LGBT og líknandi rørslur hava havt eina so einastandandi framgongd í vesturheiminum seinnu áratíggjuni, at hetta má metast at vera eitt av mest bergtakandi fyribrigdunum í okkara tíð. Í ovurstóra amerikanska samfelagnum flutti samkyndleiki seg upp á minni enn tjúgu ár frá at vera kærleikin, ið ikki mátti takast upp á tungu, til at vera miðdepilin í gerandisdegnum hjá amerikanarum. Dagsskráin hjá LGBT-felagsskapum fekk tí nógv betri undirtøku, enn teir mest ágrýtnu forsprákararnir høvdu væntað. Í Føroyum hevur tað eisini gingið skjótt, og ein sosial og moralsk kollvelting av hesum slagi krevur eina frágreiðing.
Ein partur av frágreiðingini kann sporast aftur til 1989, tá bókin After the Ball: How America Will Counquer Its Fear and Hatred of Gays in the 90s varð givin út. Høvundarnir vóru tveir samkyndir amerikanarar, Marshall Kirk og Hunter Madsen, sum høvdu tikið útbúgving á kenda lærustovninum Harvard. Í bókini – hon var eitt slag av stevnuskrá, sum samkynd skuldu nýta gjøgnum 1990’ini – lýsa teir eina greiða ætlan fyri, hvussu tað skal eydnast at fáa almenningin at góðtaka alternativar kynsliga samleikar og atferð sum nakað heilt vanligt. Við at hyggja nærri eftir tí, sum teir skriva, kunnu vit betur skilja, hví almenna hugsanin um hetta umstrídda evni er broytt upp á lutfalsliga stutta tíð.
Mál teirra við bókini var “at broyta kenslur, vit og vilja hjá miðal amerikanaranum gjøgnum eitt tilætlað psykologiskt álop, ið skuldi fremjast við at fóðra tjóðina við propaganda gjøgnum miðlarnar.” Við øðrum orðum tosa vit altso um at manipulera almenningin.
Báðir vóru teir serfrøðingar innan yrki, ið vóru ógvuliga viðkomandi fyri søkina. Kirk í sálarfrøði, og Madsen í at ávirka hugsanina hjá almenninginum. Mál teirra við bókini var “at broyta kenslur, vit og vilja hjá miðal amerikanaranum gjøgnum eitt tilætlað psykologiskt álop, ið skuldi fremjast við at fóðra tjóðina við propaganda gjøgnum miðlarnar.” Við øðrum orðum tosa vit altso um at manipulera almenningin.[1]
Um tað skuldi eydnast at fáa veruliga gongd á, máttu samkynd lýsa seg sjálv á ein øðrvísi hátt yvir fyri kritiska og stóra hinskynda samfelagsmeirilutanum. Í bókini heita Kirk og Madsen tí á samkynd um at lýsa seg sjálv sum vanligir borgarar, ið krevja somu rættindi sum onnur. Hetta máttu tey gera í staðin fyri at verða lýst sum ein kynsliga tilvildarligur minniluti, ið einans ynskti betri møguleikar og ávirkan. Samkynd vóru jú kend fyri at hava nógv fokus á tí kynsliga.
Her er vert at nevna Frank Kameny. Hann var ein av fremstu strategunum hjá LGBT umframt at vera faðir at mannarættindarørsluni hjá LGBT. Í 2009 varð Kameny heiðraður fyri sítt slóðbrótandi virksemi, 40 ár eftir at henda rørsla byrjaði. Tað var ongin annar enn amerikanski forsetin Barack Obama, sum hevði boðið 300 samkyndum aktivistum til døgurða í Hvítu Húsunum í sambandi við 40-ára haldið. Og Frank Kameny varð heiðraður á serligan hátt av amerikanska forsetanum við orðunum “Vit eru errin av tær, Frank, og vit eru tær takksom fyri tína leiðslu.”
Árið fyri hevði Frank Kameny skrivað hesi orð í einum brævi til Americans For Truth About Homosexuality:
- “Latið okkum fáa meira og betri njóting við meira og betri kynsligum siðloysi av einum hvørjum slagi, og har alsamt fleiri vaksin samtykkja at vera við.”
- “Um kynsligt samband við samtykkjandi djór ger nøkur menniskju eydnusom, latið tey so sleppa at tráa eftir hesi eydnu.”
- “Latið okkum fáa meira og betri njóting av meira og betri og harðari porno til tey, ið gerast eydnusom av at síggja slíkt.”
Spurnartekin kann av góðum grundum setast við, um hetta nú er so góð leiðsla, sum Obama vildi vera við. Men hetta var altso ein av oddamonnunum í LGBT-rørsluni heilt frá byrjan av í 1969 og fram til 2011, tá hann doyði.
Eitt var heilt grundleggjandi fyri strategiina: “Samkynd mugu lýsast sum offur, ið hava tørv á verju, tí so fara hinskynd av sær sjálvum at fáa lyndi til at verja samkynd.”
Aftur til bókina hjá Kirk og Madsen. Hon varð skrivað, tá AIDS-kreppan var upp á tað ringasta. Av øllum illum sóu høvundarnir tó sjúkuna sum ein møguleika fyri at broyta almennu hugsanina um samkynd: “Hóast tað kann tykjast kyniskt, so gevur AIDS okkum ein møguleika at lýsa okkum sum ein illa viðfarnan minniluta, ið av røttum hevur uppiborið serliga verju og umsorgan frá amerikanska samfelagnum”, skrivaðu teir. Støðan bæði tá og nú er nevniliga tann, at AIDS og HIV í nógv størstan mun er at finna millum menn, sum hava kynsligt samband við menn. Teir eru nógv tann størsti vandabólkurin, tá tað snýr seg um HIV/AIDS og aðrar kynssjúkur. Hetta er viðkomandi at nevna, tí ein broytt hjúnabandslóg fer at normalisera slíka atferð í seksualundirvísingini á okkara skúlum. Tað síggja vit t.d. í Svøríki, har ein animatiónsfilmur, ið leggur upp til eksperimenterandi kynslív – eisini millum menn – verður nýttur sum undirvísingartilfar í framhaldsdeildum. Hesi álvarssomu viðurskifti nevnir álitið hjá meirilutanum í Trivnaðarnevndini tó ikki eitt orð um.
Kirk og Madsen skiltu veruliga, hvussu almenna hugsanin virkar, og hetta kann man ikki annað en rósa teimum fyri. Teir heittu tí á samkynd um at tosa alment um samkyndleika uttan íhald: “Opið og framligt prát ger, at samkyndleiki tykist vera minni illgrunasamur, ókendur og syndafullur”, søgdu teir. “Støðugt prát gevur fólki ta fatan, at almenna meiningin um hetta evnið í minsta lagi er tvíbýtt, og at ein rímiliga stórur partur – t.v.s. teir mest nútímans borgararnir, sum tí hava mest vitan um evnið – góðtaka ella enntá praktisera samkyndan livihátt.”
Kortini bóðu teir samkynd um at vera varin við, hvussu tey tosaðu um samkyndleika: “Í byrjanini av átakinum skal almenningurin helst ikki vera vitni til samkynda atferð og orsakað av tí skakast ella fáa andstygd. Í staðin eiga vit at gera lítið burtur úr ímyndini av tí kynsliga, meðan spurningurin um rættindi til samkynd skal – í tann mun, tað er gjørligt – gerast til ein abstraktan spurning um sosial viðurskifti.”
Dragshowið í Norðurlandahúsinum beint upp undir Ólavsøku síðsta ár vísir tí, at Føroyar eru komnar langt í hesi strategi at “umvenda” føroyingar.
Eitt var heilt grundleggjandi fyri strategiina: “Samkynd mugu lýsast sum offur, ið hava tørv á verju, tí so fara hinskynd av sær sjálvum at fáa lyndi til at verja samkynd.” Høvundarnir vildu vera við, at ein slík strategi fór at føra til eina almenna “umvending” í spurninginum um samkyndleika: “Endamálið við offurímyndini er at fáa hinskynd at kenna seg ógvuliga illa við… og síðani leggja grundarlagið fyri, at umvendingartilgongdin kann byrja. Hetta verður gjørt við at fáa hinskynd at seta seg inn í støðuna hjá samkyndum. Soleiðis skulu hinskynd fáa samkenslu við støðu teirra samkyndu sum tey veiku í samfelagnum.”
Um hetta skuldi eydnast, máttu nøkur av teimum samkyndu gerast minni sjónlig. Kirk og Madsen vóru ósmædnir og løgdu upp til, at bert ein høvuðsbólkur av samkyndum skuldi gerast ímyndin av samkyndum: “Heilt ítøkiliga merkir hetta, at braneggjaðir menn við yvirskeggi og leðurklæðum, drag queens og mansligar lesbiskar kvinnur ikki mugu koma fyri í prentlýsingum av samkyndum og í øðrum almennum tilfari. Vanlig ung fólk, miðaldrandi kvinnur og eldri fólk av øllum ættarsløgum skulu vera við, og ikki at gloyma foreldur og hinskyndir vinir hjá samkyndum.” Dragshowið í Norðurlandahúsinum beint upp undir Ólavsøku síðsta ár vísir tí, at Føroyar eru komnar langt í hesi strategi at “umvenda” føroyingar.
Hvussu við upprunanum til kynsliga orientering? Góða gongdin hjá hesi rørslu kann í stóran mun sporast aftur til sjálva hugsanina um “orientering”. Meiri nágreiniliga fingu samkynd vind í seglini við at siga, at tey vóru fødd soleiðis. Kirk og Madsen góvu hesi ráð fyri at ávirka almenningin: “Vit halda, at samkynd skulu metast at vera fødd sum samkynd – hóast kynslig orientering fyri menniskju flest tykist vera eitt úrslit av einum fløktum samanspæli millum, (1) hvat vit av náttúru hava lyndi til og (2) okkara umhvørvi í barna- og ungdómsárunum. At siga almenninginum, at samkyndleiki kann vera eitt val, er at lata upp fyri prátinum um ‘moralsk val og synd’ og at geva teimum stívrendu trúgvandi ein stav at buka okkum við. Hinskynd mugu verða lærd, at tað er líka náttúrligt fyri summi at vera samkynd, sum tað er fyri onnur at vera hinskynd.”
“Vit halda, at samkynd skulu metast at vera fødd sum samkynd – hóast kynslig orientering fyri menniskju flest tykist vera eitt úrslit av einum fløktum samanspæli millum, (1) hvat vit av náttúru hava lyndi til og (2) okkara umhvørvi í barna- og ungdómsárunum.
Kirk og Madsen sóu kristnu trúnna sum størstu forðingina fyri, at samkyndur liviháttur skuldi verða góðtikin. Fyri at gera nakað við hesa forðing góvu Kirk og Madsen samkyndum ráðini um at “nýta sína talu til at grugga moralska vatnið – t.v.s. at máa støðið undan tí, sum gevur trúartrongskygni sítt pláss og sín rætt.” Hvussu tá? “Hetta hevur við sær, at vit almannakunngera stuðul frá moderatum kirkjum og seta álvarslig teologisk spurnartekin við konservativa bíbliulæru. Tað merkir eisini, at vit avdúka ósamsvarið og hatrið, sum liggur til grund fyri lærum mótvegis samkyndum.” Ikki løgið lýsa høvundarnir konservativar kirkjur sum “homohatarar” og “gamalt deyðavatn, ið als ikki fylgir við tíðini og tí nýggjasta innan sálarfrøðina.” Hesin hugburður minnir ikki sørt um tað, ið summi søgdu um bønarhaldið á Vaglinum stutt fyri løgtingsvalið 2015. Ein nevndarlimur í LGBT segði m.a., at á Vaglinum var nógv hatur og óvitan umframt “800 stk av créme de la créme av føroyska Homofobiaville…” Ja, so eru øll hesi kristnu sett í haturs- og homofobbásin.
Um vit líta afturá, so síggja vit, hvussu ótrúliga væl hesi ráð um at ávirka almenningin hava eydnast. Dagsskráin, ið Kirk og Madsen løgdu fyri dagin síðst í 80’unum, førdi til onki minni enn eina sosiala kollvelting. Við at lýsa seg sjálv sum vanligir amerikanarar, ið bert ynsktu frælsi og sjálvrealisering, nýdefineraðu samkynd moralsku javnvágina. Spurningar um rætt og skeivt vórðu skýrdir at vera avoldaðir, kúgandi og snópisligir í hesi nýggju mentan. Í staðin gjørdist spurningurin um “rættindi” aðalsmerkið í strategiini, sum skuldi broyta fatanina hjá almenninginum. Ein strategi, sum LGBT-rørslur kring heimin eftir øllum at døma tilvitað hava fylgt við ógvuliga góðum úrslitum.
Eitt úrslit er, at tey, sum eru ímóti samkyndum “hjúnabandi”, verða skýrd gamaldags, vandamikil, hatursfull, homofobar, kúgarar o.s.fr., meðan tey, ið ganga á odda fyri LGBT-rættindum, hinvegin verða lýst sum tey, ið virka fyri ljósari tíðum, framgongd og einum rúmligum og tíðarhóskandi samfelag. Júst henda sundurbýting ger tað nærum ógjørligt at fáa eitt skilagott orðaskifti um, hvørt hjúnabandslógin skal broytast ella ei. Har tykist bert vera ein loysn: broyting. Alt annað kemur undir kúgan og hatur og er tí ikki ein møguleiki..
Í staðin gjørdist spurningurin um “rættindi” aðalsmerkið í strategiini, sum skuldi broyta fatanina hjá almenninginum. Ein strategi, sum LGBT-rørslur kring heimin eftir øllum at døma tilvitað hava fylgt við ógvuliga góðum úrslitum.
Fyri 20 árum síðani var tað óhugsandi hjá flestu føroyingum, at okkara fólkavaldu skuldu taka støðu til at broyta hjúnabandslógina í 2016 – enntá fyri aðru ferð innan bert fá ár. Í dag tykjast nógvir føroyingar hinvegin halda tað vera heilt ófatiligt, at hjúnabandslógin ikki langt síðani er vorðin broytt. Summi gleðast um, at løtan nú tykist vera nær, tá samkynd kunnu ganga saman í hjúnaband.
Okkara samfelag hevur tí nakrar heilt grundleggjandi trupulleikar. Fyri at kunna skilja hesar trupulleikar, mugu fyrst vit skilja, hvussu tankagongdin hjá føroyinginum í dag er skrúvað saman. Ráðini í After the Ball geva okkum eina greiðari mynd av hesi tankagongd. Tí má sigast, at støðan er ógvuliga álvarssom, og fólkaræðið er í vanda.
LGBT plagar at siga, at Føroyar eru á skeivari síðu søguliga sæð. Við øðrum orðum eru Føroyar ikki tíðarhóskandi, fyrr enn hjúnabandslógin eisini fevnir um samkynd parløg. Men við hesi grein eru tey, sum ynskja at broyta hjúnabandslógina, kunnað um, hvørji søgu tey gerast partur av, um tey atkvøða fyri at broyta hjúnabandslógina. Eini søgu, ið er merkt av eini bergtakandi sosialari og moralskari samfelagskollvelting, men sum hevur týðiligar røtur aftur til heldur ivasomu ætlanirnar og framferðarhættirnar í bókini After the Ball.
[1] At ávirka tankar og hugburðir hjá øðrum við at nýta snildar og ofta óreiðiligar hættir (Den Danske Ordbog, mín týðing).