Nær er tað í lagi at broyta hjúnabandið?

Hjúnabandið er ein náttúrligur stovnur.

Tað er grundfest í menniskjaliga veruleikanum og sannleikanum, at tað skulu tvey – ein kvinna og ein maður, ein mamma og ein pápi – til at skapa eina familju.

Einum og hvørjum samfelagi stendur í boði at skipa seg á ein hátt, sum er í samljóði við náttúruna. Samfeløg nýtast ikki at gera tað, og tað eru nógv samfeløg, sum ikki hava gjørt tað. Men tey samfeløg, sum hava valt monogami og hjúnaband, eru tey samfeløg, sum hava klárað seg best. (Sí William Tucker, Marriage and Civilization: How Monogamy Made Us Human)

Tað, sum er týdningarmikið, er, at hóast hjúnaband hevur eina juridiska dimensión, so er hjúnabandið ikki bert ein juridiskur stovnur. Hóast samfeløg – við teirra umhvørvisligu, fíggjarligu og politisku sereyðkennum – neyðturviliga seta síni serstøku fingramerki á hjúnabandið, so er hesin stovnur ikki bert ein sosial konstruktión.

Hjúnabandið hevur eitt objektivt rótfesti í einum óavnoktiligum menniskjaligum veruleika.

Hjúnabandið hevur eitt objektivt rótfesti í einum óavnoktiligum menniskjaligum veruleika. Og hesin veruleikin var og gjørdi seg galdandi, áðrenn menniskju skipaðu seg í framkomin samfeløg við væl skipaðum lógarverkum. Hesin veruleiki fer ongan veg. Spurningurin er so, hvussu vit sum samfeløg fyrihalda okkum til hann.

Sambært einum lýsingaátaki hjá LGBT Føroyar herfyri, er hjúnabandslógin í Føroyum broytt 12 ferðir síðan 1380. Hetta er eitt áhugavert søguligt innlit í ta lógligu og mentanarligu menning, ið føroyska samfelagið er farið ígjøgnum yvir øldir. Týdningurin, sum LGBT leggur í hesa broytingartilgongd – ella kanska rættari sagt: tað, sum LGBT ynskir at pástanda við støði í hesi broytingartilgongd – er tó ein misskiljing. Á heimasíðuni hjá felagsskapinum stendur soleiðis skrivað:

“Fáa samkyndir føroyingar innivist í hjúnabandslógini í Føroyum, so er tað ikki fyrstu ferð, at hjúnabandslógin verður broytt her á landi. Okkara hjúnabandslógir eru longu broyttar í minsta lagi 12 ferðir.”

Boðskapurin, ið LGBT vil hava fram, er hesin:

“JA TIL KÆRLEIKAN! JA TIL JAVNRÆTTINDI! JA TIL DAGFØRDA HJÚNABANDSLÓG!”

Við øðrum orðum: hjúnabandslógin í Føroyum er broytt áður. Hjúnabandið er sostatt ikki nakað støðugt fyribrigdi, sum ikki letur seg broyta. Og tá ið fólk ikki hava nakað ímóti, at hjúnabandslógin er broytt fyrr, hví so mótmæla nú? Er uppskotna broytingin ikki í veruleikanum í sama anda sum allar hinar?

Fyrst er at siga, at hóast nógvar broytingar hava verið fyrr, so hevur eingin teirra gjørt upp við kynsliga komplimentaritetin, sum er ímillum mann og kvinnu. Uttan mun til broytingina hava føroyingar eftir øllum at døma altíð hildið, at hjúnabandið var nakað, sum einans var ætlað einum manni og einari kvinnu. Lesur man ímillum reglurnar, tykist ein reyður tráur ígjøgnum allar broytingarnar at hava verið, at familjulív fylgir við hjúnabandinum. At hjúnabandið í ein grundleggjandi mun snýr seg um at stovna og varða um familjur. Í ljósinum av hesum gevur tað eina ávísa meining, at ognarloysingar ikki sloppu at giftast, ella tey, sum eru bundin at rúsdrekka. Tað kann tykjast diskriminerandi og hart nú á døgum, men í eini tíð, har tøknilig gitnaðarinntriv so sum p-bollar og hítir ikki vóru til, var uttan iva tørvur á strangari reglum kring hjúnabandið og kynslívið.

Er nakað galið við at gera broytingar í hjúnabandslógini? Nei, tað er tað ikki. Um tað veruliga er soleiðis, at hjúnabandið hevur eitt objektivt rótfesti uttan fyri okkara lógir og siðir, so hevur hjúnabandið eina náttúru í sær sjálvum. Hjúnabandið er nakað og hevur íborin endamál, ið tað er vent og stílað ímóti. Lógir og siðir kunnu endurspegla hesa náttúru bæði betri og verri. Hjúnabandslógir kunnu altso verða gjørdar meira og minni sambært hjúnabandsins náttúru. Tí er broyting í hesi lóggávu ikki neyðturviliga skeiv. Hvørt ein broyting er røtt ella skeiv, góð ella ring, er hinvegin ein spurningur, sum má verða svaraður í hvørjum einstøkum føri við at sipa til hjúnabandsins náttúru. Fremur henda broyting innara logikkin í hjúnabandinum? Fær hon okkum nærri tí, sum hjúnabandið snýr seg um? Ella skapar hon eina frástøðu ímillum okkum og hetta endamál?

Er nakað galið við at gera broytingar í hjúnabandslógini? Nei, tað er tað ikki.

LGBT tykist halda, at konservativa, siðbundna verjan av hjúnabandinum byggir á eina fatan, at hesin stovnur er støðugur og óbroytiligur. Hugburðurin tykist vera, at fær man víst á, at hjúnabandið ikki er støðugt og óbroytiligt, so hevur man vunnið á konservativu mótstøðuni. Í eini áhugaverdari grein á heimasíðu teirra, tekur LGBT samanum soleiðis:

“Heimssøgan vísir okkum, at hjúnabandið er alt annað enn støðugt, og hevur broytt seg nógv gjøgnum alla menniskjusøguna. Hjúnabandið, sum vit kenna tað í dag, er ein heilt onnur samfelagsskipan enn fyri bara 100 árum síðani, og ikki fyri at tosa um fyri 2.000 árum síðani ella 30.000 árum síðani.”

Og niðurstøðan, ið felagsskapurin fær burtur úr tí?

“Søgan vísir okkum, at eitt hjúnaband er tað, sum eitt samfelag ger tað til í síni samtíð.”

Ja. Og nei. Reint praktiskt er tað rætt, at allar hjúnabandslógir og -siðir eru myndaðir av síni samtíð. Men tað merkir á ongan hátt, at hjúnabandið einki annað er enn tað, sum ein samtíð ger tað til. Hjúnabandslógir og -siðir kunnu endurspegla tað, ið hjúnabandið í veruleikanum er, í bæði minni og størri mun, men eingin lóg ella siður er fullkomin. Í heimssøguni hevur ongantíð verið nakað tíðarskeið, ei heldur nakað stað, har hjúnabandið varð lógarfest og praktiserað á fullkomnan hátt. Orsøkin er, at menniskju lógarfesta og praktisera hjúnabandið. Men tá tað er sagt, so er tað moralska skyldan hjá einum og hvørjum samfelagi at miða eftir at lógarfesta og praktisera hjúnabandið so væl sum møguligt og so nær sannleikanum um hjúnabandið sum møguligt. Tíverri er tað ikki hetta, sum vit síggja henda í dag. Í fleiri av okkara grannalondum – og møguliga eisini í Føroyum innan stutta tíð – verða hjúnabandslógir broyttar á ein slíkan hátt, at tær ikki longur endurspegla tað, hjúnabandið veruliga er. Tað er at svíkja hesa moralsku skyldu.

Advertisements