Allastaðni, har hjúnabandið er broytt, hevur tað skert persónliga frælsið – ikki styrkt tað

Í stríðnum fyri at broyta hjúnabandslógina verður tosað um, at ein minnilutabólkur – í hesum føri samkynd v.fl. – skulu fáa sama persónliga frælsi sum øll onnur, nevniliga “frælsi at giftast”. Tá hava vit eitt frælsari samfelag, vilja forsprákarar vera við. Men tað merkisverda er, at manglandi persónligt frælsi serliga er at síggja í teimum londum, ið hava broytt hjúnabandslógina. Kanada, ið broytti hjúnabandslógina í 2005, er kanska tað besta dømið. Í dag, bert 11 ár eftir broytingina, sæst týðiliga, í hvussu stóran mun grundleggjandi frælsi hjá vanligum kanadiskum borgarum eru vorðin skerd.

Talufrælsið er skert ógvuliga nógv. Nú er tað heilt vanligt at halda, at fólk eru langt úti og stoytandi, um tey alment eru ímóti hjúnabandi millum tvey av sama kyni. Ella um tey siga, at tað er best fyri eitt barn at vaksa upp hjá mammu og pápa sínum. Anti-diskriminatiónslógir verða javnan nýttar til at fáa slíkar “lógbrótarar” at tiga.

Men tað merkisverda er, at manglandi persónligt frælsi serliga er at síggja í teimum londum, ið hava broytt hjúnabandslógina.

Samvitskufrælsið: hundraðtals einstaklingar og fyritøkur, ið veita tænastur í sambandi við brúdleyp, eru vorðin noydd at standa andlit til andlits við kanadiskar dómstólar og mannarættindaráð. Orsøkin er, at tey av samvitskuávum ikki hava viljað bukkað undir fyri trýstinum at veita tænastur í sambandi við brúdleyp, sum tey ikki vilja luttaka í.

Frælsið, at vera foreldur: foreldur, sum ikki taka undir við hjúnabandi millum tvey av sama kyni, ella sum eru ímóti at lata børn síni fáa ta víðgongdu seksualundirvísing, ið fylgir hesum ráki, eru eisini komin í stríð við lógina. Í summum førum er tað farið so langt, at staturin hevur tikið børn frá foreldrum. Um hetta ikki er at gera seg inn á persónliga frælsið, hvat er so?

Frælsið, at kenna kærleikan frá mammu og pápa: av tí at rætturin til hjúnaband inniber rættin til at stovna familju, merkir ein broytt hjúnabandslóg, at fleiri børn, ið eru úrslit av eftirgjørdum gitnaði antin við sáðgeva sum pápa ella burðarmammu sum móðir, verða fødd. Hesi børn missa rættin at kenna í minsta lagi eitt av sínum foreldrum ella at hava samband við viðkomandi. Í mongum førum fáa tey heldur ikki atgongd til heilsu- ella ílegusøguna hjá hesum eina foreldrinum. Hvar er frælsið í hesum?

Hóast tað í føroyska kjakinum kann síggja út til, at bert kristin eru ímóti at broyta hjúnabandslógina, er hetta kortini ikki soleiðis aðrastaðni. Ateistiski høvundurin Brendan O’Neill er eisini ímóti. Hann staðfestir í grein síni Gay marriage and the death of freedom, at “Allastaðni, har samkynt hjúnaband er sett í gildi, hevur tað skert frælsið – ikki styrkt tað. Kjakið er køvt, øðrvísi hugsandi vorðin plágað og táragass nýtt ímóti kritikkarum. Kærleiki og hjúnaband hoyra møguliga saman, men tað gera frælsi og hjúnaband millum tvey av sama kyni als ikki. Stríðið fyri sokallaða frælsinum at giftast hevur givið statinum størri vald í staðin fyri at víðka frælsið hjá monnum og kvinnum. Tey, ið virka fyri hesum frælsi at giftast, megna ikki at svara píniligum spurningum. Eitt dømi: um hjúnaband millum tvey av sama kyni er ein spurningur um frælsi, hvussu ber tað tá til, at allastaðni, har henda lógarbroyting er framd, hevur úrslitið verið, at myndugleikarnir alsamt meira hava stýrt gerandislívinum hjá borgarum?” Dømini, ið hann nevnir, eru úr Fraklandi, USA og Bretlandi.

Tað hevur avleiðingar við sær at broyta hjúnabandið. Álvarsamar avleiðingar. Hygg bert eftir “londunum, sum vit samanbera okkum við”.

Um vit føroyingar veruliga virðismeta omanfyrinevndu frælsi, mugu vit hyggja væl eftir, hvørja ávirkan slíkar grundleggjandi sosialar broytingar hava ført við sær í øðrum londum – hóast tær vórðu framdar við einum ynski um at fremja persónliga frælsið hjá einum samfelagsbólki. Men hvørki lógaruppskotið ella álitið frá meirilutanum í Trivnaðarnevndini geva nakrar ábendingar um, at hetta hevur verið gjørt. Í staðin verður messað upp í saman, at henda lógarbroyting ikki fær nakrar negativar sosialar avleiðingar. Og tey, sum eftirlýsa eini gjøllari viðgerð av møguligum avleiðingum, verða skuldsett fyri at grugga málið, og síðani verður vent aftur til grunnu og einføldu slagorðini um javnrætt.

Men er tað ikki ov gott til at vera satt, at ongar negativar sosialar avleiðingar eru? Jú. Tað hevur avleiðingar við sær at broyta hjúnabandið. Álvarsamar avleiðingar. Hygg bert eftir “londunum, sum vit samanbera okkum við”. Tí átti uppskotið at verið felt. Í staðin áttu myndugleikarnir at givið sær stundir til at kanna málið betur, áðrenn teir tóku eina avgerð. Hví ikki seta ein arbeiðsbólk, ið umboðar breiddina í føroyska fólkinum, til at gera júst hetta, í staðin fyri at samtykkja eina lógarbroyting í óðum verkum? Eina lógarbroyting, sum – fyri tað fyrsta – kanska ikki kann setast í gildi í Føroyum, og – fyri tað næsta – ongin av forsprákarunum hevur kannað avleiðingarnar av.

Advertisements