Meirilutin í Trivnaðarnevndini fær ikki vart kirkjuna

Leitar tú eftir uppfinningarsomum undanførslum, so skalt tú bara lesa tað, sum meirilutin í Trivnaðarnevndini skrivar í sínum áliti um hjúnabandslógina.

Líka síðani uppskotsstillararnir tóku lógaruppskot nr. 21/2015 um ikki at loyva fólkakirkjuni at víga hjún av sama kyni aftur, hevur stóra ivamálið verið, hvat nú fer at henda við kirkjuni. Nógv eru tey, sum meta § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini vera ein avgerandi prinsipiellan trupulleika. Har stendur:

Ægtefæller kan få et ægteskab, som er indgået ved borgerlig vielse, kirkeligt velsignet af en præst i folkekirken.

Argumentið er einfalt: Verður hjúnabandslógin broytt soleiðis, sum uppskotsstillararnir vilja, so verða hjún av sama kyni “ægtefæller” í júst sama mun sum hjún av hvør sínum kyni. Við tí at vera “ægtefælle”, at vera hjún, fylgir rætturin at verða signaður í kirkjuni. So leingi hjúnini eru borgarliga vígd, so hava tey henda rætt. Við hesum er signing av samkyndum komin beint inn í fólkakirkjuna.

Stuðulin, sum uppskotið hevur millum manna, er í stóran mun treytaður av eintýdda muninum, sum hevur verið gjørdur ímillum “borgarligt” og “kirkjuligt”.

Fleiri politikkarar – seinast allur Sambandsflokkurin – hava givið til kennar, at teir ikki ætla sær at lóggeva hjúnaband ímillum tvey av sama kyni inn í kirkjuna. Stuðulin, sum uppskotið hevur millum manna, er eisini í stóran mun treytaður av eintýdda muninum, sum hevur verið gjørdur ímillum “borgarligt” og “kirkjuligt”. Sjálvt LGBT Føroyar hava verið úti og vissað føroyingar um, at tey ikki ætla sær inn í kirkjuna. Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyar, viðgekk tó í sjónvarpskjaki í fjør, at hetta var ein strategisk avgerð frá teirra síðu. Hetta sigur nógv, men fyrst og fremst sigur tað nakað um, júst hvussu greiður viljin hjá Føroya fólki er.

Tað var júst av hesi orsøk, at uppskotsstillararnir upprunaliga gjørdu lógaruppskot nr. 21/2015. Uppskotið varð tó tikið aftur orsakað av prinsipiellum mótmæli frá leiðsluni í fólkakirkjuni. Ikki kann sigast, at nakar av uppskotsstillarunum síðani hevur megnað at sett orð á, hví trupulleikin, ið teir mettu vera so mikið álvarsaman, at sjálv kirkjulógin skuldi broytast, nú er burtur.

Hetta hevur heldur ikki eydnast meirilutanum í Trivnaðarnevndini.

Havt verður á lofti, at § 14 stk. 2 ikki lóggevur inn í føroysku fólkakirkjuna, tí fólkakirkjan er yvirtikið málsøki og er tí føroysk, meðan hjúnabandslógin enn er donsk. Ongi greið og nágreinilig argument verða nevnd fyri at stuðla hesum pástandi.

Í partinum av álitinum, sum meirilutin skrivar, verður roynt at sissa tey, sum bera ótta fyri kirkjuligu avleiðingunum av at broyta hjúnabandslógina. Havt verður á lofti, at § 14 stk. 2 ikki lóggevur inn í føroysku fólkakirkjuna, tí fólkakirkjan er yvirtikið málsøki og er tí føroysk, meðan hjúnabandslógin enn er donsk. Ongi greið og nágreinilig argument verða nevnd fyri at stuðla hesum pástandi. Tað verður ikki víst til nakað annað lógarmál, sum á líknandi hátt er ávirkað av tjóðskaparligari sundurbýting. Ei heldur verður víst til løgfrøðiligu ráðgevingina, sum Trivnaðarnevndin hevur fingið, fyri at grundgeva fyri hesum múrinum ímillum yvirtikin og ikki-yvirtikin málsøki. Man gloymir enntá at nevna, at Mentamálaráðið í sínum uppriti vísir á, at tann parturin av kirkjurættinum, ið viðvíkur signing av borgarliga giftum, og ritualið til hesa signing, ikki eru yvirtikin, og sostatt enn eru undir donskum málsræði. Harumframt viðgongur meirilutin, at løgfrøðiliga ráðgevingin hjá Løgtinginum “ikki er sannførd um, at § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini undir donskum løgræði ikki framvegis røkkur inn í innaru viðurskifti kirkjunnar, hóast kirkjan er yvirtikin”. Men henda ráðgeving verður ikki tikin til eftirtektar, eftir øllum at døma tí at kirkjumál liggja – sambært Trivnaðarnevndini – uttan fyri serfrøðina hjá ráðgevingini hjá Løgtinginum. Tað er Mentamálaráðið, sum “umsitur og harvið tulkar kirkjulóggávuna.” Her gloymir meirilutin at nevna, at Mentamálaráðið sjálvt mældi til antin at strika § 14, stk. 2 ella at broyta hana. Í uppritinum verður millum annað sagt,

“Hevði § 14, stk. 2 verið strokin, hevði tað … verið upp til fólkakirkjuna, hvørt hon valdi at hava ritual til at signa borgarliga gift pør.”

Trupulleikin er tó, at sambært stjóranum í Løgtinginum, so ber tað als ikki til at pilka § 14, stk. 2 burturúr nú.

Manglandi ritualið er tí, í sjálvum sær, eingin forðing fyri, at samkynd kunnu verða signað.

Mentamálaráðið er sostatt ósamt við meirilutan: verður § 14, stk. 2 ikki strokin, er tað ikki upp til kirkjuna sjálva, hvørt hon velur at hava ritual at signa borgarliga gift pør. Tað vil siga, at § 14, stk. 2 lóggevur beinleiðis inn í kirkjuna.

Eisini hevur verið ført fram, at kirkjan ikki kann signa samkynd hjún, tí at hon ikki hevur nakað ritual til endamálið. Tað er rætt, at kirkjan ikki hevur eitt slíkt ritual. Men sambært § 2, stk. 1 í Løgtingslóg nr. 42 frá 26 mai 2008 um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni kann bispur geva loyvi til at nýta onnur ritual enn tey góðkendu. Manglandi ritualið er tí, í sjálvum sær, eingin forðing fyri, at samkynd kunnu verða signað. Og spyrst eitt rættarmál burtur úr hesum, er ikki óhugsandi, at bispur verður noyddur at gera og góðkenna eitt ritual sum skjótast.

Meirilutin tykist ikki sjálvur at vera serliga vísur í síni søk, at danska § 14, stk. 2 onga ávirkan hevur á føroysku fólkakirkjuna, tí roynt verður at vissa Løgtingið um, at heilt fá borgarliga gift hjún hava gjørt brúk av teirra rætti til kirkjuliga vígslu. Hetta er eitt løgið argument, tí tað tykist beinleiðis at mótsiga tí, sum meirilutin júst hevur sagt um, at danskar paragraffir ikki eru galdandi í yvirtiknum stovnum. Um § 14, stk. 2 ikki er galdandi í fólkakirkjuni, hví og hvussu vórðu so hesa fáu borgarliga giftu signað? Samstundis tykist enn ein óvissa at vera at hóma hjá meirilutanum: um nú pástandurin ikki heldur, so kann meirilutin sissa Løgtingið og vísa á, at tað er serstakliga sjáldan, at nakar vil hava sítt borgarliga hjúnaband signað. Til hetta er at siga, at tað skulu bara eini borgarliga gift hjún av sama kyni, sum krevja sín lógarfesta rætt til kirkjuliga signing, til fyri at bróta prinsipiella markið ímillum kirkju og stat.

Hví skal paragraffin, sum jú er púra vandaleys, strikast hóast alt?

Sama óvissa er til seinast at hóma, tá ið meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir til – hóast alt hóvastákið bara nøkur fá reglubrot longur uppi – at § 14, stk. 2 verður strikað. Hví skal paragraffin, sum jú er púra vandaleys, strikast hóast alt? Jú, so at eingin ivi er. Hvørs ivin er, kann lesarin sjálvur gita.

Eitt tað týdningarmesta, sum minnilutin í Trivnaðarnevndini vísir á í samband við alla tilgongdina í hesum máli, er, hvussu illa frágingið arbeiðið hevur verið. Tilgongdin hevur, í teirra orðum, verið “ómetaliga ófullfíggjað”. Minnilutin vísir víðari á ivan, sum Løgtingsskrivstovan hevur um, hvørt ríkislógartilmælið yvirhøvur fer at verða góðtikið av avvarðandi donsku myndugleikunum, hóast tað kanska at enda verður samtykt av Løgtinginum. Hetta tí “allar mannagongdir í sambandi við ríkislógarmál, sum vanliga er ein drúgv tilgongd millum landsstýrið og donsku stjórnina, eru settar til síðis”.

Sama “ómetaliga ófullfíggjaða” háttalag tykist tíverri at eyðkenna argumentini hjá meirilutanum í Trivnaðarnevndini. Farið verður ikki hóvliga fram. Í staðin tykjast argument at verða tikin úr leysari luft, alt vegna eina desperata roynd at bjarga hesi skútu, ið hevði stungið eina broytta hjúnabandslóg út í kortið, men sum nú er so gjøgnumgatað við holum, at hon bert liggur tyngri og tyngri í sjónum.

Mynd: Simon Varwell/flickr. Viðgjørd.

Broytt hjúnaband merkir broytt seksualundirvísing

Verður hjúnabandslógin broytt, so at tvey av sama kyni eisini verða umfatað av henni, fer ein sjálvfylgja at vera, at skúlaverkið verður ávirkað. Seksualundirvísingin má broytast, so hon endurspeglar nýggja veruleikan. Hetta segði Lyle Shelton, tá ið hann svaraði spurningum aftan á fyrilesturin hann helt í Hoyvík í desember síðsta ár.

“Vit hava longu sæð í amerikanska statinum Massachusetts, at tey hava útgivið bøkur til barnaskúlar,” segði hann. “Ein bók eitur King and King (‘Kongur og Kongur’). Hetta er ein ævintýrsøga um tveir menn, sum giftast og mussast, og hetta tilfarið verður nýtt. Børn verða soleiðis indoktrinerað við samkyndari ideologi, meðan tey eru heilt lítil. Eg vildið hildið, at flestu foreldur hava eina meining um, hvørt teirra børn skulu læra hetta í barnaskúlanum ella ikki.”

Í Avstralia er tað statsstuðlaði felagsskapurin Safe Schools Coalition Australia (SSCA), sum virkar fyri hesi somu ideologi á higartil næstan 500 skúlum. M.a. læra gentur, ið kenna seg sum dreingir, at binda síni bróst inn fyri at forða bróstmenningini. Og dreingir, ið kenna seg sum gentur, læra at fjala síni kynsgøgn.

“Hetta hendir longu nú, áðrenn vit hava broytt hjúnabandslógina. Tað, sum gongur fyri seg, er skakandi. Vit í Australian Christian Lobby hava kannað hetta nærri, og á heimasíðuni hjá SSCA hava vit funnið meira av hesum tilfari, ið verður nýtt á skúlum. Vit hava víst politikkarum tilfarið. Øll eru skakað. Vit hava gjørt ummæli í miðlunum, men vit eru ikki komin so langt, at ein størri partur av fólkinum talar at. Vónandi verður tað næsta ár, og vit fara at halda á við okkara átaki, tí at tað, sum tey læra tey ungu, er beinleiðis ónt.”

Tað er ein sannroynd, at mong ung fara gjøgnum tíðarskeið, har tey eru ørkymlað um sín kynsliga samleika. Mong vaksa seg frá tí, og millum teirra, ið halda seg vera transpersónar, siga heili 80%, at hesar kenslur hvørva við árunum.

“Hagtøl vísa, at um tú letur børnini fáa frið, koma tey flestu ígjøgnum hetta ørkymlandi tíðarskeið í øllum góðum. Men at læra børn um hetta nýggja kynsástøðið, tá tey eru so ung, er ógvuliga ørkymlandi fyri tey,” ávarar Lyle Shelton.

Hóast tað er nóg trupult í sær sjálvum at vera ørkymlaður, so kann virksemið hjá SSCA hava enn verri fylgjur við sær.

“Um hetta førir til langtíðar avleiðingar fyri likamið, t.d. bróstskaða ella ófruktbæri, hvør skal so ábyrgjast fyri tað?,” spyr Lyle Shelton framhaldandi um skaðiligu ráðini, SSCA gevur ungum í Australia. “Vit hildu hetta vera so mikið álvarsamt, at vit bóðu ein løgfrøðing um at geva okkum løgfrøðiliga ráðgeving. Hann segði, at myndugleikarnir kunnu ábyrgjast, um eitt barn fær skaða av at taka ímóti ráðunum, ið eru at finna í hesum tilfarinum, sum verður nýtt á skúlum í dag.”

Lyle Shelton leggur dent á, at seksualundirvísing er eitt ógvuliga álvarsamt mál í hesi dagsskrá, tí tað kann fáa so álvarsligar avleiðingar fyri børnini – serliga fyri transpersónar.

“Hetta tilfarið verður eisini ført inn á okkara skúlar nú, og tað ger okkum stúrin. Tilfarið leggur ikki upp til kynsskifti, tá børnini eru so smá, men tað leggur upp til hitt, sum eg nevndi. Seinni fer onkur tí kanska at skifta kyn, og tað hevur avleiðingar.”

“Hetta er eitt kynsástøði,” tekur Lyle Shelton samanum. “Ongin kann broyta sína lívfrøðiligu støðu. Um tú ert føddur sum kallkyn, hevur tú mannlig kromosom. Man kann gera royndir við tíni beinagrind 100 ár eftir, at tú ert deyður, og staðfesta, at tú vart ein maður, uttan mun til hvussu nógvar viðgerðir, tú hevur havt, ella hvussu nógv hormon, tú hevur tikið fyri at gerast ein kvinna. Eg haldi ikki, at nógv fólk vita hetta. Men hetta kynsástøðið hevur fingið alsamt betri rúm í okkara vanligu mentan og er nú komið inn í undirvísingarætlanir á okkara skúlum.”

Politikkarar og felagsskapir hava funnist at átakinum hjá SSCA fyri at fremja eina “víðgongda seksuella eksperimentatión.” Átakið, sum varð sett í verk undir undanfarnu stjórn, hevur síðstu mánaðirnar ført til, at núverandi forsætisráðharrin, Malcolm Turnbull, er komin undir trýst, og hann hevur tí biðið um eina frágreiðing um átakið.

Rætturin til børn fylgir við rættinum at giftast

Lyle Shelton vitjaði í Føroyum í desember, og undir vitjanini helt hann almennan fyrilestur um, hvat ein broytt hjúnabandslóg fer at føra við sær. Í fyrilestrinum vísti hann á, at í mannarættindasáttmálanum hjá ST grein 16 stk. 1 til 3 er hjúnabandið ein samansettur rættindapakki, ið m.a. umfatar giftu og tað at stovna familju.

“Forsprákararnir fyri samkyndum hjúnabandi siga ikki, at teir ynskja hjúnabandið uttan børn,” sigur Lyle Shelton. “Teir vita ógvuliga væl, at hjúnabandið gevur rætt til at fáa børn. Men av tí at kynsliga sameiningin millum tvey av sama kyni ikki kann skapa børn, er neyðugt við hjálp frá einum triðja og viðhvørt fjórða persóni.”

Hetta førir við sær, at sonevnd “javnrættindi til hjúnaband” í grundini ikki bert snúgva seg um at giftast, men eru ein heildarloysn við etiskum avbjóðingum.

Forsprákararnir fyri samkyndum hjúnabandi siga ikki, at teir ynskja hjúnabandið uttan børn. Teir vita ógvuliga væl, at hjúnabandið gevur rætt til at fáa børn.

“Um fyrimunirnir við ‘javnrættindum til hjúnaband’ skulu gerast til veruleika, mugu tveir menn fáa atgongd til eina vinnuliga skipan við burðarmammum, meðan tvær kvinnur mugu fáa atgongd til eina skipan við navnleysum sáðgevarum,” vísir Lyle Shelton á. “Ein vinnulig skipan við burðarmammum krevur, at kvinnur leiga sína lívmóður út og geva síni egg. Hetta er grov misnýtsla. Feministar kring heimin ynskja at banna vinnuligum skipanum við burðarmammum. Eitt átak er í gongd í løtuni. Eg taki undir við teimum. Tær ynskja at banna hesum fyri bæði samkynd og hinskynd, og tað haldi eg vera rætt. Ein skipan við burðarmammum tænir ikki tí besta fyri barnið og als ikki tí besta fyri kvinnur. Og sáðgeving tænir ikki tí besta fyri børn.”

Lyle Shelton minnir á, at hetta ikki bert er ein spurningur viðvíkjandi samkyndum. Tað er ein etiskur spurningur fyri alt samfelagið, og sambært Lyle er hesin spurningur ikki viðgjørdur nóg væl og nóg víða.

“Men um samkynt hjúnaband kemur inn í lógarverkið, verður tað ógjørligt at halda fram við kjakinum um eina skipan við tøkniligum gitnaðarinntrivum.”

At lóggeva soleiðis, at tvey av sama kyni kunnu gerast hjún, er at kynsneutralisera hjúnabandið. Tað hevur sínar avleiðingar.

Men um samkynt hjúnaband kemur inn í lógarverkið, verður tað ógjørligt at halda fram við kjakinum um eina skipan við tøkniligum gitnaðarinntrivum.

“At nýdefinera hjúnabandið er at nýdefinera foreldraleiklutin og at strika hugsanina um, at kyn hevur týdning í uppalingini av einum barni. Tað loyvir, at eitt barn verður noktað kennskapin til og kærleikan frá í minsta lagi einum av sínum foreldrum – ikki orsakað av sorgarleiki ella at annað av foreldrunum rýmir, men einans fyri at nøkta kenslubornu ynskini hjá einum vaksnum, sum ikki er foreldur at hesum barni,” sigur Lyle Shelton.

Her bresta rættindi hjá børnum og ynskini hjá vaksnum sostatt saman. Hvat er tá at gera?

“Tá eitt samfelag upplivir, at rættindi og ynski bresta saman, eiga rættindi hjá vaksnum at boyggja seg fyri rættindum hjá børnum, ið eru tey mest sárbæru,” slær hann fast. “At vit í dag eru til reiðar at møta teimum krøvum, sum samkynda ideologiin setur, og sum noktar teimum, ið onga rødd hava, síni grundleggjandi rættindi, er ein mátistokkur fyri, hvussu sjálvsøkið okkara samfelag er vorðið.”

Spurningurin, sum ofta verður reistur í hesum føri, er, um samkynd pør ikki kunnu elska eitt barn og uppala tað væl.

“Sjálvandi kunnu tveir menn elska eitt barn. Og sjálvandi kunnu tvær kvinnur uppala eitt barn við góðum úrslitum. Men at skriva hetta inn í lógarverkið bendir á, at kærleikslýsingin hjá the Beatles (“All you need is love”) er tað einasta, sum er neyðugt. Jú, kærleiki er neyðugur, men kærleikin hevur tørv á sannleika. Sannur kærleiki kann ikki liva lið um lið við lygnina. Tað er ein lygn at látast sum, at tveir menn kunnu røkja móðurleiklutin. Tað er ein lygn at látast sum, at tvær kvinnur kunnu røkja faðirleiklutin.”

Sokallað ‘javnrættindi til hjúnabandið’ eru ein heildarloysn, og um tú ikki ert til reiðar at góðtaka, at hesin pakki sigur satt um veruleikan, lat so vera við at taka undir við honum.

“Tað er bert elitan í okkara samfelag, sum er blind yvir fyri hesum og ikki dugir at skilja tað,” heldur Lyle Shelton á. “Tá eitt barn verður føtt, kennir tað bert eitt, og tað er sína mammu. Hvat fyri samfelag hevði skipað ein almannapolitikk, sum loyvdi, at eitt nýføtt barn varð tikið úr føvninginum á síni mammu og givið tveimum monnum? Hvat fyri samfelag hevði noktað einum barni at kent pápa sín, sum um einasti týdningurin, ið hesin maður hevði fyri hetta barn, var at framleiða sáð?”

Lyle Shelton biður tí politikkarar hugsa seg væl um, áðrenn teir atkvøða fyri, at tvey av sama kyni skulu fáa loyvi at giftast.

“Sokallað ‘javnrættindi til hjúnabandið’ eru ein heildarloysn, og um tú ikki ert til reiðar at góðtaka, at hesin pakki sigur satt um veruleikan, lat so vera við at taka undir við honum.”