Tað besta fyri langtíðar støðufestið í einum samfelag er at hava sunnar familjur. Trygdin fyri sunnum familjum er sunn hjúnabond, og saman skapa hesar familjur eitt sunt samfelag. Ósunn hjúnabond skapa hinvegin ósunnar familjur, ið síðani skapa eitt ósunt samfelag. Tí má eitthvørt samfelag taka hjúnabandið í størsta álvara.[1]
Trygdin fyri sunnum familjum er sunn hjúnabond, og saman skapa hesar familjur eitt sunt samfelag.
Tíverri er tað ikki hetta, sum vit hava upplivað í vesturheiminum seinastu hálvu øldina. Í staðin hava vit sæð eitt alsamt vaksandi tal av hjúnaskilnaðum. Við allari virðing fyri teimum, ið hava valt hjúnaskilnað sum útveg úr einum truplum hjúnabandi, so er tað neyvan nakar, ið giftist við tí fyri eyga at skiljast aftur. Hjúnaskilnaður er úrslit av einum brostnum dreymi. Tí má hjúnaskilnaður sigast at vera neiligur í útgangsstøðinum. Og tey eru mong, bæði børn og vaksin, sum hava kent tungu avleiðingarnar av hjúnaskilnaði á egnum kroppi.
Vaksandi talið á hjúnaskilnaðum ber boð um, at familjurnar tíverri ikki hava tað gott.
Vaksandi talið á hjúnaskilnaðum ber boð um, at familjurnar tíverri ikki hava tað gott. Eisini vísir henda gongd, at týdningurin, sum hjúnabandið hevur, er alsamt minkandi í borgarans eygum. Sambært enska journalistinum og høvundanum Peter Hitchens eigur seksuella kollveltingin í 60’unum ein stóran leiklut í hesum. Í blogginum “So mikið fyri pápadagin – í einum landi, har faðirskapur er við at doyggja út” frá 2013 skrivar Hitchens soleiðis:
“Ein eldfim kjarna í kollveltingini var broytingin í lógini um hjúnaskilnað frá 1969. Henda broyting var væl dámd og varð móttikin sum vælvild mótvegis teimum, ið vóru fangað í kærleiksleysum hjúnabondum. Nú var nógv lættari at sleppa burtur úr einum truplum hjúnabandi enn at stríðast fyri at bjarga tí.
Tá hetta var vorðið vanligt, broyttist hjúnabandið við rúkandi ferð frá at vera eitt lívslangt lyfti til at vera eitt val um lívsstíl… Menn byrjaðu at hugsa, at hjúnabandið ikki var vert alt stríðið. Og p-bollin og frí fosturtøka (sum eisini hoyrdu til kollveltingina í 60’unum) gjørdu, at skundbrúdleyp (orsakað av at drongur hevði gjørt gentu við barn) ikki vóru neyðug longur.”
Hvørji eru so úrslitini av hesum í dag? Hitchens skrivar:
“45 ára langa stríðið, sum tjóðin hevur ført ímóti siðbundnu familjuni, hevur eydnast so væl, at næstan 50% av øllum 15 ára gomlum ikki longur búgva saman við báðum foreldrunum.”
Og Hitchens heldur fram:
“Kostnaðurin fyri faðirloysi er nú heili 49 mia. pund (490 mia. kr.) árliga. Hetta er hægri enn fíggjarætlanin fyri okkara verjupolitikk… Henda upphædd, sum í løtuni kostar hvørjum skattgjaldara 1.541 pund (15.410 kr.) árliga, veksur støðugt, og er hækkað við næstan einum fjórðingi síðani 2009.
Fýra av tíggju børnum, sum vaksa upp hjá mammuni – næstan 1,2 mió. – hava onki samband við pápan.
Familjumynstrið hevur týdning. Hagtøl vísa, at ung, sum koma úr brotnum heimum, eru í tvífalt so stórum vanda fyri at fáa atferðartrupulleikar í mun til tey, ið koma frá støðuføstum heimum. Tað er meiri sannlíkt, at hesi fyrru gerast tunglynt, fáa rúsevnis- ella rúsdrekkatrupulleikar, klára seg illa í skúlanum og enda við at liva í lutfalsligum fátækradømi.
Sannlíkindini fyri at gerast við barn sum tannáringur eru 7-8 ferðir hægri fyri gentur við fráverandi pápum (sambært gransking í USA og Ný Sælandi) í mun til tær, sum hava havt gott samband við pápan.
Hinvegin er sambandið millum hjúnaband og góða heilsu so sterkt, at ein gransking vísti, at heilsufyrimunirnir við at giftast vóru eins stórir sum at gevast við at roykja.”[2]
Her er sostatt greitt samband millum eina viknandi virðing fyri hjúnabandinum og vaksandi samfelagstrupulleikar av alskyns slagi. Ein slík gongd kostar tí samfelagnum ógvuliga nógv.
Her er sostatt greitt samband millum eina viknandi virðing fyri hjúnabandinum og vaksandi samfelagstrupulleikar av alskyns slagi. Ein slík gongd kostar tí samfelagnum ógvuliga nógv. Ikki bert í krónum og oyrum, men fyrst og fremst menniskjansliga. Og her tosa vit ikki bert um eitt, men fleiri ættarlið, sum koma at kenna sviðan av hesum.[3]
Í Bretlandi er framtíðin sostatt í upploysn, tí at hjúnabandið er í upploysn. Havast skal í huga, at so ring var støðan, áðrenn hjúnabandslógin í Bretlandi varð broytt til at fevna um annað enn mann og konu. Við broytingini viknar virðingin fyri hjúnabandinum enn meira, og tað fær upp aftur aðrar og meiri umfatandi samfelagsligar avleiðingar.[4]
Støðan í Bretlandi átti at verið eitt ávarandi fyridømi fyri okkum.
Gongdin tykist vera tann sama í Føroyum. Hjúnaskilnaðirnir seinastu 10 árini eru hægri enn nakrantíð áður. Og nú er ætlanin eisini at broyta hjúnabandslógina. Men støðan í Bretlandi átti at verið eitt ávarandi fyridømi fyri okkum.
[1] http://www.thepublicdiscourse.com/2014/05/13108/.
[2] http://hitchensblog.mailonsunday.co.uk/2013/06/so-much-for-fathers-day-in-a-country-where-fatherhood-is-dying-out.html (mín týðing).
[3] http://www.centreforsocialjustice.org.uk/UserStorage/pdf/Pdf%20reports/CSJ_Fractured_Families_Report_WEB_13.06.13.pdf.