Í Avstralia, eins og í so at siga øllum vesturheiminum, er stórt kjak um hjúnabandið og spurningin, hvørt samkynd pør eisini av røttum eiga at sleppa at giftast. Í dag er tað einans siðbundna hjúnabandið, sum er lógligt í Avstralia. Tað er ikki lógligt at giftast við einum av sama kyni. Men kjakið fyri og ímóti er, ikki óvæntað, glóðheitt.
Ein av felagsskapunum, sum sigur ja til siðbundna hjúnabandið, er Australian Christian Lobby. ACL virkar fyri kristnum virðum í avstralska samfelagnum. Men tá ið felagsskapurin herfyri skipaði fyri einum tiltaki um siðbundna hjúnabandið, var tað ein ikki-kristin rødd, sum skaraði framúr.
20. august í ár hevði ACL bjóðað Ryan T. Anderson til Melbourne at halda fyrilestur um evnið, “Hvat ‘javnrættur’ kostar” (“The Cost of ‘Equality’”). Anderson er PhD í politiskari heimspeki og hevur skarað framúr seinastu árini í síni verju av siðbundna hjúnabandinum bæði í fyrilestrum, kjaki, bókum og í miðlum annars. Í sínum fyrilestri gjørdi Anderson tó nakað óvæntað. Hann bjóðaði eini ungari kvinnu, Millie Fontana, upp at greiða frá síni lívssøgu.
Millie Fontana vaks upp hjá tveimum mammum. Hon er eitt sokallað donorbarn. Onnur mamma hennara hevði fingið sáð frá einum manni, sum eftir sína “tænastu” ikki hevði nakað við dóttur sína at gera.
“Tá ið eg vaks upp, ynskti eg mær ein pápa,” greiðir Fontana frá. “Eg kendi innan í mær, at eg saknaði ein pápa, áðrenn eg yvirhøvur dugdi at seta orð á, hvat ein pápi var. Eg visti, at eg elskaði bæði míni foreldur, men eg dugdi ikki at seta fingur á, hvat tað var, eg saknaði innan í mær sjálvari. Tá ið eg byrjaði í skúla, eygleiddi eg kærleiksfulla sambandið, sum onnur børn høvdu við teirra pápar, og eg skilti, at eg manglaði nakað heilt serstakt.”
“Tá ið eg byrjaði í skúla, eygleiddi eg kærleiksfulla sambandið, sum onnur børn høvdu við teirra pápar, og eg skilti, at eg manglaði nakað heilt serstakt.”
Rótloysið, sum Fontana kendi innaní, elvdi til djúpar spurningar umframt atferðartrupulleikar.
“Sum barn hugdi eg í spegilin, og eg hugsaði við mær sjálvari: ‘Hvaðani fekk eg hesi grønu eyguni? Hvaðani fekk eg hesi persónseyðkennini, hesar gávurnar, sum hvørki av mínum foreldrum heima hevði?’ Svarið til tað er heilt einfalt, ‘Frá pápa mínum.’”
Men hetta svarið fekk hon ikki frá mammum sínum.
“Tað varð logið fyri mær ígjøgnum skúlaárini. Mær varð sagt, at eg ongan pápa hevði, ella at tey kanska ikki vistu, hvør hann var. Orsakað av hesum var tað ógvuliga torført fyri meg at finna ein støðufastan samleika. Og av tí sama ávirkaði tað mítt støðufesti nógv bæði kensluliga og atferðarliga.”
Ikki fyrr enn Millie Fontana var 11 ára gomul, slapp hon umsíðir at møta pápa sínum. Hon sigur, at hetta kanska var fyrstu ferð, at hon kendi støðufesti sum barn. Hon greiðir frá:
“Fyri fyrstu ferð nakrantíð sá eg, hvør eg var. Eg hugdi inn í eygu hansara og hugsaði, ‘Hatta er parturin av mær, sum manglaði.’ Ikki tí at eg hevði dagdroymt um at havt ein pápa, men tí eg kundi seta eitt andlit á tann, eg var. Tí eg kundi hyggja eftir einum, sum hevði eins stóra ábyrgd fyri, at eg var til. Eg kundi viðurkenna mín samleika grundað á hendan mannin. Hevði eg ikki havt møtt pápa mínum, stóð eg ikki her við tykkum í dag. Tí tað hevði ovurhondsstórar kensluligar fylgjur fyri meg, at eg ikki hevði hann í mínum lívi, sjálvt um eg var so ung, og tað skaddi mína menning.”
Tá ið Fontana lítur aftur á uppvøksturin, sær hon tað sum eina valdsgerð ímóti sær, at mammur hennara ikki vildu siga henni allan sannleikan um, hvør hon var, men bert valdu at siga tað, sum hóvaði teimum.
“Tá ið [mammur mínar] valdu einans at góðtaka og fortelja mær um ávísar partar av mínum samleika, tóku tær nakað frá mær. Meðan onnur børn kundu hyggja í spegilin og sameina ymisku lutirnar og siga, ‘Eg elski pápa mín og eg elski mammu mína,’ kundi eg ikki tað. Hvønn rætt høvdu míni foreldur til at velja ímillum, hvørjir partar av mær kundu góðtakast og avdúkast fyri mær?”
Tá ið mammur mínar valdu einans at góðtaka og fortelja mær um ávísar partar av mínum samleika, tóku tær nakað frá mær.
Millie Fontana er ikki kristin. Hon hevur ongan átrúnað yvirhøvur. Men hon berjist saman við kristnum, tí sambært henni eru tað einans tey kristnu, sum tosa um børn sum hana.
“Eg standi her fyri tykkum sum ein, ið er uppald gudleyst og uttan átrúnaðarligt tilknýti. Eg standi saman við teimum kristnu, tí higartil í hesum kjakinum eru tað einans tey kristnu, sum gera vart við tað, sum børn eru úti fyri. Higartil eru tað einans tey kristnu, sum hava roynt at sett ljóskastaran á søgur sum mína. Eingin í LGBT-rørsluni vil hoyra frá slíkum sum mær. Higartil hevur man bara hoyrt ‘Kærleiki er kærleiki!’ Vit eru ikki til.”
Samkynt hjúnaband og tað, at samkyndum verður givin rætturin at nørast á eftirgjørdan hátt, setur tørvin hjá børnum til síðis til frama fyri ynskini hjá vaksnum. Hetta ger Fontana greitt, tá ið hon sigur frá eini samtalu, hon hevði við aðra mammu sína.
“Mamma mín spurdi meg fyri nøkrum vikum síðani og segði: ‘Millie, hvat nú um eg og unnusta mín kundu giftast? Hvat nú um vit høvdu hatta støðufasta heimaumhvørvið, sum øll onnur hava?’ Eg svaraði sera einfalt við mínum egna spurningi. ‘Hvussu høvdu sálarfrøðingar kunnað hjálpt mær við mínum grundleggjandi trupulleika – at eg ongan pápa hevði – um tað var eitt slag av diskriminering at viðurkenna faðirloysi? Hvussu kundi nakar lækni viðgjørt meg, um hann fór at verða hóttur við stevning fyri tað?’ Mín spurningur varð møttur við tøgn.”
At enda mælir Millie Fontana til varsemi í sambandi við broytingar í hjúnabandslógini. Tørvur er á at lýsa málið út í æsir, og tí kann eingin rødd útihýsast í orðaskiftinum.
Eg standi saman við teimum kristnu, tí higartil í hesum kjakinum eru tað einans tey kristnu, sum gera vart við tað, sum børn eru úti fyri.
“Um hetta orðaskiftið ikki eisini rúmar øllum teimum, sum eru ald upp mammuleyst ella pápaleyst, og ikki steðgar við at leggja skomm á børn í mínari støðu fyri at stíga fram, kunnu vit ikki trýsta [samkynt] hjúnaband ígjøgnum. Tí menning hendir stigvíst. Og eg fari ikki at standa her og góðtaka eina munnkurv frá fólki, sum vilja siga mær, hvørjar av mínum kenslum kunnu góðtakast. Ella at eg eri ein ringur persónur, tí eg vildi hava ein pápa. Ella at eg ikki elski mammur mínar nóg nógv, tí eg vildi hava ein pápa.”
“Tað er nakað lort, og eg fari ikki at stuðla tí,” segði Fontana at enda.
Tá fór samankomna fjøldin í Cathedral Hall í Melbourne upp á føtur at klappa fyri djørvu ungu kvinnuni.
Hygg eftir øllum fyrilestrinum hjá Ryan T. Anderson her: