Ávaring úr Kanada: samkynt hjúnaband skerjir talu- og samvitskufrælsið

Í kjakinum um hjúnabandslógina hevur verið tosað nógv um, hvat ein ávísur samfelagsbólkur fer at fáa, um hjúnabandslógin verður broytt. Aktivistar, miðlar, politikkarar og onnur hava syrgt fyri, at hvørt mansbarn í Føroyum hevur fingið hetta við. Men lítið og onki hevur verið at hoyrt um, hvørjar avleiðingar ein broytt hjúnabandslóg fær fyri aðrar samfelagsbólkar.

[Tað] hevur verið tosað nógv um, hvat ein ávísur samfelagsbólkur fer at fáa, um hjúnabandslógin verður broytt… Men lítið og onki hevur verið at hoyrt um, hvørjar avleiðingar ein broytt hjúnabandslóg fær fyri aðrar samfelagsbólkar.

Og tó. Seinastu mánaðirnar hava einstakir politikkarar dittað sær at sett kritiskar spurningar, eftir at teir hava hugt út um landoddarnar fyri at vita, hvat hendir í teimum londum, sum hava broytt hjúnabandslógina. Kritisku spurningarnir hava kortini ikki fingið nakra jaliga móttøku. Ógrundaður ótti, siga summi. Onnur hava hug at flenna eftir hesum politikkarum, sum veruliga halda, at um samkynd sleppa at giftast, fær tað álvarsligar avleiðingar fyri okkara samfelag. Uppaftur onnur fara so langt sum at siga, at tað er tann beri óndskapur at seta slíkar kritiskar spurningar.

Tey “óttaleysu” áttu tó møguliga at verið eitt sindur meiri varin við sínum avgjørdu viðmerkingum og niðurstøðum. Fyri tað fyrsta hava Føroyar sum samfelag ongar royndir við samkyndum parløgum, ið eru skipað við lóg. Og fyri tað næsta sær tað ikki út til, at allir borgarar í teimum londum, sum vit samanbera okkum við (ein orðing, ið vit javnan hoyra í hesum døgum), sleppa so snikkaleysir, tá hjúnabandslógin er vorðin broytt. Eitt týðiligt dømi um hetta er Kanada.

Í 2005 gjørdist Kanada fjórða landið í heiminum, sum broytti hjúnabandslógina. At síggja til var einasta broytingin, at samkynd parløg vórðu viðurkend sum hjún. Men tað skuldi vísa seg, at broytingin fór at fáa umfatandi ávirkan á bæði lógir og mentan, tí ein nýggj fatan gjørdist galdandi í samfelagnum: samkynd parløg samsvara fult og heilt við siðbundna hjúnabandið, og tí má samkynt hjúnaband metast javnt við siðbundna hjúnabandið bæði í lóg og samfelagi annars. Hetta skuldi verið sjálvsagt.

At síggja til var einasta broytingin, at samkynd parløg vórðu viðurkend sum hjún. Men tað skuldi vísa seg, at broytingin fór at fáa umfatandi ávirkan á bæði lógir og mentan…

Ein natúrlig fylgja av hesum er at halda, at tey, sum ikki taka undir við nýggju fatanini, bert grunda sína áskoðan á trongskygni og illvild móti samkyndum. Tað er ongin annar møguleiki. Tí verða allar útsagnir, sum eru í stríð við samkynt hjúnaband, bólkaðar sum hatur móti einum minnilutabólki. Og einhvør skynsom frágreiðing – t.d. at man metir siðbundna hjúnabandið vera best fyri børnini, tí at hesin stovnur varðveitir teirra biologiska samband við mammu, pápa, systkin, ommur og abbar – verður víst aftur sum óerlig og villleiðandi undanførsla.[1]

Tá ein er sannførdur um, at mótstøða mótvegis samkyndum hjúnabandi ikki er annað enn trongskygni og hatur, gerst tað trupult at góðtaka, at henda mótstøða ikki verður køvd. Í Kanada endaði tað tí við, at treytirnar fyri at taka lut í samfelagnum broyttust skjótt.

Tey fyrstu at kenna sviðan av nýggju lógunum vóru tey, sum skuldu taka sær av borgarligum vígslum. Fleiri kanadiskir landspartar noktaðu at geva embætisfólkum samvitskufrælsi, soleiðis at tey kundu sleppa undan at gifta samkynd. Í staðin varð sett sum krav, at hesi, sum ikki kundu taka undir við nýggju fatanini, søgdu seg úr starvi.[2] Samstundis fingu trúarfelagsskapir, t.d. Knights of Columbus, bót fyri at nokta at leiga høli út til veitslu í sambandi við giftarmál.[3]

Hetta vóru bert fá dømi (fleiri eru ávegis í komandi greinum). Kortini siga tey meira um møguligar sosialar avleiðingar, enn uppskotið, sum okkara politikkarar viðgera í løtuni, sigur okkum. Í uppskotinum verður bert ein sosial avleiðing nevnd, og hon er sjálvandi jalig. At uppskotið ikki nevnir fleiri avleiðingar má vera grundað á antin (1) manglandi vitan, (2) manglandi virðing fyri teimum, sum fáa trupulleikar av broytingini, (3) manglandi ærligheit ella (4) eina blanding av øllum trimum.

Allir hesir møguleikar eru ein hóttan ímóti okkara fólkaræði og bróta niður okkara álit á politisku skipanina. Men serliga eru 2-4 vandamiklir, tí teir eru tilvitaðir. Vónandi er tað tí manglandi vitan, sum er orsøkin til, at uppskotið ikki inniheldur nakra lýsing av øllum teimum sosialu trupulleikunum, sum ein broytt hjúnabandslóg kann føra við sær. Manglandi vitan er jú ein ærlig søk, og tá nýggj vitan kemur fram, má málið viðgerast samsvarandi.

Óteljandi dømi eru um sosialar avleiðingar. Vit skulu bert eygleiða, hvat er hent í teimum londum, sum hava gjørt kyn óviðkomandi fyri hjúnabandið.

Óteljandi dømi eru um sosialar avleiðingar. Vit skulu bert eygleiða, hvat er hent í teimum londum, sum hava gjørt kyn óviðkomandi fyri hjúnabandið. Tá kunnu vit gera eina rímiliga grundaða forsøgn um, hvørjar avleiðingar fara at merkja føroyska samfelagið, um Løgtingið atkvøður fyri at broyta ta grundleggjandi institutiónina, sum hjúnabandið er. Skerjing av talu- og samvitskufrælsinum er ein sannlík framtíðarstøða. Tá er lítið vunnið, og grundleggjandi partar av fólkaræðinum eru ofraðir. Spyr bara kanadiskar borgarar, sum ikki taka undir við samkyndum hjúnabandi.

 

[1] Sí t.d. viðmerkingarnar hjá LaForme, dómara, í Halpern v. Canada (AG), 2002 CanLII 49633 (On SC), paras. 242-43.

[2] Sí t.d. Saskatchewan: Marriage Commissioners Appointed Under the Marriage Act (Re), 2011 SKCA 3.

[3] Smith and Chymyshyn v. Knights of Columbus and others, 2005 BCHRT 544.

Advertisements