Børn hava tað betri, um tey vaksa upp við einum pápa.
Tað heldur Barack Obama eftir øllum at døma. Sum amerikanski forsetin sjálvur greiðir frá í virðisløntu bókini, Dream From My Father, so er tað trupult at vaksa upp uttan ein pápa. Og tað ger lívið truplari. Avbjóðingarnar gerast fleiri og størri. Pápadagin, 15. juni í 2008, segði Obama forseti soleiðis í eini røðu:
Vit kenna hagtølini: Børn, sum vaksa upp uttan ein pápa eru fimm ferðir so sannlík at liva í fátækradømi og at gera brotsgerðir, níggju ferður so sannlík at gevast í skúlanum, og tjúgu ferðir so sannlík at enda í geglinum. Sannlíkindini eru størri fyri, at tey fara at hava atferðartrupulleikar ella at rýma heimanífrá, ella sjálv at gerast foreldur í tannárunum. Og grundarlagið undir okkara nærsamfelagi gerst veikari av tí sama.
Barack Obama er sjálvur prógv fyri, at eingin lagna er ritað í stein. Tey eru nógv, sum hóast álvarsamar avbjóðingar, klára seg framúr væl. Og tað er alt rós vert. Men tað hevði verið betri um pápin var har.
Tí tað er best fyri børn at vaksa upp í einum heimi, har bæði teirra biologisku foreldur liva í einum góðum hjúnabandi.
Tí tað er best fyri børn at vaksa upp í einum heimi, har bæði teirra biologisku foreldur liva í einum góðum hjúnabandi.
Child Trends, ið er ein amerikanskur stovnur, sum granskar í barnavælferð, tók samanum soleiðis:
Tað er ikki bara tað, at tvey foreldur eru til staðar … men tað, at tvey biologisk foreldur eru til staðar, tykist stuðla menningini hjá børnum. …
Gransking vísir greitt, at familjuformur hevur týdning fyri børn, og at tann familjuformurin, sum hjálpir børnum mest, er familjan, har tvey biologisk foreldur liva í einum hjúnabandi uttan stórvegis stríð. Børn í familjum, har bert annað av foreldrunum er til staðar, børn, sum verða fødd ógiftari mammu, og børn í stjúkfamiljum ella familjum, har foreldrini liva saman ógift, eru í størri vanda at fáa vánalig úrslit. … Tað er tí vert, fyri barnsins skyld, at stuðla sterkum, haldgóðum hjúnabondum ímillum biologisk foreldur. (s. 1 og 6)
Breið semja er um hetta í samfelagsvísindaligari gransking: tað, sum er best fyri børn, er, tá teirra biologisku foreldur liva saman í einum góðum hjúnarbandi.
Sunn børn gerast sunn vaksin, og sunn vaksin skapa sunn samfeløg.
Og tað er tí, at myndugleikarnir eru áhugaðir í hjúnabandinum. Tað er ikki tí, at teir hava nakran serligan áhuga í romantikki ella forelskilsi. Teir eru áhugaðir í børnum. Ella, teir eru áhugaðir í, at nýggir borgarar í samfelagnum fáa tey allarbestu korini at vaksa upp í. At úrslitið av framleiðsluni av nýggjum borgarum, fyri at brúka eina mekaniska mynd, verður tað besta, sum til ber. Sunn børn gerast sunn vaksin, og sunn vaksin skapa sunn samfeløg.
Í ljósinum av hesum er tað ikki eitt gott hugskot at broyta hjúnabandslógina. Tí tá gerast biologisk foreldur og náttúrligi, kynsligi komplimentariteturin, ið tey umboða, bert ein valmøguleiki av fleiri. Nøring er av náttúru ómøgulig hjá einum samkyndum pari, og tí fer eitthvørt barn, sum veksur upp hjá einum samkyndum pari, altíð at sakna annað (eins og í eftirgjørdum gitnaði) ella bæði (í sambandi við ættleiðing) av sínum biologisku foreldrum. Og tvær kvinnur ella tveir menn kunnu ikki bjóða einum barni tað sama, sum ein kvinna og ein maður kunnu.
Tískil eiga myndugleikarnir at stuðla tí familjuforminum, sum gevur børnum best kor. Hesin er siðbundna hjúnabandið.
Tað stendur einum og hvørjum føroyingi frítt at skipa síni familjuviðurskifti soleiðis, sum hon ella hann hevur hug til. Tað frælsið, innanfyri rímilig og lóglig mørk, eiga myndugleikarnir at tryggja. Børn kunnu klára seg væl, hóast truplar umstøður. Og øll foreldur gera sítt besta, uttan mun til hvønn familjuform, tey skipa seg í. Men granskingin lýgur ikki: Ikki allir familjuformar geva eins góð úrslit. Tískil eiga myndugleikarnir at stuðla tí familjuforminum, sum veitir børnum best kor. Hesin er siðbundna hjúnabandið.