstakliga illviljað mótvegis samkyndum. Tí upplivdi Manning diskriminatión á egnum kroppi. M.a. var løgreglan eftir honum og handtók hann, tí at hann var samkyndur. Tá var Manning ungur, einsamallur og ræðsluligin – og henda uppliving mundi gjørt enda á honum.

Írland er nógv broytt seinastu áratíggjuni, og Manning heldur, at samkynd hava góð kor í Írlandi í dag. Men kortini fær hann ikki frið. Orsøkin er, at hann er ímóti at broyta hjúnabandslógina. Forsprákarar fyri broyting kunnu ikki góðtaka hetta og skýra hann tí at vera “ein samkyndur, ið hatar seg sjálvan”.  Og so verður hann sjálvandi eisini stemplaður sum homofobur. Hetta eru dømi um nógv nýtta retorikkin, sum ikki megnar at skilja ímillum homofobi og øðrvísi hugsanir. Einaferð segði Manning tí speiskliga: “Ja, eg eri homofobur, og eg skríggi, hvørja ferð eg gangi framvið speglinum.”

Undan fólkaatkvøðuni kundi tað síggja út til, at “Nei-síðan” bert var ein minniluti – men ikki sambært Manning. “Tey eru mong, sum eru samd við mær í hesum máli, men tey tora ikki at siga nakað, tí at “Ja-síðan” við sínum hóttanum fær tey at tiga. Men vit skulu ikki lata okkum ræða av slíkum hóttanum. Vit skulu ikki vera bangin fyri teimum, sum skræða “Nei”-plakatirnar niður, tí soleiðis eigur eitt átak ikki at ganga fyri seg,” segði Manning avgjørdur.

Men tað vóru ikki bert plakatir, sum blivu skræddar niður. “Familjufyritøkur lata aftur. Yrkisleiðir hjá fólki eru í vanda. Og vit fáa at vita, at katólskir skúlar skulu undirvísa næmingum við støði í hjúnabandsfatanini hjá myndugleikunum. Hesum eiga vit ikki at atkvøða fyri,” segði hann.

Hjúnabandið snýr seg ikki bert um tvey fólk, sum “elska” hvørt annað, men um ein mann og eina kvinnu, sum binda seg til at fáa og uppala børn saman… At siga, at samkynd parløg eru øðrvísi enn hjúnabandið millum mann og kvinnu, er tí ikki at diskriminera.

Í kjakinum undan fólkaatkvøðuni segði forsætisráðharrin í Írlandi, Enda Kenny, at hann tók fult undir við samkyndum hjúnabandi, og at stjórnin fór at virka fyri at broyta hjúnabandslógina. Men Manning bað Kenny um at halda stjórnini burtur frá at bøta um tað, sum ikki var brotið. “Fólk giftast av ymiskum orsøkum, men heilt grundleggjandi hava vit hjúnabandið, tí at hjúnabandið hevur eitt ávíst endamál og ger eitt týðandi arbeiði – ikki bert fyri einstaklingar, men fyri samfelagið.”

Manning legði dent á, at samkynd parløg eru øðrvísi enn hjúnabond. “Hjúnabandið snýr seg ikki bert um tvey fólk, sum “elska” hvørt annað, men um ein mann og eina kvinnu, sum binda seg til at fáa og uppala børn saman. Hjúnabandið snýr seg í grundini um børn og at geva hesum børnum rætt at vera hjá sínum biologisku foreldrum. At siga, at samkynd parløg eru øðrvísi enn hjúnabandið millum mann og kvinnu, er tí ikki at diskriminera,” segði hann.

Í grundini biður samkynt hjúnaband okkum um at síggja burtur frá veruleikanum, tí at her verður ikki hugsað um, at børn hava rætt til eina mammu og ein pápa.

Eisini segði Manning, at ein broyting av hjúnabandslógini ávirkar spurningin um ættleiðing. “Verður hjúnabandslógin broytt, so kunnu vit ikki longur í sambandi við ættleiðing velja familjuna við mammu og pápa fram um familjuna við tveimum av sama kyni. Hetta er ikki rættvíst yvir fyri børnunum, og tí skulu vit atkvøða ímóti,” legði hann dent á.

Forsprákarar fyri broyting vildu vera við, at teirra stríð var fyri mannarættindum, men sambært Manning snúði átakið seg bert um rættindi hjá einum ávísum bólki. “Tit hava uttan iva lagt til merkis, at hetta átak hevur verið miðsavnað um tey vaksnu. Forsprákarar hava skotið upp, at burðurmammur skulu vera í miðdeplinum í familjulógini, og tað vísir, at rættindi hjá vaksnum verða tikin fram um rættindi hjá børnum. Í grundini biður samkynt hjúnaband okkum um at síggja burtur frá veruleikanum, tí at her verður ikki hugsað um, at børn hava rætt til eina mammu og ein pápa. Men eitthvørt barn hevur rætt til eitt náttúrligt lív.”

Um vit broyta hjúnabandið, so siga vit sum samfelag, at… kynsliga eindin hjá manni og kvinnu ikki er øðrvísi enn eindin hjá tveimum monnum ella tveimum kvinnum. Tað er tó ein sannroynd, at bert tann fyrsta av hesum eindum kann hava avkom við sær, og tað vísir týðiliga, at hesin boðskapur er ósannur.

Dr. John Murray, formaður fyri The Iona Institute, ið virkar til frama fyri hjúnabandi og átrúnaði í samfelagnum, segði: “Kjakið snýr seg í veruleikanum um, hvussu týdningarmikið vit halda tað vera, at eitt barn hevur eina mammu og ein pápa í mun til tveir pápar ella tvær mammur… Um vit broyta hjúnabandið, so siga vit sum samfelag, at hesi viðurskifti ikki hava nakran týdning. Tá siga vit í grundini, at kynsliga eindin hjá manni og kvinnu ikki er øðrvísi enn eindin hjá tveimum monnum ella tveimum kvinnum. Tað er tó ein sannroynd, at bert tann fyrsta av hesum eindum kann hava avkom við sær, og tað vísir týðiliga, at hesin boðskapur er ósannur. Ymisk viðurskifti eiga heilt einfalt at verða viðgjørd á ymiskan hátt. Hjúnabandslógin brýtur tí ikki nakra meginreglu um javnrættindi.”

Samkyndur er ímóti at broyta hjúnabandslógina

Hann er samkyndur, og hann er ímóti at broyta hjúnabandslógina. Tú las rætt. Hann er ímóti at broyta hjúnabandslógina – og sum agnostikari grundar hann ikki sína meining á Bíbliuna. Navnið er Keith Mills, og hann er íri.

Jú, tað ber til at vera ímóti at broyta hjúnabandslógina uttan at vera kristin. Í Føroyum tykist hetta ikki at vera fatanin. Kjakið verður lýst sum eitt stríð millum konservativar bíbliutrúgvar føroyingar á tí einu síðuni og meiri liberalar føroyingar á hini síðuni. Hesa fatan hevði ein serfrøðingur í tíðindasending í KVF á Ólavssøku eisini, og viðkomandi setti kjakið upp sum trúgv mótvegis løgfrøði.

So einfalt er málið kortini ikki. Tað er Keith Mills eitt dømi um.

Út frá dagsins kjaki kanst tú kortini spyrja: er Keith Mills ímóti mannarættindum? Ynskir hann ikki at fáa somu rættindi sum tey hinskyndu? Svarið er, at hann ikki heldur, at hetta er ein spurningur um javnrættindi, tí samkynd parløg kunnu viðurkennast á aðrar hættir enn gjøgnum hjúnabandslógina.

Av tí at forsprákarar vanliga gera hjúnabandslógina til ein spurning um javnrættindi, gerst kjakið ofta harðmælt. Hetta fekk Keith Mills at kenna á egnum kroppi, tá hann í sambandi við fólkaatkvøðuna um hjúnabandslógina, sum varð hildin í Írlandi fyrr í ár, traðkaði fram og segði sína meining. “Fyri meg var luttøkan í hesum kjaki sum at koma út úr skápinum eina ferð aftrat. Men tað hevur stóran týdning at traðka fram og greiða frá tí, sum ein er sannførdur um, tí at ov mong hava valt at tiga orsaka av hóttanum.”

Hjúnabandið er ikki ein máti at viðurkenna ymisk onnur sambond millum vaksin… Øll vita, at hjúnabandið næstan altíð snýr seg um børn, men tá myndugleikarnir ynskja at broyta hjúnabandslógina, so broyta teir í grundini eina lóg, sum snýr seg um familjuna.

Á fólkaatkvøðuni atkvøddi Mills nei. “Børn hava uppiborið sína mammu og sín pápa, har tað er gjørligt. Í mínum eygum snýr hjúnabandið seg fyrst og fremst um børnini og familjuna. Hjúnabandið er ikki ein máti at viðurkenna ymisk onnur sambond millum vaksin. Fólkaatkvøðan snýr seg um børnini. Øll vita, at hjúnabandið næstan altíð snýr seg um børn, men tá myndugleikarnir ynskja at broyta hjúnabandslógina, so broyta teir í grundini eina lóg, sum snýr seg um familjuna,” leggur hann dent á.

Av tí at Mills er sannførdur um, at broytingin í grundini snýr seg um børn, so heldur hann, at álvarsligir trupulleikar fara at stinga seg upp, um hjúnabandslógin fer at fevna um tvey av sama kyni. “Um samkyndir menn sum eg skulu fáa børn, so mugu teir antin ættleiða ella nýta burðurmammur. Tá burðarmammur verða nýttar, verða børnini gjørd til brúkslutir. Hesin framferðarháttur setir tørvin hjá teimum vaksnu hægri enn rættindini hjá børnum. Tað førir eisini við sær, at børn verða bíløgd, og lívmøður verða leigaðar. Vit síggja í øðrum londum, hvussu fløkjasligt hetta kann gerast. Mál viðvíkjandi burðarmammum enda í rættinum, og spurnartekin má tá setast við, hvar áhugin er fyri at tryggja børnunum so góð kor sum til ber,” sigur hann.

Um tú atkvøður fyri uppskotinum hjá stjórnini, so sigur tú í grundini, at ongin munur er á eindini millum mann og kvinnu ella tveir menn ella tvær kvinnur. Men tað er munur á hesum sambondum, og tað er skeivt at siga nakað annað. Tað er ikki ein spurningur um betri ella verri. Tað er ein spurningur um at viðurkenna mun og at heiðra ymiskleikan.

Henda broyting í hjúnarbandslógini førir eisini við sær, at ongin munur verður hildin at vera millum kynini. “Um tú atkvøður fyri uppskotinum hjá stjórnini, so sigur tú í grundini, at ongin munur er á eindini millum mann og kvinnu ella tveir menn ella tvær kvinnur. Men tað er munur á hesum sambondum, og tað er skeivt at siga nakað annað. Tað er ikki ein spurningur um betri ella verri. Tað er ein spurningur um at viðurkenna mun og at heiðra ymiskleikan. Tað er láturligt at siga, at ongin munur er,” heldur Mills.

Keith Mills leggur upp til, at vit mugu síggja øðrvísi upp á javnrættindi. “Sonn javnrættindi viðurkenna ymiskleikan. Og sonn javnrættindi føra ikki til, at man tilvitað tekur rættin at hava eina mammu og pápa frá børnum.”

Sonn javnrættindi viðurkenna ymiskleikan. Og sonn javnrættindi føra ikki til, at man tilvitað tekur rættin at hava eina mammu og pápa frá børnum.