“Fátt er sum faðir – einki er sum móðir,” sigur orðatakið.
Men hvat er tað, hetta at vera pápi? Hvønn leiklut spæla og eiga pápar at spæla í lívinum hjá sínum børnum? Stór óvissa valdar kring henda spurning, og hon tykist vaksa fyri hvønn dag. “Ein kvinna hevur tørv á einum manni á sama hátt, sum ein fiskur hevur tørv á eini súkklu,” segði feministurin Gloria Steinem. Umframt fíggjarliga trýstið frá einum alt meira heimsumfevnandi marknaði, so seta kynsradikalir aktivistar, sum vilja gera upp við alt, sum eitur kynsleiklutir, grundleggjandi spurnartekin við leiklutin hjá pápum. Kynsliga kollveltingin og í ein serligan mun tøkniligu gitnaðarinntrivini, ið gjørdu hana møguliga í verki, hava havt sum undirliggjandi endamál at skilja kynslív og nøring frá hvørjum øðrum. Trupulleikin er bara, at samstundis sum pápar verða fremmandgjørdir frá teirra ábyrgd ímóti ættarliðinum, sum teir hava verið við til at skapt, so er tað júst hetta ættarliðið – børnini, við øðrum orðum – sum líða.
Hetta veit samfelagsgransking at siga.
Pápar og mammur hava hvør í sínum lagi nakað serstakt at bjóða sínum børnum, og hetta er rótfest í teirra kyni.
Sambært samfelagsfrøðinginum W. Bradford Wilcox, sum er professari á University of Virginia, hava pápar, sum spæla ein virknan leiklut í lívunum hjá teirra børnum, eina heilt serstaka, jaliga ávirkan á hesi somu mannalív.
Í eini grein, sum The Atlantic gav út, tekur Wilcox fyrst og fremst samanum gransking í, hvussu sambandið er ímillum ávíkavist pápar og mammur og teirra børn. “Fathers don’t mother,” sigur hann. Pápar eru pápar og mammur eru mammur. Kynsleiklutir eru í ein týdningarmiklan mun mentanarliga treytaðir. Men ikki bara. Verður hugsað generelt, og verður hædd tikin fyri undantøkum og fjølbroytni, so er tað ymiskt, hvat eyðkennir ávíkavist pápar og mammur. Pápar og mammur hava hvør í sínum lagi nakað serstakt at bjóða sínum børnum, og hetta er rótfest í teirra kyni.
Tað, sum serliga eyðkennir sambandið ímillum pápa og barn, er jalig øsing, spenningur og leikandi óvissa. Mammur eru róligari, og jaliga øsingin ger seg ikki galdandi í sama mun sum hjá pápunum. Pápar beistast meira við teirra børn, enn mammur gera, og hetta lærir tey – bæði synir og døtur – at skilja kropslig og kenslulig mørk á ein serligan hátt. Somuleiðis eggja pápar meira enn mammur børnum sínum at vága nakað, bjóða sær sjálvum av og at vera sjálvstøðug. Mammur leggja harafturímóti størri dent á tryggleika, og at børnini hava tað gott kensluliga. Pápar hugsa meir langtíðar, mammur stutttíðar. Í hesum sambandi vísir Wilcox á eina áhugaverda gransking, sum vísti, at tá ið foreldur læra síni børn at svimja, hava pápar lyndi til at standa aftan fyri barnið, so at barnið á ein hátt stendur einsamalt yvir fyri avbjóðingunum rundanum tað. Mammur stilla seg hinvegin oftari framman fyri barnið og søkja eygnasamband, so at barnið kann kenna seg tryggari.
Av tí at pápar vanliga eru størri og sterkari enn mammur, megna pápar betur enn mammur at verja síni børn frá kropsligum vandum og frá skaðiligari ávirkan sosialt. Fleiri granskarar vilja til dømis vera við, at tá ið talan er um gentur, sum gerast við barn í tannárunum, er høvuðstrupulleikin fráverandi pápar. Pápar hava sum heild lyndi til at vera strangari enn mammur og eru meira avgjørdir, tá teir aga síni børn. Mammur eru meira fleksiblar í sínum aga. Tað er sannlíkari, at tær royna at yvirtala síni børn í truplum støðum, serliga við støði í tí kensluliga.
Pápar og mammur eru ymisk, tí kynini eru ymisk – og tørvur er á báðum. Manglar annað, manglar nakað týdningarmikið og grundleggjandi í lívinum hjá einum barni.
Pápar og mammur eru ymisk, tí kynini eru ymisk – og tørvur er á báðum. Manglar annað, manglar nakað týdningarmikið og grundleggjandi í lívinum hjá einum barni.
Wilcox vísir á trý øki, har tað serstaka og jaliga, sum pápar geva sínum børnum, serliga kemur til sjóndar: í sambandi við lógarbrot, barnsburð og tunglyndi.
Betri sambandið er ímillum synir og pápar, minni eru sannlíkindini fyri, at hesir ungu mennirnir gerast lógbrótarar. Í granskingini, sum Wilcox sipar til, vórðu sambond góðskumett eftir, hvat børnini søgdu um umsorganina, ið tey kendu frá pápa sínum, samskiftið teirra millum og um góðskuna í sambandinum sum heild. Sannlíkindini fyri, at dreingir fóru at bróta lógina, vóru helvtina minni fyri dreingir við einum góðum sambandi við pápar sínar samanborið við dreingir, sum vuksu upp hjá eini stakari mammu ella høvdu eitt ringt samband við pápar sínar, sum annars vóru til staðar. Í granskingini varð hædd tikin fyri aldri, húðaliti/fólkaslagi, útbúgvingarstøði hjá mammuni og húsarhaldsinntøku.
Pápar hava somuleiðis góða ávirkan á døtur sínar. Tær, ið hava eitt gott samband við pápa sín, eru í munandi minni vanda fyri at gerast við barn í tannárunum. Hugt varð eftir gentum, sum livdu saman við báðum foreldrum sínum og søgdu seg hava í øllum førum eitt miðalgott samband við pápan. Síðani varð hugt eftir teimum gentum, sum einans búðu saman við mammu sínari, og teimum, sum søgdu sambandið við pápa teirra vera vánaligt. Sannlíkindini hjá fyrra bólkinum av gentum fyri at gerast við barn í tannárunum vóru helvtina minni enn sannlíkindini hjá tí seinna.
Haraftrat hevur tað stóran týdning sálarheilsuliga at hava eitt gott samband við pápa sín. Sama úrslit sum við lógarbrotum og barnsburði ger seg galdandi í samband við tunglyndi. Tey 13 til 18 ára gomlu, sum høvdu eitt gott samband við pápa sín, upplivdu helvtina minni sannlíkindi fyri at fáa tunglyndi í mun til tey, sum bert búðu saman við mammu síni, ella tey, sum hóast tey búðu saman við báðum foreldrunum, høvdu eitt vánaligt samband við pápan. Hædd varð her tikin fyri aldri, húðaliti/fólkaslagi, útbúgvingarstøði hjá mammuni og húsarhaldsinntøku.
Hjúnabandið er tann stovnur, sum søguliga hevur bundið pápar og mammur saman sum mann og konu. Vísindini prógva, hvussu gott hugskot hetta er.
Vísindaliga kunnu vit við vissu siga, at pápar hava eina serstaka, jaliga ávirkan á síni børn. Hetta er tó treytað av, at teir eru til staðar í teirra lívi, og at sambandið teirra millum er gott. Tá eru útlitini hjá hesum børnum væl betri. Eru páparnir hinvegin ikki til staðar, ella er sambandið vánaligt, versna útlitini samsvarandi. Pápar hava týdning. Tað hava teir, tí teir eru pápar. Teir hava nakað heilt serstakt at bjóða sínum børnum, júst tí teir eru pápar.
Hjúnabandið er tann stovnur, sum søguliga hevur bundið pápar og mammur saman sum mann og konu. Vísindini prógva, hvussu gott hugskot hetta er. Tað, at hjúnabandið sum stovnur minkar í tign og virðing, og at børn í vaksandi títtleika verða fødd uttan fyri hjúnabandsins karmar, er tí eitt ringt hugskot. Hetta er ein av teimum mongu avbjóðingum, sum hjúnabandið stendur yvir fyri í dagsins samfelag. Ein onnur avbjóðing – sum í veruleikanum er hin sama – er uppskotið, sum okkara politikkarar viðgera í hesum døgum: at kynsneutralisera hjúnabandið, so tvey av sama kyni kunnu giftast. Hetta er enn eitt stig á leiðini burtur frá hjúnabandsins tign og virðing. Burtur frá tí, at hjúnabandið er sjálvsagdi samanhangurin, sum børn verða fødd og uppald í. Her er vert at geva gætur, at í Føroyum hevur hjúnaband millum tvey av sama kyni, sambært Gallup, sín størsta stuðul millum tey, sum samliva, tvs. liva saman ógift. Hetta at broyta hjúnabandið og tað at velja hjúnabandið fullkomiliga frá tykist at vera partur av sama ráki.
Um kynsligi komplimentariteturin millum mann og konu verður tikin burtur úr hjúnabandsins allýsing, er reint logiskt einki grundarlag longur fyri at siga, at hjúnabandið snýr seg um nøring og barnauppaling. Siga vit tað, siga vit samstundis, at børn ikki hava tørv á og rætt til bæði síni foreldur. Týdningarmikli leikluturin, ið ein góður pápi spælir í lívinum hjá børnum sínum, verður sostatt settur til viks. Og tá verður alt samfelagið væl fátækari.