Í 2014 komu eigararnir av Ashers Baking Company í Norðurírlandi í trupulleikar. Ein samkyndur maður, Gareth Lee, bað bakaríið um at gera honum eina køku. Køkan skuldi pyntast við tekstinum “Support Gay Marriage” umframt búmerkinum hjá javnrættindabólkinum Queer Space. Men eigararnir, eini ung kristin hjún, vildu av samvitskuávum ikki ganga ynskinum á møti.[1]
Avgerðin hjá hjúnunum Daniel og Amy McArthur var ov nógv fyri LGBT-aktivistar. Hetta var onki annað enn diskriminatión ímóti samkyndum. Diskriminatión, sum var grundað á átrúnaðarligar homofobiskar fordómar. Hjúnini McArthur lótu sína átrúnaðuarligu sannføring um hjúnaband fáa ávirkan á teirra arbeiði og noktaðu at gera eina køku. Um boðskapurin hevði stuðlað upp undir hinskynt hjúnaband og verið til frama fyri onkran kristiligan felagsskap, hevði Ashers Bakery uttan iva gjørt køkuna. Tí kundi henda avgerð ikki vera annað enn diskriminatión ímóti samkyndum.
Gareth Lee vildi ikki lata hetta um seg ganga, og við hjálp frá Equality Commission of Northern Ireland stevndi hann eigarunum. Málið kom fyri rættin í mai síðsta ár, og hjúnini McArthur vórðu funnin sek í at diskriminera og dømd at gjalda Gareth Lee 5.000 kr.
Eg ynski veruliga at verja tey samkyndu, men eg ynski eisini at verja samvitsku-, talu- og trúarfrælsið.
Flestu LGBT-aktivistar mundu taka fult undir við Gareth Lee og úrskurðinum í málinum. Ein teirra var nú 64 ára gamli bretin Peter Tatchell, ið hevur verið ógvuliga virkin í stríðnum fyri rættindum hjá samkyndum, m.a. í felagsskapinum Outrage! heilt síðani stovnina í 1990.
Peter Tatchell er grundleggjandi ósamdur við eigarunum av Ashers í spurninginum um samkynd parløg og hjúnaband. Hann metir ikki, at teirra átrúnaðarligu grundgevingar eru nøktandi. Hóast hetta hevur hann broytt meining, síðani dómur varð feldur í málinum fyri smáum níggju mánaðum síðani. Peter Tatchell heldur, at tað var skeivt av rættinum at revsa bakaríið fyri ikki at gera køkuna, og at tað var skeivt av honum at taka undir við dóminum. Peter Tatchell sigur soleiðis: “Eg ynski veruliga at verja tey samkyndu, men eg ynski eisini at verja samvitsku-, talu- og trúarfrælsið.”
Víðari sigur Peter Tatchell, at “fyrispurningurin um køkuna ikki varð noktaður, av tí at Gareth Lee var samkyndur. Trupulleikin var boðskapurin, sum Gareth Lee ynskti sær á køkuna. Tað er onki prógv fyri, at hansara kynsliga sannføring var nakar trupulleiki.” Hóast hetta segði dómarin, at um ein noktar at skriva ein boðskap, ið er til frama fyri samkynt hjúnaband, á eina køku, so diskriminerar ein óbeinleiðis kynsliga sannføring.
Fyrispurningurin um køkuna varð ikki noktaður, av tí at Gareth Lee var samkyndur. Trupulleikin var boðskapurin, sum hann ynskti sær á køkuna. Tað er onki prógv fyri, at hansara kynsliga sannføring var nakar trupulleiki.
Men Peter Tatchell vísir á, at antidiskrimatiónslógirnar í Norðurírlandi ongantíð høvdu til endamáls at tvinga fólk at virka fyri politiskum hugsanum, sum tey ikki tóku undir við. Men dómarin staðfesti, at tænastuveitarar skulu veita einahvørja tænastu, ið hevur ein “lógligan” boðskap. Tatchell sigur síðani:
“Hetta reisir fleiri spurningar: skulu muslimskir prentarar tvingast til at prenta tekningar av Muhammed? Ella skulu jødiskir prentarar prenta ein boðskap, ið avnoktar Holocaust? Ella skulu samkyndir bakarar tvingast til at gera køkur, sum hava homofobiskan boðskap? Um dómurin móti Ashers sleppur at standa, kundi tað t.d. givið víðgongdum kreftum á høgravonginum møguleika at kravt, at bakarí og aðrir tænastuveitarar skuldu veitt tænastur, ið stuðlaðu herferðini ímóti innflytarum og muslimum. Ein slíkur dómur ger tað ómøguligt hjá fyritøkum at nokta at pynta køkur ella prenta uppsløg, ið hava ein trongskygdan boðskap.”
Skulu muslimskir prentarar tvingast til at prenta tekningar av Muhammed? Ella skulu jødiskir prentarar prenta ein boðskap, ið avnoktar Holocaust? Ella skulu samkyndir bakarar tvingast til at gera køkur, sum hava homofobiskan boðskap?
At enda skrivar Peter Tatchell, at “í mínum eygum skerjir ein frælsið, um ein krevur, at fyritøkur skulu stuðla hugsanum, sum stríða ímóti samvitskuni hjá teimum, ið skulu veita tænastuna. Tað skal vera ólógligt at diskriminera menniskju, men ikki hugsanir.”
Hetta er í tráð við tað, sum Daniel McArthur hevur hildið fast við alla tíðina. Hann sigur, at málið als ikki hevur nakað við kynsligu sannføringina hjá kundanum at gera, men at trupulleikin er boðskapurin, sum er í stríð við átrúnaðarligu sannføringina hjá bakaranum. Áður hevur Ashers fingið aðrar bíleggingar, sum tey eisini hava víst frá sær. Tá hevur trupulleikin verið illavorðin málburður ella nakni – men tá blivu tey kortini ikki stevnd.[2]
Ikki óvæntað eru tað onnur enn Peter Tatchell, sum taka frástøðu frá úrskurðinum hjá dómstólinum. Bæði í Norðurírlandi og øllum Bretlandi stuðla mong McArthur-familjuni. Síðsta ár vísti ein meiningakanning, at 65% av bretum halda hetta sakarmálið vera ov nógv av tí góða.[3] Ein meiningakanning í Norðurírlandi vísti, at 71% ikki tóku undir við sakarmálinum. Í somu kanning hildu 90%, at lógir um javnrættindi ikki skulu nýtast til at tvinga fólk at siga nakað, sum tey eru ímóti.[4]
Ein skerjir frælsið, um ein krevur, at fyritøkur skulu stuðla hugsanum, sum stríða ímóti samvitskuni hjá teimum, ið skulu veita tænastuna. Tað skal vera ólógligt at diskriminera menniskju, men ikki hugsanir.
Málið um Ashers Baking Company er eitt týðiligt dømi um tann ruðuleika, sum ofta stingur seg upp í kjalarvørrinum á hesum LGBT-ráki. Um hjúnabandslógin verður broytt ella ein antidiskriminatiónslóg verður samtykt (sum í Norðurírlandi), er talan jú um skerjingar av so grundleggjandi borgararættindum sum samvitsku- og talifrælsinum. Hetta hendir í okkara grannalondum. Summir borgarar fáa avmarkað frælsi, tá aðrir fáa størri frælsi. At siga, at “ongin fer illa, av at annar fer væl”, er tí beinleiðis villleiðandi. Og tá lógaruppskotið um at broyta hjúnabandslógina, ið er lagt fyri Løgtingið, sigur, at ein slík broyting ikki fær nakrar neiligar avleiðingar sosialt, er tað ein beinleiðis háðan móti øllum teimum, sum eru komin í stórar trupulleikar av júst hesi broyting í okkara grannalondum. Í uppskotinum verður onki sagt um, hvussu hetta fer at ávirka t.d. borgarstjórar, skúlaundirvísing, lærarar, næmingar, foreldur at næmingum, møgulig ættleiðingarforeldur, hølisútleigarar, bakarar, myndafólk, barnarættindi, tey ymisku frælsini o.s.fr. Listin er langur – og uttan svar.
Tað er neyðugt at steðga á og hugsa seg væl um, tí hetta lógaruppskot er als ikki nakar einfaldur avgreiðsluspurningur, hóast forsprákarar vilja vera við tað. Tvørturímóti. At so er, prógvar framhaldið í omanfyrinevnda sakarmáli. Hjúnini McArthur kærdu dómin, og málið skuldi aftur fyri rættin 3. februar í ár. Men í síðstu løtu bað norðurírski ríkisákærin um, at málið bleiv útsett orsakað av, at tað bæði var fløkt og týdningarmikið. Hjúnini McArthur mugu nú bíða inntil 9. mai, áðrenn rætturin fer at viðgera málið av nýggjum.[5]
[1] Tað mesta av hesi grein byggir á eitt lesarabræv hjá Peter Tatchell, ið kann finnast her: http://www.theguardian.com/commentisfree/2016/feb/01/gay-cake-row-i-changed-my-mind-ashers-bakery-freedom-of-conscience-religion.
[2] http://www.newsletter.co.uk/news/northern-ireland-news/poll-shows-overwhelming-support-for-gay-cake-row-bakery-1-6648303.
[3] http://www.newsletter.co.uk/news/northern-ireland-news/poll-shows-overwhelming-support-for-gay-cake-row-bakery-1-6648303.
[4] http://www.newsletter.co.uk/news/northern-ireland-news/poll-shows-overwhelming-support-for-gay-cake-row-bakery-1-6648303.
[5] http://www.christian.org.uk/news/dramatic-ashers-adjournment-confirms-importance-of-case/.