Revsað fyri sína áskoðan á hjúnabandið

Tey, sum virka fyri at broyta hjúnabandslógina, tosa um manglandi javnrættindi í samfelagnum. Boðskapurin er, at núverandi hjúnabandslóg er órættvís, og at ein broyting fer at gera Føroyar til eitt rúmligari, frælsari og rættvísari samfelag. Tað ljóðar so gott og hugaligt. Men tíverri er tað ikki hetta, sum vit frætta úr øðrum londum, har hjúnabandið er vorðið kynsneutralt. Í hesum londum uppliva borgarar, sum hava eina øðrvísi áskoðan á hjúnabandið, tað beint øvugta.

Dømini eru mong:

  • David Burrows, Ongland: limurin í bretska parlamentinum fekk deyðshóttanir, eftir at hann hevði sagt, at tað var óneyðugt at broyta hjúnabandslógina. Skrásett parløg góvu jú longu samkyndum pørum javnrættindi.[1]
  • Equality and Human Rights Commission, Ongland: sambært eini frágreiðing hjá English Equality and Human Rights Commission kom eitt barn grátandi til hús, tí tað hevði fingið skeld frá læraranum fyri at hava sagt, at hjúnabandið var millum ein mann og eina kvinnu.[2]
  • Sarah Mbuyi, Ongland: hon arbeiddi á einum barnagarði í London. Ein starvsfelagi spurdi, um hon tók undir við samkyndum hjúnabandi. Eftir at hava svarað, varð hon søgd úr starvi.[3]
  • Rómverskt-katólskir ættleiðingarfelagsskapir, Ongland: allir hesir felagsskapir eru vorðnir tvingaðir til at lata aftur ella at víkja frá sínum trúargrundarlagi orsakað av, at felagsskapirnir einans vilja lata hinskynd hjún ættleiða.[4]
  • Dr. John Sentamu, Ongland: erkabiskupurin í York fekk hatursteldupostar – eisini rasistiskar – eftir at hann talaði ímóti ætlanini hjá bretsku stjórnini um at broyta hjúnabandslógina. North Yorkshire Police kannaði málið sum hatursbrotsverk.[5]
  • Mario Conti, Skotland: Patrick Harvie – limur fyri Green Party í skotska tinginum – meldaði erkabiskupin í Glasgow til løgregluna, eftir at hann hevði talað fyri siðbundna hjúnabandinum í eini prædiku.[6]
  • Daintree Paper, Írland: eigarin av hesum lítla handli í Dublin mátti snara lykilin um, eftir at LGBT-aktivistar høvdu ført eina herferð ímóti honum. Orsøkin var, at hann ikki vildi sýna køkupynt (tveir brúðgómar) fram í handlinum.[7]
  • Ashers Baking Company, Norðurírland: McArthur familjan, sum eigur fyritøkuna, endaði í rættinum í Norðurírlandi, tí at tey ikki vildu gera eina køku við tekstinum “Support Gay Marriage”.[8]
  • Jean-Michel Colo, Frakland: hesin borgarstjórin, sum hevði verið í almennum starvi í meira enn 30 ár, varð saksøktur av tveimum monnum, eftir at hann noktaði at gifta teir.[9]
  • Elaine Huguenin, New Mexico, USA: henda kvinna varð noydd at rinda næstan 7.000 dollarar, eftir at hon ikki vildi filma hátíðarløtuna, tá tvey samkynd søgdu ja til hvønn annan. Dómstólurin segði, at prísurin fyri at vera samfelagsborgari var, at Elaine mátti síggja burtur frá síni hjúnabandsáskoðan.[10]

Keldan til hesi dømi er ein faldari, sum Coalition for Marriage hevur gjørt. Les tey írestandi 20 dømini í faldaranum her.

Møguliga blíva føroyingar kløkkir av at lesa um hetta og hava ilt við at trúgva, at slíkt kann henda í kjalarvørrinum á eini broyting av hjúnabandslógini. Men soleiðis er gongdin í teimum londum, sum vit samanbera okkum við. Munnu hesi viðurskifti ikki eisini blíva ein natúrlig fylgja av eini broyttari hjúnabandslóg í Føroyum? Er hetta tað rúmliga, frælsa og rættvísa samfelagið, sum forsprákarar fyri eini broyttari hjúnabandslóg síggja fyri sær?
[1] http://www.telegraph.co.uk/comment/letters/9748521/The-Government-has-no-mandate-to-redefine-the-meaning-of-marriage.html og http://www.telegraph.co.uk/news/religion/9845185/Tory-MP-gets-death-threats-over-gay-marriage-opposition.html.

[2] http://www.equalityhumanrights.com/sites/default/files/publication_pdf/RoB%20Call%20for%20Evidence%20Report.pdf , síða 81.

[3] http://www.theguardian.com/law/2015/jun/07/christian-nursery-worker-sacked-over-anti-gay-views-wins-tribunal-case.

[4] http://www.telegraph.co.uk/news/religion/7952526/Last-Catholic-adoption-agency-faces-closure-after-Charity-Commission-ruling.html.

[5] http://www.dailymail.co.uk/news/article-2097305/Archbishop-John-Sentamu-receives-racist-emails-saying-ministers-allow-sex-marriage.html.

[6] http://www.heraldscotland.com/news/12442280.Call_to_probe_archbishop_apos_s_views_on_gays_MSP__COMPLAINT/. 

[7] http://www.thejournal.ie/daintree-same-sex-1107532-Sep2013/.

[8] http://www.belfasttelegraph.co.uk/news/northern-ireland/ashers-bakery-lose-gay-cake-case-we-will-not-be-closing-down-we-have-not-done-anything-wrong-says-boss-31233797.html.

[9] http://www.bbc.com/news/world-europe-23063248.

[10] http://www.adfmedia.org/News/PRDetail/5537.

Advertisements

Ávaring úr Kanada: samkynt hjúnaband skerjir talu- og samvitskufrælsið

Í kjakinum um hjúnabandslógina hevur verið tosað nógv um, hvat ein ávísur samfelagsbólkur fer at fáa, um hjúnabandslógin verður broytt. Aktivistar, miðlar, politikkarar og onnur hava syrgt fyri, at hvørt mansbarn í Føroyum hevur fingið hetta við. Men lítið og onki hevur verið at hoyrt um, hvørjar avleiðingar ein broytt hjúnabandslóg fær fyri aðrar samfelagsbólkar.

[Tað] hevur verið tosað nógv um, hvat ein ávísur samfelagsbólkur fer at fáa, um hjúnabandslógin verður broytt… Men lítið og onki hevur verið at hoyrt um, hvørjar avleiðingar ein broytt hjúnabandslóg fær fyri aðrar samfelagsbólkar.

Og tó. Seinastu mánaðirnar hava einstakir politikkarar dittað sær at sett kritiskar spurningar, eftir at teir hava hugt út um landoddarnar fyri at vita, hvat hendir í teimum londum, sum hava broytt hjúnabandslógina. Kritisku spurningarnir hava kortini ikki fingið nakra jaliga móttøku. Ógrundaður ótti, siga summi. Onnur hava hug at flenna eftir hesum politikkarum, sum veruliga halda, at um samkynd sleppa at giftast, fær tað álvarsligar avleiðingar fyri okkara samfelag. Uppaftur onnur fara so langt sum at siga, at tað er tann beri óndskapur at seta slíkar kritiskar spurningar.

Tey “óttaleysu” áttu tó møguliga at verið eitt sindur meiri varin við sínum avgjørdu viðmerkingum og niðurstøðum. Fyri tað fyrsta hava Føroyar sum samfelag ongar royndir við samkyndum parløgum, ið eru skipað við lóg. Og fyri tað næsta sær tað ikki út til, at allir borgarar í teimum londum, sum vit samanbera okkum við (ein orðing, ið vit javnan hoyra í hesum døgum), sleppa so snikkaleysir, tá hjúnabandslógin er vorðin broytt. Eitt týðiligt dømi um hetta er Kanada.

Í 2005 gjørdist Kanada fjórða landið í heiminum, sum broytti hjúnabandslógina. At síggja til var einasta broytingin, at samkynd parløg vórðu viðurkend sum hjún. Men tað skuldi vísa seg, at broytingin fór at fáa umfatandi ávirkan á bæði lógir og mentan, tí ein nýggj fatan gjørdist galdandi í samfelagnum: samkynd parløg samsvara fult og heilt við siðbundna hjúnabandið, og tí má samkynt hjúnaband metast javnt við siðbundna hjúnabandið bæði í lóg og samfelagi annars. Hetta skuldi verið sjálvsagt.

At síggja til var einasta broytingin, at samkynd parløg vórðu viðurkend sum hjún. Men tað skuldi vísa seg, at broytingin fór at fáa umfatandi ávirkan á bæði lógir og mentan…

Ein natúrlig fylgja av hesum er at halda, at tey, sum ikki taka undir við nýggju fatanini, bert grunda sína áskoðan á trongskygni og illvild móti samkyndum. Tað er ongin annar møguleiki. Tí verða allar útsagnir, sum eru í stríð við samkynt hjúnaband, bólkaðar sum hatur móti einum minnilutabólki. Og einhvør skynsom frágreiðing – t.d. at man metir siðbundna hjúnabandið vera best fyri børnini, tí at hesin stovnur varðveitir teirra biologiska samband við mammu, pápa, systkin, ommur og abbar – verður víst aftur sum óerlig og villleiðandi undanførsla.[1]

Tá ein er sannførdur um, at mótstøða mótvegis samkyndum hjúnabandi ikki er annað enn trongskygni og hatur, gerst tað trupult at góðtaka, at henda mótstøða ikki verður køvd. Í Kanada endaði tað tí við, at treytirnar fyri at taka lut í samfelagnum broyttust skjótt.

Tey fyrstu at kenna sviðan av nýggju lógunum vóru tey, sum skuldu taka sær av borgarligum vígslum. Fleiri kanadiskir landspartar noktaðu at geva embætisfólkum samvitskufrælsi, soleiðis at tey kundu sleppa undan at gifta samkynd. Í staðin varð sett sum krav, at hesi, sum ikki kundu taka undir við nýggju fatanini, søgdu seg úr starvi.[2] Samstundis fingu trúarfelagsskapir, t.d. Knights of Columbus, bót fyri at nokta at leiga høli út til veitslu í sambandi við giftarmál.[3]

Hetta vóru bert fá dømi (fleiri eru ávegis í komandi greinum). Kortini siga tey meira um møguligar sosialar avleiðingar, enn uppskotið, sum okkara politikkarar viðgera í løtuni, sigur okkum. Í uppskotinum verður bert ein sosial avleiðing nevnd, og hon er sjálvandi jalig. At uppskotið ikki nevnir fleiri avleiðingar má vera grundað á antin (1) manglandi vitan, (2) manglandi virðing fyri teimum, sum fáa trupulleikar av broytingini, (3) manglandi ærligheit ella (4) eina blanding av øllum trimum.

Allir hesir møguleikar eru ein hóttan ímóti okkara fólkaræði og bróta niður okkara álit á politisku skipanina. Men serliga eru 2-4 vandamiklir, tí teir eru tilvitaðir. Vónandi er tað tí manglandi vitan, sum er orsøkin til, at uppskotið ikki inniheldur nakra lýsing av øllum teimum sosialu trupulleikunum, sum ein broytt hjúnabandslóg kann føra við sær. Manglandi vitan er jú ein ærlig søk, og tá nýggj vitan kemur fram, má málið viðgerast samsvarandi.

Óteljandi dømi eru um sosialar avleiðingar. Vit skulu bert eygleiða, hvat er hent í teimum londum, sum hava gjørt kyn óviðkomandi fyri hjúnabandið.

Óteljandi dømi eru um sosialar avleiðingar. Vit skulu bert eygleiða, hvat er hent í teimum londum, sum hava gjørt kyn óviðkomandi fyri hjúnabandið. Tá kunnu vit gera eina rímiliga grundaða forsøgn um, hvørjar avleiðingar fara at merkja føroyska samfelagið, um Løgtingið atkvøður fyri at broyta ta grundleggjandi institutiónina, sum hjúnabandið er. Skerjing av talu- og samvitskufrælsinum er ein sannlík framtíðarstøða. Tá er lítið vunnið, og grundleggjandi partar av fólkaræðinum eru ofraðir. Spyr bara kanadiskar borgarar, sum ikki taka undir við samkyndum hjúnabandi.

 

[1] Sí t.d. viðmerkingarnar hjá LaForme, dómara, í Halpern v. Canada (AG), 2002 CanLII 49633 (On SC), paras. 242-43.

[2] Sí t.d. Saskatchewan: Marriage Commissioners Appointed Under the Marriage Act (Re), 2011 SKCA 3.

[3] Smith and Chymyshyn v. Knights of Columbus and others, 2005 BCHRT 544.

Framløga til hoyring í Trivnaðarnevndini

Hin 19. januar 2016 vórðu umboð fyri Ja til hjúnabandið boðin í Trivnaðarnevndina í Løgtinginum, har uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, so at tvey av sama kyni kunnu giftast, varð viðgjørt. Hetta er tað, vit løgdu fram. Ávísir smálutir eru broyttir fyri at verja samleikan hjá fólki.

Góðan morgun!

Eg eiti Arni Zachariassen, og hetta er Helgi Abrahamsen, og vit umboða felagsskapin Ja til hjúnabandið.

Eg vil fyrst av øllum hjartaliga takka tykkum fyri hendan møguleikan. Tað er ein heiður at tosa við tykkum, okkara fólkavaldu, um hendan týdningarmikla spurningin. Tað eru vit í felagsskapinum ógvuliga takksom fyri.

Ja til hjúnabandið er ein lítil felagsskapur, sum varð stovnaður í august mánaði síðsta ár. Okkara endamál er at verja hjúnabandið og verja familjuna ímóti hugskotum, trýstum, kanska man kann siga álopum, sum vit meta hótta hendan virðismikla stovnin. Vit hava til endamáls at luttaka í almenna kjakinum og føra argument fram, ið stuðla hjúnabandinum og familjuni, og vit sikta eftir at gera tað á ein skynsaman og virðiligan hátt.

Vit hava eina heimasíðu og eina síðu á Facebook, har vit rímiliga javnan leggja greinar og annað tilfar út og samskifta við fólk. Vit hava eisini skipað fyri onkrum tiltaki og onkrari vitjan úr útlondum. Og so tosa vit við trivnaðarnevndir, tá ið høvið býðst.

Tað, sum eg vil tosa um í morgun er, hví vit meta, at uppskotið, sum er lagt fram fyri tingið um at broyta hjúnabandslógina, so at fólk av sama kyni kunnu giftast við hvørjum øðrum, ikki er eitt gott hugskot. Hetta er Trivnaðarnevndin, og eg má viðganga, at eg varð eitt sindur kløkkur, tá ið eg las uppskotið upprunaliga og sá, hvussu lítið pláss varð brúkt upp á at lýsa, hvørjar avleiðingarnar, ið lógarbroytingin varð mett at hava við sær. Kanska veit eg ikki nóg nógv um politikk og um lógarsmíð, men man skuldi trúð, at praktisku avleiðingarnar av einum lógaruppskoti vóru tað týdningarmesta, man tók atlit til. Og at tá ið man gjørdi lógir, so kannaði man sum fólkavaldur, hvat fólkið sigur um júst tann spurningin. Men tað er sjálvandi gleðiligt, at vit kunnu koma saman nú á henda hátt og tosa um tað.

Hjúnabandið er grundað á menniskjaliga veruleikan ella sannleikan, at vit náttúrliga eru orienterað ímóti at koma saman at nørast og vaksa í tali.

Fyri at svara spurninginum, so vil eg fyrst av øllum siga, at vit halda hjúnabandið vera ein hin týdningarmesta og mest grundleggjandi stovnin í einum samfelag. Hjúnabandið er tann juridiski og sivil-etiski stovnurin, sum eksisterar í okkara lógum, men eisini í okkara høvdi, okkara kollektivu tilvitsku, og okkara dagligu og søguligu praksis. Hesin stovnur setur ein bindandi karm rundanum familjulívið. Hjúnabandið er, við øðrum orðum, ein náttúrligur stovnur. Tí er tað, at mentanir og samfeløg kring allan heimin hava funnið upp á hjúnabandið ferð eftir ferð upp ígjøgnum søguna. Ella, um man skal vera tekniskt korrektur, so vildi eg sagt, at samfeløg ikki finna upp á hjúnabandið, men finna út av tí. Samfeløg skapa ikki hjúnabandið – samfeløg viðurkenna hjúnabandið. Orsøkin er, at hjúnabandið er grundað á menniskjaliga veruleikan ella sannleikan, at vit náttúrliga eru orienterað ímóti at koma saman at nørast og vaksa í tali, sum tað stendur skrivað. Man kann við øðrum orðum siga, at hjúnabandið er ein heildarumfatandi eind. Tað umfatar kærleikan ímillum mann og konu og tað samlív, ið tvey, sum elskað hvørt annað, náttúrliga vilja ganga inní saman og hava í felag. Tað umfatar eisini tað lív, sum – um alt riggar soleiðis, sum tað skal – náttúrliga spyrst burtur úr hesum kærleika og hesum samlívi. Samstundis umfatar tað eisini kærleikan, ið er ímillum foreldur og børn, og børn og foreldur. Soleiðis umboðar og grundfestir hjúnabandið tryggar og haldgóðar karmar rundanum grundleggjandi samfelagseindina, sum familjan er. Í hjúnabandinum verða kallkyn og kvennkyn sameind, maður og kona sameind, pápi og móðir sameind, alt við tí yvirskipaða endamáli at tryggja allarbestu korini yvirhøvur til tað lív, sum henda sameining náttúrliga skapar. Hjúnabandið halgar tískil í ein týdningarmiklan mun kærleiksfulla sambandið og tilknýtið ímillum foreldur og børn.

Eg eri nóg heppin at hava upplivað eitt gott familjulív sum barn. Eg vaks upp í einum tryggum, stabilum og góðum heimi, har límið, sum helt øllum saman, var kærleikin ímillum mammu og pápa mín. Ein kærleiki, sum varð úttryktur, viðurkendur og hátíðarhildin í formella hjúnabandslyftinum, sum tey høvdu givið hvørjum øðrum, og sum tey hildu seg til í viðgangi og mótgangi. Tey eru tann størsti íblásturin hjá mær, tá eg nú royni at vera besti maðurin, sum eg kann vera fyri mína konu, og í ein týdningarmiklan mun soleiðis at vera besti pápin, sum eg kann vera fyri okkara børn.

Í hjúnabandinum verða kallkyn og kvennkyn sameind, maður og kona sameind, pápi og móðir sameind, alt við tí yvirskipaða endamáli at tryggja allarbestu korini yvirhøvur til tað lív, sum henda sameining náttúrliga skapar.

Hinvegin, so kenni eg eisini skuggasíðuna av hesum. Í mínum dagliga lívi og arbeiði komi eg bæði í samband við og inná menniskju, sum hava tað torført. Ein felagsnevnari fyri ein meiriluta av teimum er ein torførur barndómur. Og okkara familjukor – tær umstøður, sum vit uppliva sum børn – hava ótrúliga stóran týdning. Ikki øll eru so heppin at sleppa at uppliva góð barnaár. Ring familjukor hava við sær eitt niðursett mótstøðuføri yvir fyri lívsins avbjóðingum og kann í summum førum skapa eina so mikið svára pínu í sálini, at menniskju hava torført við at yvirliva. Tað vil ikki siga, at øll, sum hava góð familjukor, klára seg væl, og at øll, sum hava minni góð familjukor, klára seg illa. Men tað er soleiðis, at okkara upplivingar og okkara umstøður í uppvøkstrinum hava stóran týdning fyri, hvussu vit klára okkum, og hvussu vit handfara lívið.

Tað, sum vit í Ja til hjúnabandið óttast fyri, tá ið tað snýr seg um uppskotið um at loyva tveimum av sama kyni at giftast, er, at hetta ger upp við kynsliga komplimentaritetin, sum higartil hevur verið ein definerandi og sjálvsagdur partur av hjúnabandinum. Hetta at kvinnur og menn eru ymisk, men koma saman og gerast eitt og gerast meir í hjúnabandinum. Hesin kynsligi komplimentaritetur liggur, sjálvandi, sum grundarlag fyri allari nøring. Tað skal ein maður og ein kvinna til at fáa eitt barn. Ikki tykkum at siga, so er eingin annar máti enn hesin. Sjálvt um vit tosa hátøkniliga um eftirgjørdan gitnað og alt møguligt, so er enn talan um eina ávísa kyknu frá eini kvinnu og eina ávísa kyknu frá einum manni. Taka vit kynsliga komplimentaritetin úr alment galdandi definitiónini av hjúnabandinum, so hava vit reint logiskt einki grundarlag longur fyri at siga, at hjúnabandið í ein neyðturviligan mun snýr seg um nøring og um barnauppaling. Tað vil siga, at hjúnabandið ikki longur fer at snúgva seg um familjuna. Tað fer ikki longur at snúgva seg um at veita børnum trygg, støðuføst og góð kor. Tað fer at snúgva seg um – og bert at snúgva seg um – ynskini, áhugamálini og romantisku kenslurnar hjá vaksnum fólkum. Meðan hjúnabandið søguliga talað hevur sameint hesi ynskini, áhugamálini og romantisku kenslurnar hjá vaksnum saman við tørvirnar og rættindini hjá børnum, so setur hendan broytta definitiónin tey vaksnu upp ímóti børnum. Nú skulu vaksin og teirra kenslur takast fram um børnini. Úrslitið er, at tørvirnir og rættindini hjá børnum verða burturgloymd. Tað er hetta, sum reint logiskt hendir, tá ið kynsligi komplimentariteturin – og harvið nøring og barnauppaling – verður tikin burtur úr hjúnabandsdefinitiónini.

Taka vit kynsliga komplimentaritetin úr alment galdandi definitiónini av hjúnabandinum, so hava vit reint logiskt einki grundarlag longur fyri at siga, at hjúnabandið í ein neyðturviligan mun snýr seg um nøring og um barnauppaling.

Hetta hava vit eisini sæð í almenna kjakinum, sum hevur verið rundanum uppskotið at broyta hjúnabandslógina. So at siga eingin av teimum, sum hevur talað fyri at broyta hjúnabandslógina, hevur tosað nakað serligt um børnini.

Hetta er tað, vit í Ja til hjúnabandið óttast. Vit óttast tær avleiðingar, sum kunnu standast burturúr tí. Og vit halda okkum samstundis kunna síggja summar av teimum avleiðingunum longu nú. Seinastu 40-50 árini er hjúnabandið minkað í tign og virðing í vesturlendskum londum, og tað hevur havt ringar fylgjur við sær. Fleiri og fleiri børn verða fødd uttan fyri hjúnaband – í nógvum førum fødd einligum mammum – og uppliva tí minni av tí tryggleika og støðufesti, sum hjúnabandið kann skapa. Fleiri og fleiri hjúnabond verða syndrað, tí at hjúnaskilnaður gerst meira og meira vanligur og góðtikin – og hetta setur djúp spor í tey børn, sum ofta liggja ímillum. Í dag er breið semja, um at kynsligur aktivitetur ikki einans hoyrir heima í hjúnabandinum, eins og hildið varð fyrr, og tí er tað vorðið gerandiskostur, at gentur gerast við barn í tannárunum – ofta uttan fyri parlag yvirhøvur – umframt at útbreiðslan av meira og minni vandamiklum kynssjúkum er økt nógv. Mett verður, at 40-50 milliónir fosturtøkur verða framdar árliga kring knøttin, og gransking vísir, at kvinnur fáa fostur tikin í avgerandi mun orsakað av vantandi fíggjarligum tryggleika – einum tryggleika, sum hjúnabandið kann hava við sær. Samstundis er fátækradømi – serstakliga fyri kvinnur og børn – vaksið í takt við, at fólk velja hjúnabandið frá. At vaksa upp uttan fyri eitt kærleiksfult hjúnaband ímillum síni biologisku foreldur er sambært serfrøðingum korrelerað við verri kropsliga og sálarliga heilsu, verri úrslit í skúlanum og á arbeiðsmarknaðinum, kriminalitet og rúsevnismisnýtslu.

Tað eru sjálvandi ikki tey, sum vilja giftast við sama kyni, sum hava gingið á odda fyri hesi gongd. Hetta hava vit hinskyndu megnað at gjørt sjálv. Men vandin við at broyta hjúnabandslógina, so at tvey av sama kyni kunnu giftast – og harvið útihýsa børnunum og familjuni frá hjúnabandinum – er, at tignin og virðingin fyri hjúnabandinum minkar enn meir. Og soleiðis verður ein hjúnabandsfatan, sum raðfestir ynski og kenslur hjá vaksnum fram um tørvir og rættindi hjá børnum, ritað í stein, og gerst hon partur av okkara lógarverki.

Fyri at taka samanum, so er tað í áhugamálunum hjá okkum øllum, men fyrst og fremst okkara børnum, sum eru okkara framtíð, at hjúnabandið verður vart og varðveitt. Vit meta, at tað at broyta hjúnabandið, so tvey av sama kyni kunnu giftast, og soleiðis logiskt talað útihýsa nøring og barnauppaling, umboðar eitt afturstig, eitt stig skeiva vegin fyri okkara samfelag. Og tí vilja vit heita á Trivnaðarnevndina og á Føroya Løgting annars at atkvøða ímóti hesum uppskotinum.

Takk fyri!

Samrøða við Lyle Shelton

Sum kunnugt kemur Lyle Shelton til Føroya í vikuskiftinum. Í sambandi við vitjanina tosaði Arni Zachariassen við miðlamannin og dagliga leiðaran hjá Australian Christian Lobby. Komið varð inn á bakgrundina hjá Lyle, virksemið hjá honum í Avstralia og okkurt av tí, sum føroyskir áhoyrarar kunnu vænta at hoyra hann føra fram sunnudagin, tá hann fer at halda fyrilestur um “Hvat ‘javnrættindi’ kosta samfelagnum” í Skúlanum við Løgmannabreyt kl. 15.30.

 

Nei, Lyle Shelton ætlar sær ikki at skiljast frá konu síni

Stutt eftir, at tað í tíðindaskrivið í gjár varð kunngjørt, at australski Lyle Shelton kemur til Føroya at stuðla siðbundna hjúnabandinum, legði portal.fo ein stubba út, sum varð kallaður, “Vil skiljast frá konuni um hjúnabandslógin verður broytt”.

Greinin bygdi á eina misskiljing av eini eitt sindur provokerandi, men viðkomandi viðmerking, sum Lyle Shelton hevði havt á munni í australsku miðlunum. Tað var Nick Jensen – ið eins og Shelton hevur samband við Australian Christian Lobby – sum hevði sagt, at verður hjúnabandslógin í landinum broytt og gjørd kynsneutral, so fóru hann og konan at umhugsa at lata seg skilja. Spurdur, um hann tók undir við hesum, segði Shelton, at tað gjørdi hann.

“Tá ið kallkyn og kvennkyn, maður og kona, verða tikin burtur, so hevur tað sjálvandi ávirkan á hjúnabandssáttmálan, sum fleiri av okkum vórðu gift undir. Tað er eitt sindur sum at spæla fótbólt við australskum reglum og hálvan veg í dystinum at broyta tær til útlendskar,” segði Shelton tá við news.com.au.

Tá ið Arni Zachariassen frá Ja til hjúnabandið tosaði við Lyle Shelton í morgun, tók hann aftur í somu mynd.

“Tá ið eg giftist afturi í 1993, var hjúnabandið ímillum ein mann og eina konu,” greiddi hann frá. “Nú eru spælireglurnar broyttar. Og tað, vit royndu at siga ígjøgnum miðlarnar, var, at um tú broytir spælireglurnar, so broytir tú mítt hjúnaband.”

“Merkir mín hjúnabandsváttan tað sama, sum hon gjørdi í 1993? Tað er greitt, at tað ger hon ikki.”

Men ætla Lyle og kona hansara, Wendy, veruliga at skiljast? Nei, er svarið.

“Kona mín vil tíbetur ikki, at vit skiljast, heldur ikki orsakað av hesum. So eg má siga, at mítt hjúnaband er í góðum hondum.”

Endamálið var at fáa fólk at hugsa. Til hetta endamál varð tikið til eitt sindur av provokatión og skemti. Men spurningurin um at broyta hjúnabandið er álvarsamur.

“Tað, sum vit vildu vísa fólki, var, at uttan mun til propagandaið frá hinari síðuni, har tey ferð eftir ferð siga, at tað ikki fer at ávirka parlagið hjá nøkrum øðrum, tað hevur ongar avleiðingar, ikki fyri børn og ikki fyri talufrælsið – so er tað alt skeivt. Tað hevur djúptøknar avleiðingar, tá ið tú broytir tað, sum hjúnaband merkir,” sigur Shelton at enda.

“Um hjúnabandið ikki er ímillum ein mann og eina konu, hvat er so virðið í míni hjúnabandsváttan? Hetta eru viðurskifti, vit mugu hugsa leingi og væl um.”

Lyle Shelton og konan fara altso ikki at skiljast, um nakar ivast. Er hetta ikki nóg greitt, so verður góður møguleiki at spyrja Lyle Shelton um tað ella eitthvørt annað ivamál, sum hevur við hjúnabandið og tess avbjóðingar í dag at gera. Hann fer at halda almennan fyrilestur um evnið, “Hvat ‘javnrættindi’ kosta samfelagnum” í Skúlanum við Løgmannabreyt sunnudagin 13. desember kl. 15.30.

Í morgin kemur øll samrøðan við Lyle Shelton út á hesi síðuni.

Til Føroya at kjakast um hjúnabandslógina

Komandi vikuskifti fær Ja til hjúnabandið vitjan av Lyle Shelton, ið er dagligur leiðari fyri Australian Christian Lobby. Lyle Shelton ferðast nógv kring heimin í sambandi við kjakið um hjúnabandslógina. Í heyst var hann í USA, og í hesum døgum er hann á rundferð í Vesturevropa. Fríggjadagin setir hann so kós ímóti Føroyum, og hann steðgar her til mánadagin.

 

“Hvat ‘javnrættindi’ kosta samfelagnum” í Havn sunnudagin

Á ferðini í Føroyum fer Lyle Shelton at luttaka á bæði almennum og óalmennum tiltøkum. Høvuðstiltakið verður sunnudagin 13. desember kl. 15.30, tá Lyle Shelton heldur fyrilestur í Skúlanum við Løgmannabreyt. Heitið á fyrilestrinum er “Hvat ‘javnrættindi’ kosta samfelagnum”.

Undir fyrstu løgtingsviðgerð av uppskotinum um at broyta hjúnabandslógina vildu uppskotsstillarar og onnur vera við, at tað ikki fær nakrar neiligar avleiðingar fyri samfelagið, um hjúnabandslógin verður broytt. Hesum er Lyle Shelton ikki samdur í. Hann sigur, at tað er heilt týðiligt, at í londum, har hjúnabandslógin er vorðin broytt, hevur tað havt nógvar neiligar avleiðingar við sær innan fleiri týðandi og álvarssom samfelagsøki.

 

Møguleiki fyri spurningum og kjaki

Eftir fyrilesturin verður høvi at seta Lyle Shelton spurningar. Arbeitt hevur eisini verið við at fáa kjak í lag millum Lyle Shelton og umboð fyri tey, ið vilja broyta hjúnabandslógina. Um tað eydnast, verður tað eisini partur av tiltakinum.

 

Atgongumerki

Atgongumerki til fyrilesturin kunnu keypast í forsølu á www.tilmelding.fo (trýst her). Vanligt atgongumerki kostar 85 kr., meðan lesandi og skúlanæmingar rinda 50 kr.

Við dyrnar kosta atgongumerki ávikavist 100 og 60 kr.

Børn hava rætt til síni foreldur

Í dag hevur barnarættindasáttmálin hjá ST 56 ára føðingardag. Tað var 20. novembur í 1959, at ST upprunaliga samtykti sáttmálan. Í 1993 kunngjørdi Føroya Løgting, at sáttmálin eisini var galdandi í Føroyum, og Føroyar gjørdust tá eitt av teimum 140 londunum í heiminum, sum hava skrivað undir sáttmálan.

Tað eru neyvan nógv mál, sum eru týdningarmiklari og meira grundleggjandi enn rættindini hjá børnum. Mahatma Ghandi segði, at stórleikin hjá eini tjóð er mettur eftir, hvussu hon fer við sínum veikastu borgarum. Dietrich Bonhoeffer tók undir við hesum, tá ið hann segði, at moralska royndin fyri eitt samfelag er, hvat tað ger fyri børn síni. Barnarættindasáttmálin hjá ST er ein ítøkiligur mátistokkur, sum stórleikin og moralurin – og kanska legitimiteturin yvirhøvur – hjá einum samfelag verða mátað eftir.

Grein 7 í barnarættindasáttmálanum ljóðar soleiðis:

“Barnið skal verða skrásett beint eftir føðing og skal frá føðing hava rætt til eitt navn, rætt til at fáa ríkisborgararætt og, í tann mun tað ber til, rætt til at kenna og verða ansað av sínum foreldrum.”

Rætt til at kenna og verða ansað av sínum foreldrum. Tí eitthvørt barn hevur tvey foreldur. Eina mammu og ein pápa. Sambært barnarættindasáttmálanum hava øll børn rætt til, í tann mun tað ber til, at kenna og verða ansað av hesum báðum persónunum.

Hjúnabandið hevur søguliga verið og er enn fyrsti og fremsti samfelagsligi stovnurin, sum verjir júst hesi barnarættindi. Hjúnabandið er tað, sum setur ein moralskan og løgfrøðisligan karm um náttúrligu kærleikseindina, sum undir bestu umstøðum skapar nýtt lív. Hjúnabandið er sostatt bæði har fyri forelskað vaksin og fyri elskað børn.

Tað er tí ein trupulleiki, tá ið eitt samfelag setur sær fyri at broyta hjúnabandið, so tað ikki longur skal umfata nøring og barnauppaling. Tá tænir hjúnabandið bert helvtini av sínum endamáli, og børn verða í ein avgerandi mun slept upp á fjall. Tað er júst hetta, sum uppskotið um at loyva samkyndum pørum at gerast hjún førir við sær.

Hetta er meir enn bara tað, at tryggi og støðufasti karmurin, sum hjúnabandið er, hvørvur. Tíverri fer tað longur enn tað. Tí eitt, sum neyðturviliga fylgir við, tá ið hjúnabandið verður broytt til at umfata samkynd parløg, er, at familjan sjálv verður broytt, og náttúrliga, biologiska sambandið ímillum foreldur og børn verður kvett av. Hetta hava vit sæð í fleiri av okkara grannalondum. Í Danmark, til dømis, hava samkynd rættindi til eftirgjørdan gitnað.

Tí, sjálvandi, samkynd pør kunnu ikki nørast. Frá náttúrunnar hond er tað ómøguligt. Ætla samkynd pør sær at stovna familjur, mugu onnur háttaløg tí brúkast. Trupulleikin er tó, at tá talan er um eftirgjørdan gitnað, so verður eitt barn gjørt meira ella minni foreldraleyst.

Í eftirgjørdum gitnaði, sum ikki nýtir egg og sáð frá tí parið, sum fær viðgerðina, verður biologiska sambandið ímillum barnið og antin mammu ella pápa tess kvett av. Uttan mun til um talan er um ein sáðgeva ella eina burðarmóður, so ger inntrivið seg sostatt inn á grundleggjandi rættin, sum øll børn hava at “kenna og verða ansað av sínum foreldrum”.

Í eini grein um evnið sigur amerikanski løgfrøðingurin Jeff Shafer soleiðis:

Við at broyta hjúnabandið má lógin eisini gera ymiskt annað: t.d. hálova tøkniligum og øðrum nýskapandi háttaløgum og harvið javnseta hesi við náttúrligu og relationellu tilgongdina. Tað merkir, at lógin má staðfesta, at bæði ættleiðing og tøknilig framleiðsla av børnum úr kyknum og kroppum, sum eru funnin uttan fyri parlagið hjá foreldrunum, eru vanlig – og ikki tragisk ella sjáldsom.

Víðari sigur hann:

So hugsjónin handan samkynt hjúnaband broytir ikki einans, hvat tað merkir at vera foreldur, men eisini, hvat tað merkir at vera barn. Tí sambært henni kemur eitt barn ikki inn í heimin við náttúrligum relatiónum til nøkur ávís menniskju, men hevur einans eitt umbýtissligt samband við persónarnar, sum hava ábyrgd av at heinta tað á onkran hátt. Einki barn í einum húsarhaldi hjá samkyndum hevur sín uppruna í parlagnum hjá makunum í húsinum. Hvørt tað einasta barn í slíkum umstøðum er rivið frá í minsta lagi einum av foreldrunum. Sambandið, sum barnið í hesum føri hevur mist við síni foreldur, er ikki tragiskt – tað er neyðturviligt og ein íborin partur av samkyndu heimsfatanini.

Óhugnaligi logikkurin, ið samkynda hugsjónin setur fram, forðar okkum yvirhøvur at fata, at foreldraleysa støðan hjá tí foreldraleysa barninum er nakað, ið er vert at syrgja yvir.

Tað, ið Shafer sigur um tað tragiska, er júst tað, sum hevur grundleggjandi týdning í hesum. Tá ið eitt hinskynt par ikki megnar at nørast, er tað tragiskt. Tað er nakað, sum órógvar náttúrligu gongdina. Okkurt er gingið galið, og tað, sum vanliga hendir, er ikki hent. Eftirgjørdur gitnaður, í tann mun viðgerðin umfatar sáð og egg hjá viðkomandi pari, er tá ein loysn upp á ein trupulleika. Man kann siga, at náttúrliga støðan verður endurstovnað. Tá ið eitt samkynt par hinvegin ikki nørist, er tað ikki tragiskt. Tí samkynd pør eru ikki náttúrliga før fyri at nørast. Einki er gingið galið, og tað, sum er hent, er tað, sum vanliga hendir. Eftirgjørdur gitnaður gongur í tí føri beinleiðis ímóti náttúrligu støðuni. Og heldur enn at loysa ein trupulleika, skapa hesi inntriv sín egna, sera álvarsama trupulleika.

Gerast samkynd hjúnabands- og familjurættindi lóglig í Føroyum, verður sambandið ímillum foreldur og børn lítilsgjørt og avskeplað.

Fyri mong, sum stuðla samkyndum hjúnabandi og eftirfylgjandi familjurættindum, umboðar lógfestingin av báðum viðurskiftum eitt veruligt moralskt framstig fyri samfelagið. Sambært hesi fatan er tað gott moralskt sæð, at samkynd sleppa at giftast og stovna eina familju við øllum tí, sum har til hoyrir. Men tað er hetta, sum er so óhugnaligt: Tá verður tað moralskt gott og normativt at gera børn foreldraleys. Tá verður saknurin, somu børn kenna eftir sínum náttúrligu foreldrum, kveistraður burtur, tí hann í besta føri er mistikin, og í ringasta føri skaðiligur fyri samkynda framgongd.

Øll børn hava rætt til síni foreldur. Hetta verður staðfest í barnarættindasáttmálanum, sum vit av røttum hátíðarhalda í dag. Men gerast samkynd hjúnabands- og familjurættindi lóglig í Føroyum, verður sambandið ímillum foreldur og børn lítilsgjørt og avskeplað.

Og hetta ger seg beinleiðis inn á rættindini hjá børnum.