Tey, sum virka fyri at broyta hjúnabandslógina, tosa um manglandi javnrættindi í samfelagnum. Boðskapurin er, at núverandi hjúnabandslóg er órættvís, og at ein broyting fer at gera Føroyar til eitt rúmligari, frælsari og rættvísari samfelag. Tað ljóðar so gott og hugaligt. Men tíverri er tað ikki hetta, sum vit frætta úr øðrum londum, har hjúnabandið er vorðið kynsneutralt. Í hesum londum uppliva borgarar, sum hava eina øðrvísi áskoðan á hjúnabandið, tað beint øvugta.
Dømini eru mong:
- David Burrows, Ongland: limurin í bretska parlamentinum fekk deyðshóttanir, eftir at hann hevði sagt, at tað var óneyðugt at broyta hjúnabandslógina. Skrásett parløg góvu jú longu samkyndum pørum javnrættindi.[1]
- Equality and Human Rights Commission, Ongland: sambært eini frágreiðing hjá English Equality and Human Rights Commission kom eitt barn grátandi til hús, tí tað hevði fingið skeld frá læraranum fyri at hava sagt, at hjúnabandið var millum ein mann og eina kvinnu.[2]
- Sarah Mbuyi, Ongland: hon arbeiddi á einum barnagarði í London. Ein starvsfelagi spurdi, um hon tók undir við samkyndum hjúnabandi. Eftir at hava svarað, varð hon søgd úr starvi.[3]
- Rómverskt-katólskir ættleiðingarfelagsskapir, Ongland: allir hesir felagsskapir eru vorðnir tvingaðir til at lata aftur ella at víkja frá sínum trúargrundarlagi orsakað av, at felagsskapirnir einans vilja lata hinskynd hjún ættleiða.[4]
- Dr. John Sentamu, Ongland: erkabiskupurin í York fekk hatursteldupostar – eisini rasistiskar – eftir at hann talaði ímóti ætlanini hjá bretsku stjórnini um at broyta hjúnabandslógina. North Yorkshire Police kannaði málið sum hatursbrotsverk.[5]
- Mario Conti, Skotland: Patrick Harvie – limur fyri Green Party í skotska tinginum – meldaði erkabiskupin í Glasgow til løgregluna, eftir at hann hevði talað fyri siðbundna hjúnabandinum í eini prædiku.[6]
- Daintree Paper, Írland: eigarin av hesum lítla handli í Dublin mátti snara lykilin um, eftir at LGBT-aktivistar høvdu ført eina herferð ímóti honum. Orsøkin var, at hann ikki vildi sýna køkupynt (tveir brúðgómar) fram í handlinum.[7]
- Ashers Baking Company, Norðurírland: McArthur familjan, sum eigur fyritøkuna, endaði í rættinum í Norðurírlandi, tí at tey ikki vildu gera eina køku við tekstinum “Support Gay Marriage”.[8]
- Jean-Michel Colo, Frakland: hesin borgarstjórin, sum hevði verið í almennum starvi í meira enn 30 ár, varð saksøktur av tveimum monnum, eftir at hann noktaði at gifta teir.[9]
- Elaine Huguenin, New Mexico, USA: henda kvinna varð noydd at rinda næstan 7.000 dollarar, eftir at hon ikki vildi filma hátíðarløtuna, tá tvey samkynd søgdu ja til hvønn annan. Dómstólurin segði, at prísurin fyri at vera samfelagsborgari var, at Elaine mátti síggja burtur frá síni hjúnabandsáskoðan.[10]
Keldan til hesi dømi er ein faldari, sum Coalition for Marriage hevur gjørt. Les tey írestandi 20 dømini í faldaranum her.
Møguliga blíva føroyingar kløkkir av at lesa um hetta og hava ilt við at trúgva, at slíkt kann henda í kjalarvørrinum á eini broyting av hjúnabandslógini. Men soleiðis er gongdin í teimum londum, sum vit samanbera okkum við. Munnu hesi viðurskifti ikki eisini blíva ein natúrlig fylgja av eini broyttari hjúnabandslóg í Føroyum? Er hetta tað rúmliga, frælsa og rættvísa samfelagið, sum forsprákarar fyri eini broyttari hjúnabandslóg síggja fyri sær?
[1] http://www.telegraph.co.uk/comment/letters/9748521/The-Government-has-no-mandate-to-redefine-the-meaning-of-marriage.html og http://www.telegraph.co.uk/news/religion/9845185/Tory-MP-gets-death-threats-over-gay-marriage-opposition.html.
[2] http://www.equalityhumanrights.com/sites/default/files/publication_pdf/RoB%20Call%20for%20Evidence%20Report.pdf , síða 81.
[6] http://www.heraldscotland.com/news/12442280.Call_to_probe_archbishop_apos_s_views_on_gays_MSP__COMPLAINT/.
[7] http://www.thejournal.ie/daintree-same-sex-1107532-Sep2013/.