Sjálvandi kemur vígsla av samkyndum inn í fólkakirkjuna

Nú hjúnabandslógin nokk nærkast enn eini tingviðgerð, verður sagt, at um §14 stk. 2 verður strikað úr lógini, verður bundið um heilan fingur í mun til møguleikan fyri kirkjuligari signing av borgarliga giftum samkyndum pørum. Tað er rætt, at møguleikin fyri at krevja signing fellur burtur. Men trýstið á kirkjuna – í fyrsta umfari fólkakirkjuna – er tó ikki burtur, um hjúnabandslógin verður broytt. Tvørturímóti. Tað vísir gongdin í “teimum londum, sum vit samanbera okkum við”.

Tað er ógvuliga trupult at skilja, hvussu forsprákarar fyri broyting av hjúnabandslógini kunnu tosa um at samanbera Føroyar við hesi lond uttan at nevna, hvat ein broytt hjúnabandslóg ger við kirkjurnar í hesum londum – um teir veruliga vilja kirkjuni væl. Fokus er bert á rættindi til samkynd. Fokus er als ikki á allar trupulleikarnar, ið kirkjurnar fáa av hesum. Ella – um tú ikki metir hetta vera trupulleikar – so broytingarnar, ið kirkjurnar eru farnar ígjøgnum. Hví verður onki sagt um hesi viðurskifti, ið heilt týðiliga hava samband við málið? Tað tykist eins og politikkarar, aktivistar og onnur tilvitað lata eyguni aftur fyri ella vilja flyta fokus frá tí, sum veruliga hendir. Um hetta er støðan, so merkir tað m.a., at politikkarar, ið eru fyri broyting, men ikki vilja seta hana í verk, so leingi §14 stk. 2 er í gildi, í grundini ikki vilja kirkjuni væl. Av onkrari orsøk vilja teir bert trýsta hetta mál ígjøgnum, líka mikið hvat hendir við kirkjuni. At vilja strikað §14 stk. 2 kann so bert vera fyri at gera tað lættari at svølgja hjá teimum, ið veruliga eru góð við kirkjuna.

Á árliga fundinum varð nærum samtykt, at øll, sum framyvir søkja um at gerast prestar, skulu vilja víga tvey av sama kyni. Í hesum spurninginum er tað tí vorðið ógvuliga trongt í svensku kirkjuni, og prestar tora ikki longur at siga alment, at teir halda hjúnabandið vera millum mann og kvinnu. Teir vilja ikki seta eitt eldfimt kjak í gongd.

Í Svøríki varð hjúnabandslógin broytt í 2009. Svenska kirkjan, ið gjørdist leys av statinum í ár 2000, ynskti ikki at missa rættin til at víga pør. Tað endaði við, at bert eitt hálvt ár eftir broytingina valdi leiðslan í svensku kirkjuni eisini at lata kirkjuligar vígslur fevna um samkynd pør. Meiningarnar innanhýsis í kirkjuni vóru tó ymiskar, tí bæði biskuppar og prestar vóru ímóti broytingini. Kortini varð broytingin samtykt, og hetta fekk avleiðingar – serliga fyri verandi og komandi prestar. Í byrjanini tryggjaði man prestum samvitskufrælsi, men so seint sum seinasta heyst var tað um reppið, at kirkjuliga leiðslan avtók hetta frælsið. Á árliga fundinum varð nærum samtykt, at øll, sum framyvir søkja um at gerast prestar, skulu vilja víga tvey av sama kyni. Í hesum spurninginum er tað tí vorðið ógvuliga trongt í svensku kirkjuni, og prestar tora ikki longur at siga alment, at teir halda hjúnabandið vera millum mann og kvinnu. Teir vilja ikki seta eitt eldfimt kjak í gongd.

Í dag hevur svenska kirkjan eina nýggja ritualbók, har parturin um vígslur er broyttur grundleggjandi. Øll ritual og orð í sambandi við vígslur eru nú kynsneutral. Tað merkir, at orðini maður og kvinna ikki longur verða nýtt í sambandi við vígslur innan svensku kirkjuna.

Í Danmark gekk tað øðrvísi fyri seg. Hjúnabandslógin varð broytt í 2012, og frá byrjan av varð møguligt hjá tveimum av sama kyni at velja millum at giftast kirkjuliga ella borgarliga. Serliga var tað kirkjumálaráðharrin Manu Sareen, sum legði trýst á biskupparnar um at fáa vígslu av samkyndum pørum inn í fólkakirkjuna beinanvegin. Ósemja var millum biskupparnar, og ein meiriluti – 6 av 10 – var argur um ætlanirnar hjá Manu Sareen, og umleið ein triðingur av prestunum vildi ikki víga tvey av sama kyni. Kortini varð hetta mál trýst ígjøgnum frá politiskari síðu á ein ógvuliga ódámligan hátt. Hetta førdi m.a. til, at orðini “maður” og “kvinna” eru strikað í ritualunum, meðan nýggja orðið er “hjúnafelagar”.

Avleiðingin var split í donsku fólkakirkjuni. Fleiri av teimum meira virknu limunum strikaðu seg av limalistanum hjá fólkakirkjuni og valdu í staðin at stovna fríkirkjur. At víga tvey av sama kyni var dropin, sum fekk bikarið hjá teimum at flóta yvir.

Hóast prestar (enn) hava frælsi til at bera seg undan at víga tvey av sama kyni, eru kirkjuráð byrjað at krevja, at nýggir prestaumsøkjarar skulu vilja víga samkynd. Afturat hesum kunnu prestar koma í eina løgna støðu. Fólkatingið samtykti í 2014, at persónar kunnu fáa eitt løgfrøðiligt kynsskifti. Tað merkir, at ein prestur, sum ikki vil víga tvey av sama kyni, kortini kann verða noyddur at gera tað. Um eitt par, har annar parturin hevur fingið løgfrøðiligt kynsskifti, ynskir at giftast, verður presturin noyddur at víga tey, hóast parið í prestsins eygum antin er tveir menn ella tvær kvinnur.

29. oktober síðsta ár segði íslendski biskuppurin Agnes Sigurðardóttir, at har er onki í lógini, sum gevur prestum loyvi til at bera seg undan vegna kynsligu sannføringina hjá fólki. Hetta var tað beint øvugta av tí, sum hon hevði hildið bert fá ár frammanundan.

Í Íslandi samtykti Altingið í 2010 at broyta hjúnabandslógina. Íslendska fólkakirkjan slapp í fyrsta umfari undan, men valdi tó sama ár at bjóða tveimum av sama kyni at vígast í kirkju. Tá segði lógin, at “prestar fara altíð at hava frælsi til at víga tvey av sama kyni, men fara ongantíð at hava skyldu til tað.” Men tíðirnar broytast skjótt, og 29. oktober síðsta ár segði íslendski biskuppurin Agnes Sigurðardóttir, at har er onki í lógini, sum gevur prestum loyvi til at bera seg undan vegna kynsligu sannføringina hjá fólki. Hetta var tað beint øvugta av tí, sum hon hevði hildið bert fá ár frammanundan.

Í Grønlandi varð hjúnabandslógin broytt fyri stuttum og sett í gildið frá 1. apríl í ár. Eins og í Danmark kundu tvey av sama kyni frá byrjan av velja millum at giftast borgarliga ella vígast í kirkju.

Noreg broytti hjúnabandslógina í 2009, men kirkjan valdi at bíða. Tó vóru kreftir í norsku kirkjuni, sum ynsktu at víga samkynd. Eftir langt og hart stríð millum lutfalsliga stóra konservativa veingin og tann liberala veingin, valdi kirkjuliga leiðslan tann 11. apríl at loyva tveimum av sama kyni at vígast í kirkjuni. Longu nú hava 233 prestar skrivað undir eitt mótmæli ímóti at víga tvey av sama kyni.

Allir okkara norðurlendska grannar víga sostatt tvey av sama kyni í kirkjunum. Í summum førum var tað í fyrsta umfari bert møguleiki fyri borgarligari vígslu. Men tað gingu bert fá ár, áðrenn samkynd pør fingu loyvi til at standa framman fyri altarinum. Í summum londum var tað hart innanhýsis stríð í kirkjuni, meðan tað í øðrum londum ikki merktist nakað serligt til tað. Í øðrum førum kundu samkynd velja ímillum at giftast borgarliga ella at vígast í kirkju frá byrjan av.

Um hjúnabandslógin verður broytt, verður stríðið við vissu flutt inn í kirkjuna. Teir politikkarar, sum av sonnum vilja føroysku fólkakirkjuni væl, áttu tískil ikki at atkvøtt fyri at broyta hjúnabandslógina.

Í Føroyum royna politikkarar nú av øllum alvi at forða fyri hesum seinna. Men gongdin í okkara grannalondum er greið: broytir tú hjúnabandslógina, kemur fólkakirkjan undir stórt trýst, og innan fá ár verða tvey av sama kyni vígd innan kirkjugátt. LGBT Føroyar tvíheldur tó um, at tey ongar ætlanir hava um at fara inn í kirkjuna, men hetta er bert ein partur av sannleikanum. Tað hevði verið rættari at sagt, at tey ikki hava nakrir ætlanir um at fara inn í kirkjuna . Í kjakinum í KVF týskvøldið 24. november 2015 segði nevndarlimur í LGBT Føroyar jú, at tað var eitt strategiskt val at lata kirkjuligu vígsluna fáa frið. Tað stríðið verður útsett til eina aðru ferð. Fyrst snýr tað seg um at fáa lut í hjúnabandinum, tí tað letur dyrnar upp fyri nógvum øðrum møguleikum – eisini kirkjuligari vígslu um nøkur ár. Um gongdin verður sum í grannalondunum, tosa vit um minni enn 10 ár.

LGBT Føroyar plagar at siga, at føroyska fólkið hevur talað, og at ein stórur meiriluti er fyri broyting. Men LGBT skal minnast til, at ein stórur meiriluti av føroyska fólkinum er ímóti kirkjuligari vígslu av samkyndum. Og hyggja vit eftir okkara grannalondum, so fer ein broytt hjúnabandslóg at leggja lunnar undir eitt langt, hart og oyðileggjandi føroyskt kirkjustríð – bert fyri at so fá sum 20-50 pør skulu sleppa at giftast, um samanborið verður við donsk hagtøl.

Í løtuni stendur fólkakirkjan so gott sum saman og stríðist ímóti trýstinum uttanífrá. Men um hjúnabandslógin verður broytt, verður stríðið við vissu flutt inn í kirkjuna. Teir politikkarar, sum av sonnum vilja føroysku fólkakirkjuni væl, áttu tískil ikki at atkvøtt fyri at broyta hjúnabandslógina.