Talufrælsi – eisini tá vit tosa um hjúnabandslógina

“Ein og hvør hevur rætt til talufrælsi.” (Evropeiski mannarættindasáttmálin, § 10)

Mikumorgunin 7. januar 2015 stendur uttan iva eftir í minninum hjá flestu føroyingum. Henda morgun varð redaktiónin hjá franska satirublaðnum, Charlie Hebdo, fyri yvirgangsálopi. 12 fólk doyðu, og fleiri onnur vórðu særd. Al-Qaeda átók sær ábyrgdina av yvirgangsálopinum. Orsøkin til álopið var at finna í islamkritiska hugburðinum hjá satirublaðnum, sum nøkur ár frammanundan endurprentaði víðagitnu tekningarnar av Muhammed profeti, umframt at blaðið regluliga gav út sínar egnu tekningar av honum.

Næstu dagarnar vóru miðlarnir á tremur við tíðindum úr Fraklandi. Milliónir av fólkum – teirra millum føroyingar – tóku slagorðið Je suis Charlie (“Eg eri Charlie”) til sín, og harvið vístu tey virðing fyri og samkenslu við teimum, ið lótu lív fyri talufrælsið.

Heima í Føroyum ávirkaði sorgarleikurin nógv. KVF gjørdi nógv burturúr við bæði at senda eitt tíðindafólk til París og at gera eykasendingar um evnið. Í Degi & Viku segði ein nevndarlimur í Føroysk Miðlafólk, at “Myndugleikarnir mugu geva talu- og skrivifrælsinum so góðar umstøður, sum til ber. Verja og hjúkla um tað so væl, sum til ber. Og allastaðni royna ikki at avmarka tað,” tí, sum hann segði, “Hetta er eitt virði í okkara fólkaræði.”

Tey, sum eru ímóti at broyta hjúnabandslógina, verða ofta skýrd trongskygd, homofobisk og mannahatsk.

Hóast føroysku miðlarnir og mong onnur leggja so stóran dent á talu- og skrivifrælsið, so kann ein kortini seta spurnartekin við, um føroyingar í veruleikanum eru fyri talu- og skrivifrælsi í verki. Hóast støðan í Føroyum sjálvandi er nógv øðrvísi enn tað, sum hendi í París, so tykist tó mangan, at fólk ikki rúma meiningum hjá øðrum, og serliga tá ið trupul og kensluborin evni verða tikin fram. Besta dømið man vera, tá ið prátið fellur á okkurt, sum hevur við samkynd at gera og í hesum døgum serliga spurningin um at broyta hjúnabandslógina.

Inntil miðskeiðis í 90’unum vóru føroyingar mest sum samdir um, at sjálvandi skuldu samkynd ikki hava møguleika at giftast ella skrásetast í parlagi. Men í dag, gott 20 ár seinni, kann tað vera so mikið trupult at hava hesa meining, at fá tora at úttala seg alment. Ákoyringarnar frá í øllum førum nøkrum av teimum, sum eru fyri samkyndum lívsstíli, eru jú nógvar og mangan ljótar. Tey, sum eru ímóti at broyta hjúnabandslógina, verða ofta skýrd trongskygd, homofobisk og mannahatsk. Her má tó leggjast aftrat, at nøkur av hesum seinnu eisini kunnu brúka orð og setningar mótvegis samkyndum, sum høvdu verið betri ósøgd.

Hvat er hent? Hvussu ber tað til, at vit í dag á tí einu síðuni – næstan í tráð við tað, sum Voltaire segði: “Eg eri ósamdur við tær, men eg vil doyggja fyri tín rætt at siga tína meining” – leggja ógvuliga stóran dent á talu- og skrivifrælsið, meðan vit samstundis kalla tey, sum vit eru ósamd við, fyri bæði eitt og annað og harvið í grundini hótta tey til at tiga?

Hvar er talufrælsið í okkara fólkaræði? Hvar er virðingin fyri øðrvísi sjónarmiðum?

Fyri at taka eitt ítøkiligt dømi um støðuna í Føroyum nýtist einum bert at hugsa um alt kjakið og øsingina, sum stóðst av bønartiltakinum á Vaglinum 29. august. Hóast hjúnabandið bert var ein lítil partur av bønarskránni, so var tað hetta, sum festi eld í millum føroyingar. Onkur valdi enntá at gera eina samanbering millum hetta tiltak, sum er ein grundlógartryggjaður rættur, og fríggjadagsbønina hjá prestastýrinum í Iran. Júst hvussu hetta skuldi skiljast, er ikki heilt greitt, men kortini er tað ein snildur máti at fáa fólk at lata vera við at siga sína meining. Tí hvør ynskir at verða samanborin við muslimsku leiðararnar í Iran, sum bæði pína og avrætta tey, sum trúgva nakað annað enn teir?

Her verða vit noydd at spyrja: hvar er talufrælsið í okkara fólkaræði? Hvar er virðingin fyri øðrvísi sjónarmiðum? Hevði tað ikki verið betri, um Føroyar vóru rúmligari? Og at føroyingar, tá ósemja er um okkurt, viðgjørdu øðrvísi sjónarmið við virðing heldur enn við at niðurgera og køva tey? Og munnu vit øll ikki av hjarta vilja Føroyum tað besta, hóast vit eru ósamd um nøkur týðandi og kensluborin mál?

Svarið er nokk jú. Latið okkum tí geva talufrælsinum sítt rætta pláss í okkara samfelagskjaki, eisini tá vit tosa um hjúnabandslógina.