Rætturin til børn fylgir við rættinum at giftast

Lyle Shelton vitjaði í Føroyum í desember, og undir vitjanini helt hann almennan fyrilestur um, hvat ein broytt hjúnabandslóg fer at føra við sær. Í fyrilestrinum vísti hann á, at í mannarættindasáttmálanum hjá ST grein 16 stk. 1 til 3 er hjúnabandið ein samansettur rættindapakki, ið m.a. umfatar giftu og tað at stovna familju.

“Forsprákararnir fyri samkyndum hjúnabandi siga ikki, at teir ynskja hjúnabandið uttan børn,” sigur Lyle Shelton. “Teir vita ógvuliga væl, at hjúnabandið gevur rætt til at fáa børn. Men av tí at kynsliga sameiningin millum tvey av sama kyni ikki kann skapa børn, er neyðugt við hjálp frá einum triðja og viðhvørt fjórða persóni.”

Hetta førir við sær, at sonevnd “javnrættindi til hjúnaband” í grundini ikki bert snúgva seg um at giftast, men eru ein heildarloysn við etiskum avbjóðingum.

Forsprákararnir fyri samkyndum hjúnabandi siga ikki, at teir ynskja hjúnabandið uttan børn. Teir vita ógvuliga væl, at hjúnabandið gevur rætt til at fáa børn.

“Um fyrimunirnir við ‘javnrættindum til hjúnaband’ skulu gerast til veruleika, mugu tveir menn fáa atgongd til eina vinnuliga skipan við burðarmammum, meðan tvær kvinnur mugu fáa atgongd til eina skipan við navnleysum sáðgevarum,” vísir Lyle Shelton á. “Ein vinnulig skipan við burðarmammum krevur, at kvinnur leiga sína lívmóður út og geva síni egg. Hetta er grov misnýtsla. Feministar kring heimin ynskja at banna vinnuligum skipanum við burðarmammum. Eitt átak er í gongd í løtuni. Eg taki undir við teimum. Tær ynskja at banna hesum fyri bæði samkynd og hinskynd, og tað haldi eg vera rætt. Ein skipan við burðarmammum tænir ikki tí besta fyri barnið og als ikki tí besta fyri kvinnur. Og sáðgeving tænir ikki tí besta fyri børn.”

Lyle Shelton minnir á, at hetta ikki bert er ein spurningur viðvíkjandi samkyndum. Tað er ein etiskur spurningur fyri alt samfelagið, og sambært Lyle er hesin spurningur ikki viðgjørdur nóg væl og nóg víða.

“Men um samkynt hjúnaband kemur inn í lógarverkið, verður tað ógjørligt at halda fram við kjakinum um eina skipan við tøkniligum gitnaðarinntrivum.”

At lóggeva soleiðis, at tvey av sama kyni kunnu gerast hjún, er at kynsneutralisera hjúnabandið. Tað hevur sínar avleiðingar.

Men um samkynt hjúnaband kemur inn í lógarverkið, verður tað ógjørligt at halda fram við kjakinum um eina skipan við tøkniligum gitnaðarinntrivum.

“At nýdefinera hjúnabandið er at nýdefinera foreldraleiklutin og at strika hugsanina um, at kyn hevur týdning í uppalingini av einum barni. Tað loyvir, at eitt barn verður noktað kennskapin til og kærleikan frá í minsta lagi einum av sínum foreldrum – ikki orsakað av sorgarleiki ella at annað av foreldrunum rýmir, men einans fyri at nøkta kenslubornu ynskini hjá einum vaksnum, sum ikki er foreldur at hesum barni,” sigur Lyle Shelton.

Her bresta rættindi hjá børnum og ynskini hjá vaksnum sostatt saman. Hvat er tá at gera?

“Tá eitt samfelag upplivir, at rættindi og ynski bresta saman, eiga rættindi hjá vaksnum at boyggja seg fyri rættindum hjá børnum, ið eru tey mest sárbæru,” slær hann fast. “At vit í dag eru til reiðar at møta teimum krøvum, sum samkynda ideologiin setur, og sum noktar teimum, ið onga rødd hava, síni grundleggjandi rættindi, er ein mátistokkur fyri, hvussu sjálvsøkið okkara samfelag er vorðið.”

Spurningurin, sum ofta verður reistur í hesum føri, er, um samkynd pør ikki kunnu elska eitt barn og uppala tað væl.

“Sjálvandi kunnu tveir menn elska eitt barn. Og sjálvandi kunnu tvær kvinnur uppala eitt barn við góðum úrslitum. Men at skriva hetta inn í lógarverkið bendir á, at kærleikslýsingin hjá the Beatles (“All you need is love”) er tað einasta, sum er neyðugt. Jú, kærleiki er neyðugur, men kærleikin hevur tørv á sannleika. Sannur kærleiki kann ikki liva lið um lið við lygnina. Tað er ein lygn at látast sum, at tveir menn kunnu røkja móðurleiklutin. Tað er ein lygn at látast sum, at tvær kvinnur kunnu røkja faðirleiklutin.”

Sokallað ‘javnrættindi til hjúnabandið’ eru ein heildarloysn, og um tú ikki ert til reiðar at góðtaka, at hesin pakki sigur satt um veruleikan, lat so vera við at taka undir við honum.

“Tað er bert elitan í okkara samfelag, sum er blind yvir fyri hesum og ikki dugir at skilja tað,” heldur Lyle Shelton á. “Tá eitt barn verður føtt, kennir tað bert eitt, og tað er sína mammu. Hvat fyri samfelag hevði skipað ein almannapolitikk, sum loyvdi, at eitt nýføtt barn varð tikið úr føvninginum á síni mammu og givið tveimum monnum? Hvat fyri samfelag hevði noktað einum barni at kent pápa sín, sum um einasti týdningurin, ið hesin maður hevði fyri hetta barn, var at framleiða sáð?”

Lyle Shelton biður tí politikkarar hugsa seg væl um, áðrenn teir atkvøða fyri, at tvey av sama kyni skulu fáa loyvi at giftast.

“Sokallað ‘javnrættindi til hjúnabandið’ eru ein heildarloysn, og um tú ikki ert til reiðar at góðtaka, at hesin pakki sigur satt um veruleikan, lat so vera við at taka undir við honum.”