Hann er samkyndur, og hann er ímóti at broyta hjúnabandslógina. Tú las rætt. Hann er ímóti at broyta hjúnabandslógina – og sum agnostikari grundar hann ikki sína meining á Bíbliuna. Navnið er Keith Mills, og hann er íri.
Jú, tað ber til at vera ímóti at broyta hjúnabandslógina uttan at vera kristin. Í Føroyum tykist hetta ikki at vera fatanin. Kjakið verður lýst sum eitt stríð millum konservativar bíbliutrúgvar føroyingar á tí einu síðuni og meiri liberalar føroyingar á hini síðuni. Hesa fatan hevði ein serfrøðingur í tíðindasending í KVF á Ólavssøku eisini, og viðkomandi setti kjakið upp sum trúgv mótvegis løgfrøði.
So einfalt er málið kortini ikki. Tað er Keith Mills eitt dømi um.
Út frá dagsins kjaki kanst tú kortini spyrja: er Keith Mills ímóti mannarættindum? Ynskir hann ikki at fáa somu rættindi sum tey hinskyndu? Svarið er, at hann ikki heldur, at hetta er ein spurningur um javnrættindi, tí samkynd parløg kunnu viðurkennast á aðrar hættir enn gjøgnum hjúnabandslógina.
Av tí at forsprákarar vanliga gera hjúnabandslógina til ein spurning um javnrættindi, gerst kjakið ofta harðmælt. Hetta fekk Keith Mills at kenna á egnum kroppi, tá hann í sambandi við fólkaatkvøðuna um hjúnabandslógina, sum varð hildin í Írlandi fyrr í ár, traðkaði fram og segði sína meining. “Fyri meg var luttøkan í hesum kjaki sum at koma út úr skápinum eina ferð aftrat. Men tað hevur stóran týdning at traðka fram og greiða frá tí, sum ein er sannførdur um, tí at ov mong hava valt at tiga orsaka av hóttanum.”
Hjúnabandið er ikki ein máti at viðurkenna ymisk onnur sambond millum vaksin… Øll vita, at hjúnabandið næstan altíð snýr seg um børn, men tá myndugleikarnir ynskja at broyta hjúnabandslógina, so broyta teir í grundini eina lóg, sum snýr seg um familjuna.
Á fólkaatkvøðuni atkvøddi Mills nei. “Børn hava uppiborið sína mammu og sín pápa, har tað er gjørligt. Í mínum eygum snýr hjúnabandið seg fyrst og fremst um børnini og familjuna. Hjúnabandið er ikki ein máti at viðurkenna ymisk onnur sambond millum vaksin. Fólkaatkvøðan snýr seg um børnini. Øll vita, at hjúnabandið næstan altíð snýr seg um børn, men tá myndugleikarnir ynskja at broyta hjúnabandslógina, so broyta teir í grundini eina lóg, sum snýr seg um familjuna,” leggur hann dent á.
Av tí at Mills er sannførdur um, at broytingin í grundini snýr seg um børn, so heldur hann, at álvarsligir trupulleikar fara at stinga seg upp, um hjúnabandslógin fer at fevna um tvey av sama kyni. “Um samkyndir menn sum eg skulu fáa børn, so mugu teir antin ættleiða ella nýta burðurmammur. Tá burðarmammur verða nýttar, verða børnini gjørd til brúkslutir. Hesin framferðarháttur setir tørvin hjá teimum vaksnu hægri enn rættindini hjá børnum. Tað førir eisini við sær, at børn verða bíløgd, og lívmøður verða leigaðar. Vit síggja í øðrum londum, hvussu fløkjasligt hetta kann gerast. Mál viðvíkjandi burðarmammum enda í rættinum, og spurnartekin má tá setast við, hvar áhugin er fyri at tryggja børnunum so góð kor sum til ber,” sigur hann.
Um tú atkvøður fyri uppskotinum hjá stjórnini, so sigur tú í grundini, at ongin munur er á eindini millum mann og kvinnu ella tveir menn ella tvær kvinnur. Men tað er munur á hesum sambondum, og tað er skeivt at siga nakað annað. Tað er ikki ein spurningur um betri ella verri. Tað er ein spurningur um at viðurkenna mun og at heiðra ymiskleikan.
Henda broyting í hjúnarbandslógini førir eisini við sær, at ongin munur verður hildin at vera millum kynini. “Um tú atkvøður fyri uppskotinum hjá stjórnini, so sigur tú í grundini, at ongin munur er á eindini millum mann og kvinnu ella tveir menn ella tvær kvinnur. Men tað er munur á hesum sambondum, og tað er skeivt at siga nakað annað. Tað er ikki ein spurningur um betri ella verri. Tað er ein spurningur um at viðurkenna mun og at heiðra ymiskleikan. Tað er láturligt at siga, at ongin munur er,” heldur Mills.
Keith Mills leggur upp til, at vit mugu síggja øðrvísi upp á javnrættindi. “Sonn javnrættindi viðurkenna ymiskleikan. Og sonn javnrættindi føra ikki til, at man tilvitað tekur rættin at hava eina mammu og pápa frá børnum.”
Sonn javnrættindi viðurkenna ymiskleikan. Og sonn javnrættindi føra ikki til, at man tilvitað tekur rættin at hava eina mammu og pápa frá børnum.