Í seinastuni hava nógvir amerikanarar válkað sær í hyklinum hjá fleiri kendum persónum, ið eru vorðnir avdúkaðir sum brúkarar á eini ótrúskapsheimasíðu, kallað Ashley Madison. Teldusníkarnir hava tó avdúkað nakað, sum hevur nógv størri týdning: óhugnaliga høga talið á teimum, sum skrivaðu seg upp til síðuna – heilar 33 mió. menniskju. Hesi skelkandi hagtølini minna okkum á, at kynslig freisting er vandamikil fyri øll. Eisini vísir hetta, hvussu langt modernaða samfelagið hevur flutt seg frá tí fatan, at hjúnabandið er ein varandi og serstøk eind.
Summi fólk hava kanska hug til at geva samkyndum skuldina fyri, at hjúnabandið er í upploysn. Men avdúkingin í sambandi við heimasíðuna hjá Ashley Madison vísir, at hinskynd hava ábyrgdina av hesum.
Langt áðrenn nakað kjak var um samkynd, høvdu alt ov mong hinskynd tikið eina vánaliga og liberala ideologi um seksualitet til sín.
Langt áðrenn nakað kjak var um samkynd, høvdu alt ov mong hinskynd tikið eina vánaliga og liberala ideologi um seksualitet til sín. Henda ideologi spratt úr seksuellu kollveltingini. Tað vóru hinskynd, sum í 60’unum og 70’unum byrjaðu at liva, sum um hjúnabandið bert skuldi vara líka leingi sum teirra romantisku kenslur vardu. Tað merkti, at “so leingi vit bæði liva” varð skift út við “so leingi vit bæði elska”. Um eitt hjúnaband bert snýr seg um, at vaksin játta sínar romantisku kenslur fyri hvørjum øðrum, so er ongin grundgeving fyri, at hjúnabandið skal vara við, at tað skal avmarkast til tveir persónar, ella at tað skal vera eyðkent av kynsligum trúskapi.
Sum eitt úrslit av hesum vórðu tað at búgva saman ógift, hjúnaskilnaður uttan orsøk, kynslív uttan fyri hjúnaband, barnsburður uttan fyri hjúnaband, pornografi og “hook-up” mentanin normaliserað. Øll hesi viðurskifti stuðlaðu upp undir at oyðileggja hjúnabandsmentanina. Samkynt hjúnaband var ikki orsøkin til nakað av hesum. Ashley Madison var heldur ikki orsøkin. Heldur eru broytingin av hjúnabandinum og heimasíðan tað sjálvsagda úrslitið av hesum trupulleikum. Trupulleikin er, at hesar niðurstøður fylgja í kjalarvørrinum av eini logikkrøð, sum hevur sín uppruna í fullkomiliga følskum fortreytum.
Og tað er á hesar følsku fortreytirnar, sum siga “kærleiki = kærleiki”, at Justice Kennedy grundaði sína meining í hægstarætti á, tá hann broytti hjúnabandslógina í øllum USA. Tá samanum kemur, so varð løgfrøðiliga broytingin av hjúnabandslógini gjøgnumførd bert 50 ár eftir, at mentanarliga broytingin var farin fram. Og henda mentanarliga broyting hevur mong brotin hjørtu og heim á samvitskuni.
Tí við at gera hjúnabandið til ein kynsneutralan og romantiskan stovn verður ein misskilt hugsjón um menniskjaligan seksualitet ritað í stein.
Tað er ein misskiljing at halda, at broytingin av hjúnabandinum fer at gera alt betri. Í staðin fer hon bert at gera alt verri. Tí við at gera hjúnabandið til ein kynsneutralan og romantiskan stovn verður ein misskilt hugsjón um menniskjaligan seksualitet ritað í stein. Boðskapurin verður tá, at vaksin, ið játta sínar romantisku kenslur fyri hvørjum, skulu gera tað, sum slík vaksin hava hug til at gera. Tað merkir, at kærleiki er kærleiki, uttan mun til hvat fyri slag – tað verið seg kyn, tal av makum ella longd í tíð – vit ynskja. Leiðandi fólk í LGBT hava enntá skotið upp, at kynslív uttan fyri hjúnaband átti at verið normaliserað, og at samkynt hjúnaband kundi lært hinskynd fyrimunirnar við hesum.
T.d. sigur Andrew Sullivan, at “opinleikin” í samkyndum parløgum kundi styrkt bondini millum menn og konur teirra: “í samkyndum sambondum ger opinleikin í sáttmálanum, at sannlíkindini eru størri fyri, at hesi sambond yvirliva, enn at hinskynd sambond yvirliva. … Tað er meiri sannlíkt, at tveir menn skilja tørvin á at fara út um hjúnabandið at lætta av sær, enn at maður og kona skilja tað. … Hetta kundi uttan iva styrkt og upplýst mong hinskynd sambond.” Samkyndi aktivisturin Dan Savage er samdur. Í 2011 var ein grein um Savage í New York Times. Yvirskriftin var “Giftur, og ótrúskapur hoyrir við”. Henda grein lærdi amerikanarar nýggja hugtakið “monogamish”. Hetta eru sambond, har makar loyva kynsligum ótrúskapi, bert makarnir eru erligir viðvíkjandi hesum. Í greinini stendur: “Savage sigur, at ein meira smidligur hugburður kann vera júst tað, sum teimum hinskyndu tørvar.” Tá samanum kemur, “gevur kynsligt afturhaldni bert fólki óverulig útlit um tey sjálvi og teirra makar.”
Um tí tú ert ímóti Ashley Madison vegna hulinskapin og svikið, sum heimasíðan leggur upp til, so er ein ótrúskapsheimasíða sum t.d. OpenMinded.com kanska nakað fyri teg. Henda heimasíða virkar fyri ærligheit í sambandi við sonevnda “etiskan ótrúskap”.
Hetta kann í grundini geva meining, tá tú ikki longur heldur, at hjúnabandið snýr seg um at sameina mann og kvinnu sum hjún í eini varandi og serstakari eind, har tey gerast mamma og pápi hjá teimum børnum, sum møguliga spyrjast burturúr. Um hjúnabandið bert snýr seg um at játta romantiskar kenslur hjá vaksnum, so verður trupult at finnast at OpenMinded.com og “monogamish” møguleikum.
At varðveita hjúnabandið millum mann og kvinnu er einasti háttur at varðveita fyrimunirnar við hjúnabandinum sum ein serstakur og varandi stovnur.
Við at broyta okkara løgfrøðiligu fatan av hjúnabandinum – og harvið broyta okkara mentanarligu fatan enn meira – fer tað at ávirka samfelagið alt, sum tað er. Av tí at okkara lóg lærir skeivt um hjúnabandið, fer tað at gerast torførari hjá fólki at liva í einum sonnum hjúnabandi.
Sum tíðin gongur, og fólk fara at taka hesa nýggju hugsjón um hjúnabandið til sín, fer hjúnabandið at hava eina alsamt minni stabiliserandi ávirkan. Søgan um mentanarligu broytingina av hjúnabandinum seinastu 50 árini prógvar júst hetta. Løgfrøðiliga broytingin fer bert at fastlæsa hugsjónina, økja um skaðan og gera tað enn truplari at koma burtur úr hesum aftur.
Men um færri fólk fara at liva í varandi og serstøkum hjúnabondum, so fara færri fólk at heysta ágóðarnar, sum hesin stovnur gevur – ikki bert makar, men eisini børn. At varðveita hjúnabandið millum mann og kvinnu er einasti háttur at varðveita fyrimunirnar við hjúnabandinum sum ein serstakur og varandi stovnur. Hvussu kann lógin t.d. læra, at pápar eru neyðugir, tá hon alment hevur gjørt teir til valmøguleikar?
Gølan við Ashley Madison átti at fingið okkum øll somul at umhugsa av nýggjum, hvønn týdning hjúnabandið hevur. Og meðan samkynd als ikki skulu lastast fyri, at hjúnabandsmentanin er í fríum falli, so er broytingin av hjúnabandslógini bæði eitt sjúkueyðkenni og ógvuliga sannlíkt nakað, sum fer at gera støðuna enn verri.
Grein er týdd úr enskum. Upprunaheitið er “Heterosexuals Are to Blame For the Breakdown of Marriage” eftir Ryan T. Anderson.