Fremmand í fremmandum landi: at vera kristin í Føroyum eftir hjúnabandið

Føroyar í dag eru ikki tað sama, sum Føroyar vóru í gjár. Í túsund ár hava Føroyar verið eitt, men í dag eru Føroyar eitt annað. Ikki fullkomiliga og kanska ikki ósvitaliga, men á avgerandi hátt. Í tann mun sum ráðandi myndugleikin umboðar fólkasálina – tað, sum vit í felag eru – so hava vit við at broyta hjúnabandslógina flutt okkum eitt greitt stig burtur frá einum kristnum siðaarvi, sum áður hevur eyðkent okkum. Føroyar eru í dag eitt land, minni eyðkent av kristnum virðum, enn Føroyar vóru í gjár.

Sambært Manntali siga 94% av føroyingum seg vera kristnar. Og hetta sæst aftur í kjakinum um hjúnabandslógina. Eins og víst hevur verið á fyrr, so hevur argumentatiónin um, hvørt hjúnabandslógin skal broytast, so tvey av sama kyni kunnu giftast, ikki verið eitt kjak ímillum kristindóm og heiðinskap ella gudloysi. Kjakið hevur verið ímillum sjálvútnevnd umboð fyri kristindóm – á báðum síðum. Báðir partar í orðaskiftinum vildu kanna sær heimildina, legitimitetin, sum kristindómur enn gevur í føroyska samfelagnum. Hetta er galdandi bæði á tingi og í almenna kjakinum.

Men er tað veruliga kristið at fylgja í fótasporunum á mest avkristnaðu londunum í heiminum? Hvussu kristið er hjúnalag ímillum tvey av sama kyni í veruleikanum – nakað, sum eingin í heiminum hevði hugsað um fyrr enn fyri eini 25 árum síðani? Hví hugsaði ongin um tað, tá ið kristindómur enn var sterkasta myndandi megin mentanarliga í vesturheiminum? Og hvat er veruliga argumentið? Argumentið er ikki, at sokallað samkynt hjúnaband er kristið á nakran haldgóðan, substantivan hátt. Tvørturímóti er argumentið, at kristna næstakærleiksboðið í politiskum høpi merkir ein grundleggjandi stuðul til eina sekulera samfelagsskipan. Elskar tú tín næsta av røttum, so blandar tú teg uttanum, hvat hansara lívi viðvíkur. Sambært hesi tulking av trúnni frásiga verulig kristin sær rættin at taka dagar ímillum, hvør skal sleppa at giftast og ikki. Og meir enn tað: verulig kristin eiga als ikki at vera upptikin av, hvussu onnur liva sítt lív. Slík andalig minimalisma hevur lítið at gera við sera kropsliga, jarðiska gleðiboðskapin, sum tey, ið trúgva á Jesus, son Guds komnan í holdi, trúgva á.

Men hetta er ein ógvuliga hentur kristindómur hjá sekulerum, moralliberalum at hava: Gud er ikki longur ein strangur faðir, ið er fullur av rættvísari vreiði inn á synd. Hann er meir sum ein tannleys omma, sum bert ynskir tær alt tað besta. Gert tú nakað skeivt, blívur hann ikki illur. Hann blívur keddur. Kanska eitt sindur skuffaður. Men hann kennir síni mørk og blandar seg uttanum so leingi, tú ikki gert nøkrum fortreð.

Kristindómurin, sum enn partvíst hongur við hjá mongum, og sum fleiri av teimum, ið vilja ráða í Føroyum, finna hentan at sipa til, hevur sostatt lítið við søguligan, bíbilskan kristindóm at gera. Jesus er meira ein inspirerandi moralskur vísmaður enn sonur Guds, komin til jarðar at frelsa syndarar ígjøgnum deyða og uppreisn sína. Menniskju eru ikki syndarar, sum hava tørv á at verða frelst og beind á rætta kós, hvat levnaði viðvíkur. Nei, tey eru grundleggjandi góð, um enn onkuntíð skadd og ørkymlað av uppvøkstri og samfelagi. Evangeliið, gleðiboðskapurin, snýr seg ikki um himmal og helviti, ævigt lív ella ævigan deyða, men um eina hugnaliga, troystandi kenslu, sum man kann leita fram, tá ið lívið gerst eitt sindur strævið. Ríki Guds er í hjartanum, ikki í hvussu Guds ævinleiki brýtur inn og setur treytirnar fyri okkara gerandisdag.  

Eins og Richard Niebuhr longu í 1934 lýsti slíkan modernaðan kristindóm: “Ein Gudur uttan vreiði leiddi menniskju uttan synd inn í eitt ríki uttan dóm gjøgnum verkið hjá einum Kristi uttan kross.”

Hesin nýggi kristindómur er eisini radikalt anti-institutionellur. Hann hevur lítlan og ongan tørv á kirkjum, samkomuhúsum, halgisiðum og øðrum, sambært honum, óneyðugum flosklum. Hetta hava vit sæð í ironisku støðuni, sum er uppkomin, har tey, sum á tingi verja fólkakirkjuna og hennara integritet ímóti óbodnum uppíblandi, eru tingfólk, sum ikki eru limir í henni. Tey tingfólk, sum hinvegin tykjast at leggja minst av øllum í fólkakirkjuna, eru hennara egnu limir.

Speisemið, sum stendir eftir, er hetta: í okkara grannalondum verður kristni arvurin vístur úr almenna rúminum í navni sekularismunnar. Í Føroyum venda vit honum bakið í navnið kristindómsins.  

Hvussu leingi fer hesin nýggi kristindómur at vara? Hyggur tú eftir aldursbýtinum til eina vanliga gudstænastu í eini fólkakirkju ein vanligan sunnudag, so er honum ikki lív lagað serliga leingi aftrat. Um menningin er hin sama í Føroyum sum í restini av vesturheiminum, so fjarar hann so líðandi út fyri hvørt ættarlið, sum tekur við. Eg trúgvi ikki, at føroyingar lúgva, tá ið teir siga seg vera kristnar. Men færri føroyingar eru kristnir nú enn fyrr. Og áðurnevnda minimalistiska andaligheitin kann síggjast sum líðandi fetini, kristna trúgvin tekur á vegnum burtur av almenna føroyska pallinum. Heldur fyrr enn seinni fer mentanarkristindómurin í Føroyum at vera líka útholaður og innantómur sum hann í grannalondunum. Og tá fara vit ikki longur at hoyra politikkarar og onnur, sum berjast fyri at avtaka kristna arvin, kanna sær kristna heimild til at gera tað. Tá fer tað ikki longur at loysa seg. Júst sum í nærum avkristnaðu grannalondunum.

Eftir standa tey, sum trúgva. Trúgva á søguligan, bíbilskan kristindóm. Tey, sum játta Jesus sum Harra og fylgja honum, sum segði seg hava alt vald á himli og á jørð. Tey, sum í dag hava sæð Føroyar taka eitt avgerandi stig burtur frá kristna arvinum, sum fyrr var sjálvsagdur. Tey mugu nú steðga á og spyrja álvarsama spurningin: Hvussu er man kristin í einum meira og meira avkristnaðum samfelag? Hvussu heldur man fast í eini meira og meira mótmentanarligari trúgv? Hvussu verjir og fyrireikar man seg og kanska serliga síni børn til at standa ímóti alsamt vaksandi trýstinum í einum slíkum samfelag? Hvussu letur man trúnna víðari í einum samfelag, sum ikki longur samstarvar? Hvussu styrkir man sínar egnu institutiónir, so at kristni arvurin verður vardur og varðveittur? Hvørjum nýggjum institutiónum og skipanum er tørvur á at skapa, so at trúfestið varir við? Og hvussu tryggjar man síni rættindi til trúarfrælsi í einum samfelag, sum vendir sær frá og ímóti siðbundnari trúgv?

Tær nýtist ikki at vera kristin fyri at vera ímóti broyttu hjúnabandslógini. Og tú kanst somuleiðis vera kristin og hava orsøkir, sum einki beinleiðis hava við tína trúgv at gera, fyri at vera ímóti. Men tað er ein søguligur veruleiki, at hjúnabandið, soleiðis, sum tað hevur verið praktiserað í Føroyum seinastu mongu øldirnar, er myndað av eini siðbundnari kristnari heimsfatan. So er ikki longur. Endamálið við hesi grein er ikki at døma um, hvat er rætt og skeivt, betri og verri. Hetta er ein roynd at siga sannleikan, soleiðis sum hann vísir seg fyri einum ávísum eygleiðara. Og samstundis er tað ein áheitan á søguliga, bíbilskt kristin í Føroyum um at endurhugsa nøkur grundleggjandi viðurskifti, nú ein so álvarsom samfelagslig broyting er hend.

Tíðin kemur at vísa, hvør lagnan hjá føroyskum kristindómi verður. Avkristnanin, sum nú tekur dik á seg, kann síggjast sum ein tiltrongdur klænkikurur, har óneyðuga feittið verður trimmað burtur, inntil bert vøddar eru eftir. Men tað er eisini tragiskt, bæði fyri einstaklingar og fyri samfeløg, at kristna ávirkanin minkar. Tey trúføstu, sum eygleiða, meðan hetta fer fram, kunnu einans vitna um Sannleikan og bíða til tann dag, tá ið fólk aftur eru til reiðar at hoyra hann og vera honum lýðin.

Arni Zachariassen