Samkyndur: Hjúnabandslógin diskriminerar ikki

Paddy Manning, ið hevur verið samkyndur alt tað, hann minnist, var ein av forsprákarunum á “Nei-síðuni”, tá fólkaatkvøða var um hjúnabandslógina í Írlandi í vár. Manning vaks upp í einum Írlandi, sum var serstakliga illviljað mótvegis samkyndum. Tí upplivdi Manning diskriminatión á egnum kroppi. M.a. var løgreglan eftir honum og handtók hann, tí at hann var samkyndur. Tá var Manning ungur, einsamallur og ræðsluligin – og henda uppliving mundi gjørt enda á honum.

Írland er nógv broytt seinastu áratíggjuni, og Manning heldur, at samkynd hava góð kor í Írlandi í dag. Men kortini fær hann ikki frið. Orsøkin er, at hann er ímóti at broyta hjúnabandslógina. Forsprákarar fyri broyting kunnu ikki góðtaka hetta og skýra hann tí at vera “ein samkyndur, ið hatar seg sjálvan”.  Og so verður hann sjálvandi eisini stemplaður sum homofobur. Hetta eru dømi um nógv nýtta retorikkin, sum ikki megnar at skilja ímillum homofobi og øðrvísi hugsanir. Einaferð segði Manning tí speiskliga: “Ja, eg eri homofobur, og eg skríggi, hvørja ferð eg gangi framvið speglinum.”

Undan fólkaatkvøðuni kundi tað síggja út til, at “Nei-síðan” bert var ein minniluti – men ikki sambært Manning. “Tey eru mong, sum eru samd við mær í hesum máli, men tey tora ikki at siga nakað, tí at “Ja-síðan” við sínum hóttanum fær tey at tiga. Men vit skulu ikki lata okkum ræða av slíkum hóttanum. Vit skulu ikki vera bangin fyri teimum, sum skræða “Nei”-plakatirnar niður, tí soleiðis eigur eitt átak ikki at ganga fyri seg,” segði Manning avgjørdur.

Men tað vóru ikki bert plakatir, sum blivu skræddar niður. “Familjufyritøkur lata aftur. Yrkisleiðir hjá fólki eru í vanda. Og vit fáa at vita, at katólskir skúlar skulu undirvísa næmingum við støði í hjúnabandsfatanini hjá myndugleikunum. Hesum eiga vit ikki at atkvøða fyri,” segði hann.

Hjúnabandið snýr seg ikki bert um tvey fólk, sum “elska” hvørt annað, men um ein mann og eina kvinnu, sum binda seg til at fáa og uppala børn saman… At siga, at samkynd parløg eru øðrvísi enn hjúnabandið millum mann og kvinnu, er tí ikki at diskriminera.

Í kjakinum undan fólkaatkvøðuni segði forsætisráðharrin í Írlandi, Enda Kenny, at hann tók fult undir við samkyndum hjúnabandi, og at stjórnin fór at virka fyri at broyta hjúnabandslógina. Men Manning bað Kenny um at halda stjórnini burtur frá at bøta um tað, sum ikki var brotið. “Fólk giftast av ymiskum orsøkum, men heilt grundleggjandi hava vit hjúnabandið, tí at hjúnabandið hevur eitt ávíst endamál og ger eitt týðandi arbeiði – ikki bert fyri einstaklingar, men fyri samfelagið.”

Manning legði dent á, at samkynd parløg eru øðrvísi enn hjúnabond. “Hjúnabandið snýr seg ikki bert um tvey fólk, sum “elska” hvørt annað, men um ein mann og eina kvinnu, sum binda seg til at fáa og uppala børn saman. Hjúnabandið snýr seg í grundini um børn og at geva hesum børnum rætt at vera hjá sínum biologisku foreldrum. At siga, at samkynd parløg eru øðrvísi enn hjúnabandið millum mann og kvinnu, er tí ikki at diskriminera,” segði hann.

Í grundini biður samkynt hjúnaband okkum um at síggja burtur frá veruleikanum, tí at her verður ikki hugsað um, at børn hava rætt til eina mammu og ein pápa.

Eisini segði Manning, at ein broyting av hjúnabandslógini ávirkar spurningin um ættleiðing. “Verður hjúnabandslógin broytt, so kunnu vit ikki longur í sambandi við ættleiðing velja familjuna við mammu og pápa fram um familjuna við tveimum av sama kyni. Hetta er ikki rættvíst yvir fyri børnunum, og tí skulu vit atkvøða ímóti,” legði hann dent á.

Forsprákarar fyri broyting vildu vera við, at teirra stríð var fyri mannarættindum, men sambært Manning snúði átakið seg bert um rættindi hjá einum ávísum bólki. “Tit hava uttan iva lagt til merkis, at hetta átak hevur verið miðsavnað um tey vaksnu. Forsprákarar hava skotið upp, at burðurmammur skulu vera í miðdeplinum í familjulógini, og tað vísir, at rættindi hjá vaksnum verða tikin fram um rættindi hjá børnum. Í grundini biður samkynt hjúnaband okkum um at síggja burtur frá veruleikanum, tí at her verður ikki hugsað um, at børn hava rætt til eina mammu og ein pápa. Men eitthvørt barn hevur rætt til eitt náttúrligt lív.”

Um vit broyta hjúnabandið, so siga vit sum samfelag, at… kynsliga eindin hjá manni og kvinnu ikki er øðrvísi enn eindin hjá tveimum monnum ella tveimum kvinnum. Tað er tó ein sannroynd, at bert tann fyrsta av hesum eindum kann hava avkom við sær, og tað vísir týðiliga, at hesin boðskapur er ósannur.

Dr. John Murray, formaður fyri The Iona Institute, ið virkar til frama fyri hjúnabandi og átrúnaði í samfelagnum, segði: “Kjakið snýr seg í veruleikanum um, hvussu týdningarmikið vit halda tað vera, at eitt barn hevur eina mammu og ein pápa í mun til tveir pápar ella tvær mammur… Um vit broyta hjúnabandið, so siga vit sum samfelag, at hesi viðurskifti ikki hava nakran týdning. Tá siga vit í grundini, at kynsliga eindin hjá manni og kvinnu ikki er øðrvísi enn eindin hjá tveimum monnum ella tveimum kvinnum. Tað er tó ein sannroynd, at bert tann fyrsta av hesum eindum kann hava avkom við sær, og tað vísir týðiliga, at hesin boðskapur er ósannur. Ymisk viðurskifti eiga heilt einfalt at verða viðgjørd á ymiskan hátt. Hjúnabandslógin brýtur tí ikki nakra meginreglu um javnrættindi.”

2 thoughts on “Samkyndur: Hjúnabandslógin diskriminerar ikki

Stongt er fyri viðmerkingum.