Í Zimbabwe fara tey skjótt at gevast at brúka sítt egna gjaldoyra. Í seinasta lagi síðst í septembur skulu borgarar býta gomlu zimbabwesku dollararnar um við amerikanskar dollarar, sum er mest brúkta gjaldoyra í suðurafrikanska landinum. Zimbabweski dollarin hevur so at siga onki virði longur. Og orsøkin til tað er inflatión. Tá ið inflatiónin í Zimbabwe var hægst, í endanum á 2008, var hon uppi á 231.000.000%. Nú fært tú fimm amerikanskar dollarar fyri 175 kvadrilliónir (175,000,000,000,000,000) zimbabweskar.
Inflatiónin hendi, tí forsetin Robert Mugabe fór at prenta pengar sum svar uppá eina fíggjarliga kreppu. Men meira pengar eru, minni verdir eru teir. Og til endans er inflatiónin so høg, at teir einki virði hava.
Spurningurin um hjúnabandið – heilt ítøkiliga, hvat hjúnabandið er – er glóðheitur í vesturheiminum í dag. Ein meiriluti av vesturlendskum londum, teirra millum Danmark, Bretland og Amerika, hava broytt hjúnabandslógina, so at hjúnabandið ikki longur er ímillum kvinnu og mann einans, men eisini tveir limir av sama kyni. Rópt verður hart um javnrættindi umframt tað órættvísi og mismun, sum siðbundna hjúnabandsfatanin umboðar. Handan hesi rópini goymir seg ein nýggj fatan av hjúnabandinum, sum er øðrvísi og meira avmarkað enn tann siðbundna og gongur, tá samanum kemur, ímóti henni. Ein fatan, sum miðsavnar seg um sterku kenslurnar hjá einstøkum menniskjum. Tey, ið eru forelskað og fegin vilja giftast, tey eiga at sleppa at giftast. Tað er tað, sum hjúnabandið snýr seg um.
Verður pilkað við eitt gjaldoyra, so missir tað virði. Tað sama er galdandi fyri hjúnabandið.
Hetta gongur ímóti siðbundnu hjúnabandsfatanini, sum í øldir hevur bundið saman tvey, í eini heildarumfatandi eind av kroppi og huga, til eitt lívslangt og trúfast samlív, sum millum annað hevur nøring og uppaling av børnum neyðturviliga tengd at sær.
Verður pilkað við eitt gjaldoyra, so missir tað virði. Tað sama er galdandi fyri hjúnabandið. Pilka vit við hjúnabandið, er vandi fyri, at tað missir sítt virði. Inflatión kemur í stovnin. Og alt fer út at koyra.
Tú skalt ikki leita leingi eftir meira høpisleysu avleiðingunum av hesi hjúnainflatiónini. Forsprákarar skjóta nú upp hjúnaband ímillum menniskju og tólmenni, millum menniskju og kelidjór, menniskju og telduspælspersónar, menniskju og Eiffel torn. Fólk skulu eisini sleppa at giftast við fleiri enn einum persóni, við sær sjálvum, ella familjulimum. Og hví skal hjúnabandið vara alt lívið? Tíðaravmarkað royndarhjúnabond er kanska nakað fyri tey ótolnu.
Heimspekingurin Edward Feser, sum sipar til øll hesi eksotisku hjúnabondini, vísir á, at tað eru ikki tey, sum ganga inn fyri siðbundna hjúnabandinum, sum skulu harmast um hesa løgnu gongdina. Tað eru hinvegin tey, sum eru fyri “hjúnajavnaði”, sum í veruleikanum hava nakað at harmast um. Hjúnainflatión, sigur Feser,
“lækkar fullkomiliga virði, sum hjúnaspjaldrið hevur, og máðar tí alt støðið undan endamálinum við rørsluni fyri “hjúnajavnaði”, sum var at gera samkynd parløg virðilig við at seta hjúnaspjaldrið á tey.”
Og um inflatión soleiðis kemur í hjúnabandið, hvat er so vunnið?
Feser heldur á fram:
“Tað at víðka nýtsluna av orðinum “hjúnaband”, so tað eisini dekkar ymisk eksotisk parløg, ger ikki hesi parløgini meira virðilig, júst á sama hátt sum tað at geva øllum børnunum í [skúlanum] próvtalið 12 ikki økir um vitanina ella styrkir førleikarnar hjá næmingunum. Í sambandi við tað fyrra eins væl og tað seinna so fara summi fólk óivað at hugsa: “Sum tað er fitt! Eg gleðist teirra vegna!” Men fá fara í álvara at halda, at eksotisku parløgini hava nær námind somu virðiligheit, sum siðbundna hjúnaidealið hevur, líka lítið sum tey veruliga halda, at øll børnini í [skúlanum] nú duga yvir miðal.
So eins og næmingurin við 12-talinum, sum knappliga uppdagar, at hansara avrik komu av støðumetsinflatión, fara forsprákarar fyri “hjúnajavnaði” kanska skjótt at undra seg og spyrja, um teirra sigur ikki var ein innantómur av slagnum.”
Um vit sleppa siðbundnu fatanini av hjúnabandinum og byrja at pilka við hana, hvat forðar so fyri, at hjúnabandið ikki blívur til annað enn eina kontraktlóggávu við einum fínari navni? Og um inflatión soleiðis kemur í hjúnabandið, hvat er so vunnið? Tí um alt er hjúnaband, so er einki hjúnaband.