Børn hava rætt til síni foreldur

Í dag hevur barnarættindasáttmálin hjá ST 56 ára føðingardag. Tað var 20. novembur í 1959, at ST upprunaliga samtykti sáttmálan. Í 1993 kunngjørdi Føroya Løgting, at sáttmálin eisini var galdandi í Føroyum, og Føroyar gjørdust tá eitt av teimum 140 londunum í heiminum, sum hava skrivað undir sáttmálan.

Tað eru neyvan nógv mál, sum eru týdningarmiklari og meira grundleggjandi enn rættindini hjá børnum. Mahatma Ghandi segði, at stórleikin hjá eini tjóð er mettur eftir, hvussu hon fer við sínum veikastu borgarum. Dietrich Bonhoeffer tók undir við hesum, tá ið hann segði, at moralska royndin fyri eitt samfelag er, hvat tað ger fyri børn síni. Barnarættindasáttmálin hjá ST er ein ítøkiligur mátistokkur, sum stórleikin og moralurin – og kanska legitimiteturin yvirhøvur – hjá einum samfelag verða mátað eftir.

Grein 7 í barnarættindasáttmálanum ljóðar soleiðis:

“Barnið skal verða skrásett beint eftir føðing og skal frá føðing hava rætt til eitt navn, rætt til at fáa ríkisborgararætt og, í tann mun tað ber til, rætt til at kenna og verða ansað av sínum foreldrum.”

Rætt til at kenna og verða ansað av sínum foreldrum. Tí eitthvørt barn hevur tvey foreldur. Eina mammu og ein pápa. Sambært barnarættindasáttmálanum hava øll børn rætt til, í tann mun tað ber til, at kenna og verða ansað av hesum báðum persónunum.

Hjúnabandið hevur søguliga verið og er enn fyrsti og fremsti samfelagsligi stovnurin, sum verjir júst hesi barnarættindi. Hjúnabandið er tað, sum setur ein moralskan og løgfrøðisligan karm um náttúrligu kærleikseindina, sum undir bestu umstøðum skapar nýtt lív. Hjúnabandið er sostatt bæði har fyri forelskað vaksin og fyri elskað børn.

Tað er tí ein trupulleiki, tá ið eitt samfelag setur sær fyri at broyta hjúnabandið, so tað ikki longur skal umfata nøring og barnauppaling. Tá tænir hjúnabandið bert helvtini av sínum endamáli, og børn verða í ein avgerandi mun slept upp á fjall. Tað er júst hetta, sum uppskotið um at loyva samkyndum pørum at gerast hjún førir við sær.

Hetta er meir enn bara tað, at tryggi og støðufasti karmurin, sum hjúnabandið er, hvørvur. Tíverri fer tað longur enn tað. Tí eitt, sum neyðturviliga fylgir við, tá ið hjúnabandið verður broytt til at umfata samkynd parløg, er, at familjan sjálv verður broytt, og náttúrliga, biologiska sambandið ímillum foreldur og børn verður kvett av. Hetta hava vit sæð í fleiri av okkara grannalondum. Í Danmark, til dømis, hava samkynd rættindi til eftirgjørdan gitnað.

Tí, sjálvandi, samkynd pør kunnu ikki nørast. Frá náttúrunnar hond er tað ómøguligt. Ætla samkynd pør sær at stovna familjur, mugu onnur háttaløg tí brúkast. Trupulleikin er tó, at tá talan er um eftirgjørdan gitnað, so verður eitt barn gjørt meira ella minni foreldraleyst.

Í eftirgjørdum gitnaði, sum ikki nýtir egg og sáð frá tí parið, sum fær viðgerðina, verður biologiska sambandið ímillum barnið og antin mammu ella pápa tess kvett av. Uttan mun til um talan er um ein sáðgeva ella eina burðarmóður, so ger inntrivið seg sostatt inn á grundleggjandi rættin, sum øll børn hava at “kenna og verða ansað av sínum foreldrum”.

Í eini grein um evnið sigur amerikanski løgfrøðingurin Jeff Shafer soleiðis:

Við at broyta hjúnabandið má lógin eisini gera ymiskt annað: t.d. hálova tøkniligum og øðrum nýskapandi háttaløgum og harvið javnseta hesi við náttúrligu og relationellu tilgongdina. Tað merkir, at lógin má staðfesta, at bæði ættleiðing og tøknilig framleiðsla av børnum úr kyknum og kroppum, sum eru funnin uttan fyri parlagið hjá foreldrunum, eru vanlig – og ikki tragisk ella sjáldsom.

Víðari sigur hann:

So hugsjónin handan samkynt hjúnaband broytir ikki einans, hvat tað merkir at vera foreldur, men eisini, hvat tað merkir at vera barn. Tí sambært henni kemur eitt barn ikki inn í heimin við náttúrligum relatiónum til nøkur ávís menniskju, men hevur einans eitt umbýtissligt samband við persónarnar, sum hava ábyrgd av at heinta tað á onkran hátt. Einki barn í einum húsarhaldi hjá samkyndum hevur sín uppruna í parlagnum hjá makunum í húsinum. Hvørt tað einasta barn í slíkum umstøðum er rivið frá í minsta lagi einum av foreldrunum. Sambandið, sum barnið í hesum føri hevur mist við síni foreldur, er ikki tragiskt – tað er neyðturviligt og ein íborin partur av samkyndu heimsfatanini.

Óhugnaligi logikkurin, ið samkynda hugsjónin setur fram, forðar okkum yvirhøvur at fata, at foreldraleysa støðan hjá tí foreldraleysa barninum er nakað, ið er vert at syrgja yvir.

Tað, ið Shafer sigur um tað tragiska, er júst tað, sum hevur grundleggjandi týdning í hesum. Tá ið eitt hinskynt par ikki megnar at nørast, er tað tragiskt. Tað er nakað, sum órógvar náttúrligu gongdina. Okkurt er gingið galið, og tað, sum vanliga hendir, er ikki hent. Eftirgjørdur gitnaður, í tann mun viðgerðin umfatar sáð og egg hjá viðkomandi pari, er tá ein loysn upp á ein trupulleika. Man kann siga, at náttúrliga støðan verður endurstovnað. Tá ið eitt samkynt par hinvegin ikki nørist, er tað ikki tragiskt. Tí samkynd pør eru ikki náttúrliga før fyri at nørast. Einki er gingið galið, og tað, sum er hent, er tað, sum vanliga hendir. Eftirgjørdur gitnaður gongur í tí føri beinleiðis ímóti náttúrligu støðuni. Og heldur enn at loysa ein trupulleika, skapa hesi inntriv sín egna, sera álvarsama trupulleika.

Gerast samkynd hjúnabands- og familjurættindi lóglig í Føroyum, verður sambandið ímillum foreldur og børn lítilsgjørt og avskeplað.

Fyri mong, sum stuðla samkyndum hjúnabandi og eftirfylgjandi familjurættindum, umboðar lógfestingin av báðum viðurskiftum eitt veruligt moralskt framstig fyri samfelagið. Sambært hesi fatan er tað gott moralskt sæð, at samkynd sleppa at giftast og stovna eina familju við øllum tí, sum har til hoyrir. Men tað er hetta, sum er so óhugnaligt: Tá verður tað moralskt gott og normativt at gera børn foreldraleys. Tá verður saknurin, somu børn kenna eftir sínum náttúrligu foreldrum, kveistraður burtur, tí hann í besta føri er mistikin, og í ringasta føri skaðiligur fyri samkynda framgongd.

Øll børn hava rætt til síni foreldur. Hetta verður staðfest í barnarættindasáttmálanum, sum vit av røttum hátíðarhalda í dag. Men gerast samkynd hjúnabands- og familjurættindi lóglig í Føroyum, verður sambandið ímillum foreldur og børn lítilsgjørt og avskeplað.

Og hetta ger seg beinleiðis inn á rættindini hjá børnum.

Advertisements