Greinarnar á Ja til hjúnabandið eru dulnevndar. Hetta hava fleiri spurt um, og summi hava funnist at tí. Men hví hevur Ja til hjúnabandið valt henda leist?
Orsøkin er einføld: vit hava valt ikki at seta navn undir greinarnar, ið vit leggja út, tí at vit vilja verja okkara greinaskrivarar. Kjakið um hjúnabandslógina og alt tað, sum har tilhoyrir, er serstakliga hart og polariserað. Harðar, ofta órímiligar atfinningar, illgitingar og í summum førum niðrandi ókvæmisorð eru gerandiskostur fyri tann, sum vágar sær út í kjakið. Hetta hava vit skrivað um fyrr. Sjálvandi eru tey mong, sum koma við góðum viðmerkingum og veruligum spurningum, og tað virðismeta vit. Men tíverri er tað næstan ikki grein, ið vit leggja út, sum ikki eisini hevur eitt lutfall av veruliga keðiligum viðmerkingum. Ikki allir okkara greinaskrivarar hava nakað ímóti hesum og høvdu tí einki havt ímóti at sett navn undir. Men tað er ein veruleiki, at mong, sum hava ymiskt gott og áhugavert upp á hjarta um hjúnabandið, helst vilja sleppa undan slíkum álopum. Vit meta tað vera týdningarmiklari, at góðar greinar við viðkomandi innihaldi verða givnar út, enn at høvundurin neyðturviliga skal kunngerast. Tey argument, ið vit seta fram, standa og kunnu viðgerast, uttan mun til avsendara. Og vit meta ikki dulnevnið vera nóg góða orsøk at kveistra tað, ið vit siga, burtur. Hetta er orsøkin, at Ja til hjúnabandið í felag stendur aftan fyri tær greinar, ið vit leggja út.
Vinarliga vegna Ja til hjúnabandið,
Ann Dahl Hansen
Arni Zachariassen
Helgi Abrahamsen
Karl Johannesen