Øll hava rætt til hjúnaband

Hetta snýr seg heilt einfalt um javnrættindi! Tað vilja tey vera við, sum ynskja at  broyta hjúnabandslógina soleiðis, at tað verður loyvt at giftast við einum av sama kyni. Politikkarar, áhugabólkar og vanligir borgarar, ið taka undir við hesi broyting, hava regluliga spurningin um javnrættindi frammi í teirra argumentatión.

Tí hvør kann vera ímóti javnrættindum? At øll verða líka viðfarin? Javnrættindi eru ein sjálvsøgd grundsúla í einum og hvørjum demokratiskum og siviliseraðum samfelagi.

Men hetta tosið um tað, sum á enskum verður kallað “marriage equality”, er misvísandi. Tað er ikki soleiðis, at tey, sum fegin vilja varðveita hjúnaband soleiðis, sum tað er, eru ímóti javnrættindum. Og uppskotið at broyta hjúnabandslógina, so tvey av sama kyni kunnu giftast hvørjum øðrum, snýr seg ikki um javnrættindi.

Tí í dag hava øll vaksin og myndug fólk í Føroyum júst sama rætt at giftast. Øll hava rætt at giftast, so leingi tey giftast við einum persóni av hinum kyninum.

Øll hava rætt at giftast, so leingi tey giftast við einum persóni av hinum kyninum.

Setur tú teg í samband við myndugleikarnar við endamálinum at blíva giftur, verður tú ongantíð spurdur, hvør tín kynsliga orientering er. Tú verður ikki so mikið sum spurdur, um tú ert forelskað/ur! Tað einasta, myndugleikarnir eru áhugaðir í, er, hvørt hjúnabandið, tú søkir um, livir upp til treytirnar, ið lógin setur. Og hjúnabandið er, sambært føroyskari lóggávu (og so at siga allari lóggávu og øllum siði allastaðni inntil fyri eini 10-15 árum síðani), ímillum kvinnur og menn.

Sum nú er, hava øll, uttan mun til húðalit, átrúnað, politiska sannføring og kynsliga orientering, júst somu rættindi at giftast. Tað skal bara vera við einum persóni av hinum kyninum.

Og koma vit einaferð har til, at vit broyta hjúnabandslógina í Føroyum soleiðis, at tað verður loyvt at giftast við einum av sama kyni, so fara øll, uttan mun til húðalit og alt, eisini kynsliga orientering, eisini at hava fullan rætt at giftast við einum av sama kyni. Ein hinskyndur kundi tá gott gift seg við einum hinskyndum. Ella samkyndum. Hví ikki? Myndugleikarnir hava jú, sum sagt, ongan áhuga í kynsligu orienteringini hjá sínum borgarum.

Kjakið um at broyta hjúnabandslógina er sostatt ikki eitt kjak um javnrættindi. Øll stuðla javnrættindum. Og øll hava javnrættindi á hesum økinum. Tey, sum vilja broyta hjúnabandslógina, vilja broyta hjúnabandið. Tey vilja í veruleikanum seta eitt nýtt slag av hjúnabandi á stovn og sleppa sær av við tað gamla. Hjúnabandið, sum ikki einans er ímillum mann og kvinnu, men eisini ímillum mann og mann, og kvinnu og kvinnu, er ikki eitt javnari hjúnaband. Tað er eitt annað hjúnaband. Eitt nýtt hjúnaband.

Tað snýr seg ikki um javnrættindi. Tað snýr seg um at broyta hjúnabandið.

Hvørt hetta nýggja hjúnabandið er eitt gott hugskot ella ikki, eru eyðsæð ymiskar meiningar um. Men tað er týdningarmikið, at øll gera sær greitt, at tað er hetta, ið tað snýr seg um.

Tað snýr seg ikki um javnrættindi. Tað snýr seg um at broyta hjúnabandið.

2 thoughts on “Øll hava rætt til hjúnaband

Stongt er fyri viðmerkingum.