Rákið burtur frá hjúnabandinum tekur til

Tá ið hjúnaband ímillum tvey av sama kyni varð gjørt lógligt í Onglandi í 2011, segði konservativi forsætismálaráðharrin, David Cameron, seg stuðla broytingini av hjúnabandsstovninum fult og heilt.

“Ja, tað snýr seg um javnrættindi,” segði hann í eini røðu, sum hann helt fyri flokkinum. “Men tað snýr seg eisini um eitt annað: trúskap. Konservativ trúgva upp á bondini, ið binda okkum. Tey trúgva, at samfelagið er sterkari, tá ið vit gera lyfti og lova at stuðla hvørjum øðrum. So eg stuðli ikki samkyndum hjúnabandi, hóast eri konservativur. Eg stuðli samkyndum hjúnabandi, tí eg eri konservativur.”

Við hesum tók Cameron – sum seinni hevur kallað hesa lógarbroyting tað, ið hann er mest errin av í sínum skeiði sum forsætismálaráðharri – undir við tí sokallaða konservativa argumentinum fyri hjúnabandi ímillum tvey av sama kyni. Hjúnabandið bindur tvey saman í eina eind. Tað økir sostatt um trúskapin, støðufestið og tryggleikan í hesi eind. Sostatt verjir hjúnabandið ímóti tí stóra skaða, sum fólk kunnu gera á seg sjálvan, hvørt annað og ikki minst síni børn í kærleiks- og kynsligum óskili. Eingin orsøk er at halda, at hjúnaband bert kann gera hetta fyri hjún av hvør sínum kyni – so hví ikki loyva tveimum av sama kyni at giftast? Er tað ikki betri at lata tvey av sama kyni giftast? Er tað ikki nærum ein moralsk skylda?

Svarið hjá konservativum, sum vilja varðveita hjúnabandið, er, at sokallað samkynt hjúnaband sær út til at vera partur av júst tí mótsatta. Stuðulin, sum hjúnaband ímillum tvey av sama kyni fær í dag, er ikki merktur av moralskum álvarsemi, hvat kærleika, parlagi og familju viðvíkur. Heldur tvørturímóti. Tað er partur av einum ráki, sum undirgrevur hesi somu virði og góðan sið annars. Fólk vilja ikki broyta hjúnabandið, av tí at tey virðismeta tað. Nei, orsøkin er, at tey ikki virðismeta tað. Hetta er ikki eitt rák, sum samkynd hava byrjað. Ferð var komið á tað, langt áðrenn nakar tosaði um sokallað samkynt hjúnaband. Men at broyta hjúnabandslógina, so tvey av sama kyni kunnu giftast, hevði verið enn eitt stig á somu leið. Tað hevði ritað í juridiskan stein ein viknaðan hjúnabandsstovn, sum komandi ættarlið mugu bera avleiðingarnar av.

Tann samfelagsbólkurin í Føroyum, sum stuðlar borgarligum hjúnabandi ímillum tvey av sama kyni mest, eru tey, sum liva saman í parlagi uttan fyri hjúnaband. 91% av teimum svaraðu ja til spurningin. Tað vil siga, at tey, sum helst vilja broyta hjúnabandið, eru tey, sum ikki sjálv hava eitt hjúnaband.

Vit hava áður víst á, at tann samfelagsbólkurin í Føroyum, sum stuðlar borgarligum hjúnabandi ímillum tvey av sama kyni mest, eru tey, sum liva saman í parlagi uttan fyri hjúnaband. 91% av teimum svaraðu ja til spurningin. Tað vil siga, at tey, sum helst vilja broyta hjúnabandið, eru tey, sum ikki sjálv hava eitt hjúnaband. Út frá hesum kann sigast, at tá ið hjúnabandið ikki longur er ein sjálvsagdur karmur um kærleika, parlag og familju, byrjar hugskotið um hjúnaband ímillum tvey av sama kyni at geva meining.

Men tað er ikki bara í Føroyum, at vit síggja hetta rákið. Nýggj og umfatandi gransking í Amerika vísir tað sama. Í ymiskum tíðarskeiðum frá 2002 til 2013 gjørdi almenna heilsuhagstovan í USA, National Center for Health Statistics, samrøður við yvir 45.000 borgarar, bæði kvinnur og menn, sum vóru í aldrinum 15-44. Í frágreiðingini, “Trends in Attitudes About Marriage, Childbearing, and Sexual Behavior: United States, 2002, 2006–2010, and 2011–2013”, verður tikið samanum eina greiða gongd burtur frá hjúnabandinum. Í staðin kemur tað at samliva uttan fyri hjúnaband, kynsligt samband uttan fyri hjúnaband (ímillum bæði hins- og samkynd), og tað at fáa børn uttan fyri hjúnaband og samkynda ættleiðing.

Sambært frágreiðingini sóu lutfalsliga fá hjúnabandið sum rætta karmin kring parlag. Spurd, um tey vóru samd í setninginum, “Eitt ungt par eigur ikki at liva saman uttan so, at tey eru gift”, svaraðu einans 28% av kvinnunum og 24% av monnunum ja. Hetta er ein minking úr ávíkavist 34% og 32% í 2002. Umleið tríggir fjórðingar av bæði kvinnum og monnum mettu tað vera í lagi, at foreldur eiga og uppala børn uttan fyri hjúnabandið. 78% av kvinnum og 69% av monnum mettu somuleiðis, at tað var í lagi, at ógiftar kvinnur eiga og uppala børn. Hesin stuðulin øktist úr ávíkavist 70% og 59% í 2002. Stuðulin fyri rættinum hjá samkyndum pørum at ættleiða vaks eisini. Úr 55% í 2002 til 75% í 2013 fyri kvinnur, og 47% í 2002 til 68% í 2013 fyri menn. Sambært frágreiðingini mettu 60% av kvinnum í 2013, at kynsligt samband ímillum tvey av sama kyni er í lagi, samanborið við 42% í 2002. 49% av monnum tóku eisini undir við hesum samanborið við 40% í 2006.

Tølini um hjúnaskilnað eru áhugaverd. Meðan stuðulin fyri tí at samliva uttan fyri hjúnaband er øktur, er stuðulin fyri hjúnaskilnaði farin niður. Tá luttakararnir fingu spurningin, “Hjúnaskilnaður er vanliga besta loysnin, tá ið eitt par ikki tykist duga at loysa trupulleikar í teirra hjúnabandi”, svaraðu 38% av kvinnunum og 39% av monnunum í 2013, at tey vóru samd. Hetta er ein lækking úr ávíkavist 47% og 44% í 2002. Samstundis svaraðu 60% av kvinnunum og 67% av monnunum játtandi, at “Tað at samliva áðrenn hjúnaband kann hjálpa at forða fyri hjúnaskilnaði”. Tað kann hugsast, at økti stuðulin, sum tað at samliva fær, kemur frá einum ótta fyri ella mótvilja ímóti hjúnaskilnaði. Tað er betri at samliva enn at giftast, tykist syrgiligi logikkurin at vera, tí bara tey, sum eru gift, skiljast.

Eitt rák er, sum ber ímóti eini breiðari semju um, at samlív eins væl kann skipast uttanfyri hjúnabandið og innanfyri. Hetta rákið er størri enn spurningurin um hjún av sama kyni, men júst hesin spurningurin spælir ein avgerandi leiklut í løtuni.

Ein greiður munur var á hugburðunum hjá teimum ymisku aldursbólkunum, ið vóru spurdir. Jú yngri bólkurin var, jú størri vóru sannlíkindini, at svarað varð játtandi til spurningarnar. Tað var ímillum tey ungu, at ein liberalur hugburður hevði bestu gróðrarlíkindini. Hetta er sostatt eitt rák, sum amerikanska samfelagið er á veg inn í við vaksandi ferð.

Um hugburðurin í Føroyum er líkur honum í Amerika, so er sannlíkt, at fleiri av teimum, sum lesa hesa grein, einki galið síggja í hesi gongdini. Tað hava tey allan rætt til. Endamálið er ikki at staðfesta, um gongdin er góð ella ring, røtt ella skeiv. Endamálið er einans at staðfesta, at ein gongd er. At eitt rák er, sum ber ímóti eini breiðari semju um, at samlív eins væl kann skipast uttan fyri hjúnabandið og innanfyri. Hetta rákið er størri enn spurningurin um hjún av sama kyni, men júst hesin spurningurin spælir ein avgerandi leiklut í løtuni. Hvussu vit sum samfelag svara spurninginum um hjúnaband ímillum tvey av sama kyni umboðar eitt avgerandi stig antin við ella ímóti rákinum, ímóti streyminum. Ynskja vit at flyta okkum frá hjúnabandinum sum breitt góðtiknum normi og meira ella minni sjálvsøgdum karmi kring kærleika, parlag og familju? Ella ynskja vit at varðveita henda stovn, sum í øldir hevur tænt og vart okkara vælferð og mentan? 

Advertisements