Sjálvandi kemur vígsla av samkyndum inn í fólkakirkjuna

Nú hjúnabandslógin nokk nærkast enn eini tingviðgerð, verður sagt, at um §14 stk. 2 verður strikað úr lógini, verður bundið um heilan fingur í mun til møguleikan fyri kirkjuligari signing av borgarliga giftum samkyndum pørum. Tað er rætt, at møguleikin fyri at krevja signing fellur burtur. Men trýstið á kirkjuna – í fyrsta umfari fólkakirkjuna – er tó ikki burtur, um hjúnabandslógin verður broytt. Tvørturímóti. Tað vísir gongdin í “teimum londum, sum vit samanbera okkum við”.

Tað er ógvuliga trupult at skilja, hvussu forsprákarar fyri broyting av hjúnabandslógini kunnu tosa um at samanbera Føroyar við hesi lond uttan at nevna, hvat ein broytt hjúnabandslóg ger við kirkjurnar í hesum londum – um teir veruliga vilja kirkjuni væl. Fokus er bert á rættindi til samkynd. Fokus er als ikki á allar trupulleikarnar, ið kirkjurnar fáa av hesum. Ella – um tú ikki metir hetta vera trupulleikar – so broytingarnar, ið kirkjurnar eru farnar ígjøgnum. Hví verður onki sagt um hesi viðurskifti, ið heilt týðiliga hava samband við málið? Tað tykist eins og politikkarar, aktivistar og onnur tilvitað lata eyguni aftur fyri ella vilja flyta fokus frá tí, sum veruliga hendir. Um hetta er støðan, so merkir tað m.a., at politikkarar, ið eru fyri broyting, men ikki vilja seta hana í verk, so leingi §14 stk. 2 er í gildi, í grundini ikki vilja kirkjuni væl. Av onkrari orsøk vilja teir bert trýsta hetta mál ígjøgnum, líka mikið hvat hendir við kirkjuni. At vilja strikað §14 stk. 2 kann so bert vera fyri at gera tað lættari at svølgja hjá teimum, ið veruliga eru góð við kirkjuna.

Á árliga fundinum varð nærum samtykt, at øll, sum framyvir søkja um at gerast prestar, skulu vilja víga tvey av sama kyni. Í hesum spurninginum er tað tí vorðið ógvuliga trongt í svensku kirkjuni, og prestar tora ikki longur at siga alment, at teir halda hjúnabandið vera millum mann og kvinnu. Teir vilja ikki seta eitt eldfimt kjak í gongd.

Í Svøríki varð hjúnabandslógin broytt í 2009. Svenska kirkjan, ið gjørdist leys av statinum í ár 2000, ynskti ikki at missa rættin til at víga pør. Tað endaði við, at bert eitt hálvt ár eftir broytingina valdi leiðslan í svensku kirkjuni eisini at lata kirkjuligar vígslur fevna um samkynd pør. Meiningarnar innanhýsis í kirkjuni vóru tó ymiskar, tí bæði biskuppar og prestar vóru ímóti broytingini. Kortini varð broytingin samtykt, og hetta fekk avleiðingar – serliga fyri verandi og komandi prestar. Í byrjanini tryggjaði man prestum samvitskufrælsi, men so seint sum seinasta heyst var tað um reppið, at kirkjuliga leiðslan avtók hetta frælsið. Á árliga fundinum varð nærum samtykt, at øll, sum framyvir søkja um at gerast prestar, skulu vilja víga tvey av sama kyni. Í hesum spurninginum er tað tí vorðið ógvuliga trongt í svensku kirkjuni, og prestar tora ikki longur at siga alment, at teir halda hjúnabandið vera millum mann og kvinnu. Teir vilja ikki seta eitt eldfimt kjak í gongd.

Í dag hevur svenska kirkjan eina nýggja ritualbók, har parturin um vígslur er broyttur grundleggjandi. Øll ritual og orð í sambandi við vígslur eru nú kynsneutral. Tað merkir, at orðini maður og kvinna ikki longur verða nýtt í sambandi við vígslur innan svensku kirkjuna.

Í Danmark gekk tað øðrvísi fyri seg. Hjúnabandslógin varð broytt í 2012, og frá byrjan av varð møguligt hjá tveimum av sama kyni at velja millum at giftast kirkjuliga ella borgarliga. Serliga var tað kirkjumálaráðharrin Manu Sareen, sum legði trýst á biskupparnar um at fáa vígslu av samkyndum pørum inn í fólkakirkjuna beinanvegin. Ósemja var millum biskupparnar, og ein meiriluti – 6 av 10 – var argur um ætlanirnar hjá Manu Sareen, og umleið ein triðingur av prestunum vildi ikki víga tvey av sama kyni. Kortini varð hetta mál trýst ígjøgnum frá politiskari síðu á ein ógvuliga ódámligan hátt. Hetta førdi m.a. til, at orðini “maður” og “kvinna” eru strikað í ritualunum, meðan nýggja orðið er “hjúnafelagar”.

Avleiðingin var split í donsku fólkakirkjuni. Fleiri av teimum meira virknu limunum strikaðu seg av limalistanum hjá fólkakirkjuni og valdu í staðin at stovna fríkirkjur. At víga tvey av sama kyni var dropin, sum fekk bikarið hjá teimum at flóta yvir.

Hóast prestar (enn) hava frælsi til at bera seg undan at víga tvey av sama kyni, eru kirkjuráð byrjað at krevja, at nýggir prestaumsøkjarar skulu vilja víga samkynd. Afturat hesum kunnu prestar koma í eina løgna støðu. Fólkatingið samtykti í 2014, at persónar kunnu fáa eitt løgfrøðiligt kynsskifti. Tað merkir, at ein prestur, sum ikki vil víga tvey av sama kyni, kortini kann verða noyddur at gera tað. Um eitt par, har annar parturin hevur fingið løgfrøðiligt kynsskifti, ynskir at giftast, verður presturin noyddur at víga tey, hóast parið í prestsins eygum antin er tveir menn ella tvær kvinnur.

29. oktober síðsta ár segði íslendski biskuppurin Agnes Sigurðardóttir, at har er onki í lógini, sum gevur prestum loyvi til at bera seg undan vegna kynsligu sannføringina hjá fólki. Hetta var tað beint øvugta av tí, sum hon hevði hildið bert fá ár frammanundan.

Í Íslandi samtykti Altingið í 2010 at broyta hjúnabandslógina. Íslendska fólkakirkjan slapp í fyrsta umfari undan, men valdi tó sama ár at bjóða tveimum av sama kyni at vígast í kirkju. Tá segði lógin, at “prestar fara altíð at hava frælsi til at víga tvey av sama kyni, men fara ongantíð at hava skyldu til tað.” Men tíðirnar broytast skjótt, og 29. oktober síðsta ár segði íslendski biskuppurin Agnes Sigurðardóttir, at har er onki í lógini, sum gevur prestum loyvi til at bera seg undan vegna kynsligu sannføringina hjá fólki. Hetta var tað beint øvugta av tí, sum hon hevði hildið bert fá ár frammanundan.

Í Grønlandi varð hjúnabandslógin broytt fyri stuttum og sett í gildið frá 1. apríl í ár. Eins og í Danmark kundu tvey av sama kyni frá byrjan av velja millum at giftast borgarliga ella vígast í kirkju.

Noreg broytti hjúnabandslógina í 2009, men kirkjan valdi at bíða. Tó vóru kreftir í norsku kirkjuni, sum ynsktu at víga samkynd. Eftir langt og hart stríð millum lutfalsliga stóra konservativa veingin og tann liberala veingin, valdi kirkjuliga leiðslan tann 11. apríl at loyva tveimum av sama kyni at vígast í kirkjuni. Longu nú hava 233 prestar skrivað undir eitt mótmæli ímóti at víga tvey av sama kyni.

Allir okkara norðurlendska grannar víga sostatt tvey av sama kyni í kirkjunum. Í summum førum var tað í fyrsta umfari bert møguleiki fyri borgarligari vígslu. Men tað gingu bert fá ár, áðrenn samkynd pør fingu loyvi til at standa framman fyri altarinum. Í summum londum var tað hart innanhýsis stríð í kirkjuni, meðan tað í øðrum londum ikki merktist nakað serligt til tað. Í øðrum førum kundu samkynd velja ímillum at giftast borgarliga ella at vígast í kirkju frá byrjan av.

Um hjúnabandslógin verður broytt, verður stríðið við vissu flutt inn í kirkjuna. Teir politikkarar, sum av sonnum vilja føroysku fólkakirkjuni væl, áttu tískil ikki at atkvøtt fyri at broyta hjúnabandslógina.

Í Føroyum royna politikkarar nú av øllum alvi at forða fyri hesum seinna. Men gongdin í okkara grannalondum er greið: broytir tú hjúnabandslógina, kemur fólkakirkjan undir stórt trýst, og innan fá ár verða tvey av sama kyni vígd innan kirkjugátt. LGBT Føroyar tvíheldur tó um, at tey ongar ætlanir hava um at fara inn í kirkjuna, men hetta er bert ein partur av sannleikanum. Tað hevði verið rættari at sagt, at tey ikki hava nakrir ætlanir um at fara inn í kirkjuna . Í kjakinum í KVF týskvøldið 24. november 2015 segði nevndarlimur í LGBT Føroyar jú, at tað var eitt strategiskt val at lata kirkjuligu vígsluna fáa frið. Tað stríðið verður útsett til eina aðru ferð. Fyrst snýr tað seg um at fáa lut í hjúnabandinum, tí tað letur dyrnar upp fyri nógvum øðrum møguleikum – eisini kirkjuligari vígslu um nøkur ár. Um gongdin verður sum í grannalondunum, tosa vit um minni enn 10 ár.

LGBT Føroyar plagar at siga, at føroyska fólkið hevur talað, og at ein stórur meiriluti er fyri broyting. Men LGBT skal minnast til, at ein stórur meiriluti av føroyska fólkinum er ímóti kirkjuligari vígslu av samkyndum. Og hyggja vit eftir okkara grannalondum, so fer ein broytt hjúnabandslóg at leggja lunnar undir eitt langt, hart og oyðileggjandi føroyskt kirkjustríð – bert fyri at so fá sum 20-50 pør skulu sleppa at giftast, um samanborið verður við donsk hagtøl.

Í løtuni stendur fólkakirkjan so gott sum saman og stríðist ímóti trýstinum uttanífrá. Men um hjúnabandslógin verður broytt, verður stríðið við vissu flutt inn í kirkjuna. Teir politikkarar, sum av sonnum vilja føroysku fólkakirkjuni væl, áttu tískil ikki at atkvøtt fyri at broyta hjúnabandslógina.

Meirilutin í Trivnaðarnevndini fær ikki vart kirkjuna

Leitar tú eftir uppfinningarsomum undanførslum, so skalt tú bara lesa tað, sum meirilutin í Trivnaðarnevndini skrivar í sínum áliti um hjúnabandslógina.

Líka síðani uppskotsstillararnir tóku lógaruppskot nr. 21/2015 um ikki at loyva fólkakirkjuni at víga hjún av sama kyni aftur, hevur stóra ivamálið verið, hvat nú fer at henda við kirkjuni. Nógv eru tey, sum meta § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini vera ein avgerandi prinsipiellan trupulleika. Har stendur:

Ægtefæller kan få et ægteskab, som er indgået ved borgerlig vielse, kirkeligt velsignet af en præst i folkekirken.

Argumentið er einfalt: Verður hjúnabandslógin broytt soleiðis, sum uppskotsstillararnir vilja, so verða hjún av sama kyni “ægtefæller” í júst sama mun sum hjún av hvør sínum kyni. Við tí at vera “ægtefælle”, at vera hjún, fylgir rætturin at verða signaður í kirkjuni. So leingi hjúnini eru borgarliga vígd, so hava tey henda rætt. Við hesum er signing av samkyndum komin beint inn í fólkakirkjuna.

Stuðulin, sum uppskotið hevur millum manna, er í stóran mun treytaður av eintýdda muninum, sum hevur verið gjørdur ímillum “borgarligt” og “kirkjuligt”.

Fleiri politikkarar – seinast allur Sambandsflokkurin – hava givið til kennar, at teir ikki ætla sær at lóggeva hjúnaband ímillum tvey av sama kyni inn í kirkjuna. Stuðulin, sum uppskotið hevur millum manna, er eisini í stóran mun treytaður av eintýdda muninum, sum hevur verið gjørdur ímillum “borgarligt” og “kirkjuligt”. Sjálvt LGBT Føroyar hava verið úti og vissað føroyingar um, at tey ikki ætla sær inn í kirkjuna. Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyar, viðgekk tó í sjónvarpskjaki í fjør, at hetta var ein strategisk avgerð frá teirra síðu. Hetta sigur nógv, men fyrst og fremst sigur tað nakað um, júst hvussu greiður viljin hjá Føroya fólki er.

Tað var júst av hesi orsøk, at uppskotsstillararnir upprunaliga gjørdu lógaruppskot nr. 21/2015. Uppskotið varð tó tikið aftur orsakað av prinsipiellum mótmæli frá leiðsluni í fólkakirkjuni. Ikki kann sigast, at nakar av uppskotsstillarunum síðani hevur megnað at sett orð á, hví trupulleikin, ið teir mettu vera so mikið álvarsaman, at sjálv kirkjulógin skuldi broytast, nú er burtur.

Hetta hevur heldur ikki eydnast meirilutanum í Trivnaðarnevndini.

Havt verður á lofti, at § 14 stk. 2 ikki lóggevur inn í føroysku fólkakirkjuna, tí fólkakirkjan er yvirtikið málsøki og er tí føroysk, meðan hjúnabandslógin enn er donsk. Ongi greið og nágreinilig argument verða nevnd fyri at stuðla hesum pástandi.

Í partinum av álitinum, sum meirilutin skrivar, verður roynt at sissa tey, sum bera ótta fyri kirkjuligu avleiðingunum av at broyta hjúnabandslógina. Havt verður á lofti, at § 14 stk. 2 ikki lóggevur inn í føroysku fólkakirkjuna, tí fólkakirkjan er yvirtikið málsøki og er tí føroysk, meðan hjúnabandslógin enn er donsk. Ongi greið og nágreinilig argument verða nevnd fyri at stuðla hesum pástandi. Tað verður ikki víst til nakað annað lógarmál, sum á líknandi hátt er ávirkað av tjóðskaparligari sundurbýting. Ei heldur verður víst til løgfrøðiligu ráðgevingina, sum Trivnaðarnevndin hevur fingið, fyri at grundgeva fyri hesum múrinum ímillum yvirtikin og ikki-yvirtikin málsøki. Man gloymir enntá at nevna, at Mentamálaráðið í sínum uppriti vísir á, at tann parturin av kirkjurættinum, ið viðvíkur signing av borgarliga giftum, og ritualið til hesa signing, ikki eru yvirtikin, og sostatt enn eru undir donskum málsræði. Harumframt viðgongur meirilutin, at løgfrøðiliga ráðgevingin hjá Løgtinginum “ikki er sannførd um, at § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini undir donskum løgræði ikki framvegis røkkur inn í innaru viðurskifti kirkjunnar, hóast kirkjan er yvirtikin”. Men henda ráðgeving verður ikki tikin til eftirtektar, eftir øllum at døma tí at kirkjumál liggja – sambært Trivnaðarnevndini – uttan fyri serfrøðina hjá ráðgevingini hjá Løgtinginum. Tað er Mentamálaráðið, sum “umsitur og harvið tulkar kirkjulóggávuna.” Her gloymir meirilutin at nevna, at Mentamálaráðið sjálvt mældi til antin at strika § 14, stk. 2 ella at broyta hana. Í uppritinum verður millum annað sagt,

“Hevði § 14, stk. 2 verið strokin, hevði tað … verið upp til fólkakirkjuna, hvørt hon valdi at hava ritual til at signa borgarliga gift pør.”

Trupulleikin er tó, at sambært stjóranum í Løgtinginum, so ber tað als ikki til at pilka § 14, stk. 2 burturúr nú.

Manglandi ritualið er tí, í sjálvum sær, eingin forðing fyri, at samkynd kunnu verða signað.

Mentamálaráðið er sostatt ósamt við meirilutan: verður § 14, stk. 2 ikki strokin, er tað ikki upp til kirkjuna sjálva, hvørt hon velur at hava ritual at signa borgarliga gift pør. Tað vil siga, at § 14, stk. 2 lóggevur beinleiðis inn í kirkjuna.

Eisini hevur verið ført fram, at kirkjan ikki kann signa samkynd hjún, tí at hon ikki hevur nakað ritual til endamálið. Tað er rætt, at kirkjan ikki hevur eitt slíkt ritual. Men sambært § 2, stk. 1 í Løgtingslóg nr. 42 frá 26 mai 2008 um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni kann bispur geva loyvi til at nýta onnur ritual enn tey góðkendu. Manglandi ritualið er tí, í sjálvum sær, eingin forðing fyri, at samkynd kunnu verða signað. Og spyrst eitt rættarmál burtur úr hesum, er ikki óhugsandi, at bispur verður noyddur at gera og góðkenna eitt ritual sum skjótast.

Meirilutin tykist ikki sjálvur at vera serliga vísur í síni søk, at danska § 14, stk. 2 onga ávirkan hevur á føroysku fólkakirkjuna, tí roynt verður at vissa Løgtingið um, at heilt fá borgarliga gift hjún hava gjørt brúk av teirra rætti til kirkjuliga vígslu. Hetta er eitt løgið argument, tí tað tykist beinleiðis at mótsiga tí, sum meirilutin júst hevur sagt um, at danskar paragraffir ikki eru galdandi í yvirtiknum stovnum. Um § 14, stk. 2 ikki er galdandi í fólkakirkjuni, hví og hvussu vórðu so hesa fáu borgarliga giftu signað? Samstundis tykist enn ein óvissa at vera at hóma hjá meirilutanum: um nú pástandurin ikki heldur, so kann meirilutin sissa Løgtingið og vísa á, at tað er serstakliga sjáldan, at nakar vil hava sítt borgarliga hjúnaband signað. Til hetta er at siga, at tað skulu bara eini borgarliga gift hjún av sama kyni, sum krevja sín lógarfesta rætt til kirkjuliga signing, til fyri at bróta prinsipiella markið ímillum kirkju og stat.

Hví skal paragraffin, sum jú er púra vandaleys, strikast hóast alt?

Sama óvissa er til seinast at hóma, tá ið meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir til – hóast alt hóvastákið bara nøkur fá reglubrot longur uppi – at § 14, stk. 2 verður strikað. Hví skal paragraffin, sum jú er púra vandaleys, strikast hóast alt? Jú, so at eingin ivi er. Hvørs ivin er, kann lesarin sjálvur gita.

Eitt tað týdningarmesta, sum minnilutin í Trivnaðarnevndini vísir á í samband við alla tilgongdina í hesum máli, er, hvussu illa frágingið arbeiðið hevur verið. Tilgongdin hevur, í teirra orðum, verið “ómetaliga ófullfíggjað”. Minnilutin vísir víðari á ivan, sum Løgtingsskrivstovan hevur um, hvørt ríkislógartilmælið yvirhøvur fer at verða góðtikið av avvarðandi donsku myndugleikunum, hóast tað kanska at enda verður samtykt av Løgtinginum. Hetta tí “allar mannagongdir í sambandi við ríkislógarmál, sum vanliga er ein drúgv tilgongd millum landsstýrið og donsku stjórnina, eru settar til síðis”.

Sama “ómetaliga ófullfíggjaða” háttalag tykist tíverri at eyðkenna argumentini hjá meirilutanum í Trivnaðarnevndini. Farið verður ikki hóvliga fram. Í staðin tykjast argument at verða tikin úr leysari luft, alt vegna eina desperata roynd at bjarga hesi skútu, ið hevði stungið eina broytta hjúnabandslóg út í kortið, men sum nú er so gjøgnumgatað við holum, at hon bert liggur tyngri og tyngri í sjónum.

Mynd: Simon Varwell/flickr. Viðgjørd.

Fólkakirkjan kann verða noydd at signa tvey av sama kyni

§14, stk. 2 í hjúnabandslógini sigur soleiðis:

“Ægtefæller kan få et ægteskab, som er indgået ved borgerlig vielse, kirkeligt velsignet af en præst i folkekirken.”

Tað vil siga, at øll hjún hava, sambært landsins lógum, rætt at verða signað í fólkakirkjuni. Eingin avmarking er á hesum rætti. Einasta treyt er, at viðkomandi hjún eru borgarliga gift. So kunnu tey verða signað í kirkjuni.

Fyrrakvøldið frættist, at uppskotið um at lata fólkakirjuna sleppa undan at gifta hjún av sama kyni í kirkjuni varð tikið aftur.

Broytingarnar í hjúnabandslógini, sum stillararnir hava skotið upp, umfata ikki §14. Tað vil siga, at fólkakirkjan nú á ongan hátt er vard ímóti hesum broytingum. Um lógin verður broytt, fáa hjún av sama kyni rætt at verða signað í kirkjuni, júst á sama hátt sum hjún av hvør sínum kyni. Kirkjan kann tí noyðast, við lógarinnar valdi og myndugleika, at signa hjún av sama kyni, hóast hetta gongur ímóti læruni hjá kirkjuni.

Mentamálaráðið setur í skrivi til Trivnaðarnevndina ljóskastaran á henda trupulleikan og mælir til antin at strika §14, stk. 2 fullkomiliga úr lógini og soleiðis juridiskt kvetta hetta sambandið ímillum hjúnaband og kirkju, ella at ítøkiliga tilskila rættin til kirkjuliga signing til hjún av hvør sínum kyni. Men, sum sagt, so nevnir uppskotið, sum er til viðgerðar í løtuni, einki um §14, stk. 2. Verður broytingaruppskotið samtykt, fer §14, stk. 2 sostatt at standa við í verandi líki. Skal §14, stk. 2 broytast, má øll lógin sum hon er takast aftur og leggjast fram av nýggjum, við broytingunum í hesi paragraffini løgdum aftrat.

Kirkjan kann tí noyðast, við lógarinnar valdi og myndugleika, at signa hjún av sama kyni, hóast hetta gongur ímóti læruni hjá kirkjuni.

Tey, ið ganga á odda fyri broytingini í hjúnabandslógini og vilja, at hjúnabandið skal umfata tvey av sama kyni, vita, at ein stórur partur av Føroya fólki ikki vilja hava hesa broyting inn í fólkakirkjuna. Fólkið virðir hennara rætt sjálv at gera av, hvat hon lærir og praktiserar. LGBT Føroyar vita hetta og hava verið sera varin við ikki at blanda kirkjuna upp í teirra átak fyri hjúnabandsbroyting. Uppskotið, sum nú er tikið aftur og sum snúði seg um at útihýsa hjúnabandi ímillum tvey av sama kyni úr kirkjuni, var somuleiðis ein roynd at blanda kirkjuna uttanum. Hetta varð neyvan skotið upp av prinsipiellum ávum, men heldur fyri at gera broytingina av hjúnabandinum lættari at svølgja hjá Føroya fólki.

Men nú hetta uppskotið er tikið aftur, er sokallað samkynt hjúnaband trýst inn aftur í fólkakirkjuna. Øll hjún hava rætt at verða signað í kirkjuni. Verður hjúnabandslógin broytt sambært uppskotinum, sum nú liggur í Løgtinginum, so fara tvey av sama kyni at telja sum hjún á sama føti sum tvey av hvør sínum kyni. Og tey fara – sum borgarliga gift hjún – sjálvsagt eisini at hava rætt at verða signað í kirkjuni. Kirkjan hevur ongan rætt at nokta teimum hesa signing, tí signingin er tryggjað øllum borgarliga giftum hjúnum í lógini. Tað, at kirkjan ikki hevur eitt serstakt ritual til signing av hjúnum av sama kyni hevur ongan týdning. Er rætturin hjá hjúnum av sama kyni til hetta ritual lógartryggjaður, er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn ritualið verður almannakunngjørt.  

Avleiðingin av at broyta hjúnabandið er sostatt púra greið nú: Giftast tvey av sama kyni, hava tey fullan og lógartryggjaðan rætt at møta upp í kirkjuni og krevja at verða signað. Fólkakirkjan kann tí verða noydd at signa hjún av sama kyni, uttan mun til hvat hon sjálv sigur.