Tað er ikki av tilvild, at hjúnabandið er ímillum mann og kvinnu

Fyri mong tykist tað løgið og tilvildarligt at siga, at hjúnabandið bert er nakað, sum kann vera ímillum eina kvinnu og ein mann. Tað er tó kanska ikki so løgið, at mong hugsa soleiðis, tí vit liva í einum heimi, sum opið hevur sett grundleggjandi spurningar við siðbundnar kynsligar hugflokkingar og ikki minst moral í skjótt 50 ár. Kravið um, at hjúnabandslógin skal skilmarka hjúnabandið sum “hinskynt”, kennist beinleiðis diskriminerandi og órættvíst fyri tann, sum trýr – til dømis – at menniskju kunnu skifta kyn.

Men tað er ikki av tilvild, at hjúnabandið – sambært mongum nú á døgum og næstan øllum næstan allastaðni fyrr – er ímillum mann og kvinnu.

Hjúnabandið er ein heildarumfevnandi eind av konu og manni. Í hjúnabandinum elska kona og maður hvørt annað, og tey samliva í øllum. Einki øki í teirra tilveru fellur uttan fyri hjúnabandið. Tað er hetta, sum “heildarumfevnandi” merkir. Eisini kynsliga elska tey hvørt annað. Og hjúnabandið fevnir um náttúrliga eginleikan hjá konu og manni, sum elska hvørt annað kynsliga, at nørast, og tað skal veita hesum náttúrliga eginleika bestu karmar. Nøring er tí eitt av íbornu málunum við kynsligum kærleika.

Hinskyndur kærleiki er serligur. Tí bara við hinskyndum kærleika fylgir nøring við.

Men vit liva í eini tíð, har tøkni hevur gjørt skilnað ímillum kynsligan kærleika og nøring. Og í ein ávísan mun er hetta gott. Tað er gott, at pør fara tilætlað fram, tá ið tey fáa sær børn. Gott, bæði fyri børnini og fyri parið. Men av tí at henda tøkni er vorðin púra vanlig í okkara hugaheimi, tykist tað lætt hjá okkum at gloyma, at nøring er tað, sum tað kynsliga í ein grundleggjandi mun snýr seg um. Henda gloymska tykist vera ein av frágreiðingunum um, hví so mong halda, at kærleiki er kynsleysur. Nøring er ikki longur ein neyðturviligur partur – ella møguleiki – av kærleikanum ímillum tvey. Hvat er tað tá, sum ger hinskyndan kærleika so serligan? Og, víðari, hinskynt hjúnaband?

Men hinskyndur kærleiki er serligur. Tí bara við hinskyndum kærleika fylgir nøring við. Eitthvørt barn, sum verður føtt, er úrslit av samanrenningini millum eina eggkyknu og eina sáðkyknu.

Nøring nýtist ikki at hava nakað við kærleika at gera. Men tað er best – fyrst og fremst fyri barnið, men eisini fyri mammuna og pápan – at nøring hendir í einum kærleiksfullum samanhangi. Tá eru møguleikarnir størstir fyri, at barnið verður føtt inn í teir tryggu og støðuføstu karmarnar, ið tað hevur tørv á fyri at trívast og mennast. Møguleikarnir fyri, at mamman verður stuðlað í avbjóðandi tíðini bæði fyri og eftir føðing, eru eisini betri. Og tá pápin knýtir seg at júst hesi eindini, fer hann ikki út og ger aðrar kvinnur við barn. Umframt at vera til góða nyttu hjá bæði barni og mammu, rænir hann soleiðis ikki fleiri børn og mammur fyri tann tryggleika og tað støðufesti, sum hann í hjúnabandinum kann vera við til at byggja.

Børn hava rætt til síni foreldur. Tað sigur grein 9 í barnarættindasáttmálanum hjá ST.

Børn hava rætt til síni foreldur. Tað sigur grein 9 í barnarættindasáttmálanum hjá ST. Men um eitt samfelag avger, at tað er moralskt gott, at hjúnaband eisini umfatar tvey av sama kyni, so byrjar hetta samfelag at máða støðið undan hesum grundleggjandi rætti hjá børnum. Tí samkynd pør kunnu ikki nørast náttúrliga. Og sigur eitt samfelag haraftrat, at tað er moralskt gott at geva samkyndum rætt til familju, so verður tað eisini sagt at vera moralskt gott at gera børn meira ella minni foreldraleys. Av tí at samkynd pør ikki kunnu fáa síni egnu børn, fara børnini, sum samkynd pør kunnu uppala, neyðturviliga altíð at hava eitt ella tvey onnur foreldur. Hetta gevur teimum tveir møguleikar: at vaksa upp partvíst foreldraleys ella heilt foreldraleys.

Við hesum er ikki sagt, at samkynd foreldur ikki kunnu vera góð foreldur. Øll foreldur, uttan mun til til kynsliga orientering, vilja gera sítt allar besta fyri síni børn. Serliga í sambandi við ættleiðing, eru samkynd foreldur uttan iva betur fyri barnið, enn tey biologisku høvdu verið. Í veruleikanum snýr hetta seg ikki um hvussu góð foreldur samkynd pør kunnu vera ella ikki. Tað snýr seg um tað foreldrið, sum eitt barn, ið verður alt upp av einum samkyndum pari, neyðturviliga fer at mangla. Sum samfelag mugu vit hugsa okkum ógvuliga væl um, áðrenn vit tveita biologisku eindina, sum hjúnabandið søguliga hevur varðað um, út sum ta best egnaðu at uppala síni egnu børn.

At broyta hjúnabandslógina er tí nógv meira enn ein avgreiðsluspurningur.

Tað hevur víðfevndar avleiðingar bæði samfelagsliga og sálarliga at gera hjúnabandið kynsneutralt. Tað at nørast og vaksa í tali er, uttan mun til um tú ert kristin teist ella sekulerur darwinist (ella okkurt har ímillum ella okkurt heilt annað), partur av tí, sum øll tilveran snýr seg um. At gera tað á ein hátt, sum tryggjar bestu umstøður fyri børn og foreldur, er ein moralsk skylda. Gjøgnum øldir og áratúsund hava samfeløg hildið kynsliga komplementerandi, hinskynda hjúnabandið verið ta eindina, sum veitir júst hesar bestu umstøðurnar. Tí er eitt hjúnaband, sum ikki hevur nøring neyðturviliga tengt at sær, eitt spildurnýtt hugskot sæð við søguligum eygum. Eitt samfelag ger tí øllum væl við at fara ógvuliga varliga fram, tá slíkir nýggir og í veruleikanum óroyndir stovnar skulu gerast partur av lógarverkinum. At broyta hjúnabandslógina er tí nógv meira enn ein avgreiðsluspurningur.